Fiskivinnunýskipan: Gitingar og niðurstøður í ótíð

 

 

Kanska var tað skilagott, tá Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, í januar sum nýútnevndur formaður í arbeiðsbólkinum, sum skal gera tilmæli um eina fiskivinnunýskipan, boðaði frá, at hann lítið og onki ætlaði at siga alment, meðan arbeiðsbólkurin arbeiddi.

Tí nú tað kortini læt í honum í vikuni í sambandi við fiskivinnuráðstevnuna í Runavík, hevur tað elvt til dúgligt kjak fyri ikki at siga mikla øsing. Sigi ikki andstøðuna ringa fyri at spinna lesullina, ið rekst fyri hana, men her er, sum maðurin segði, onki at koma eftir.

Fekk ikki sjálvur verið til staðar í Runavík, tí eg var á aðrari fiskivinnuráðstevnu í Grønlandi. Hon var í stóran mun um tað sama sum ráðstevnan í Runavík, so tað var óheppið at tær vórðu lagdar oman á hvørja aðra.

Men eg havi lurtað eftir tí, sum er skrivað og varpað út frá ráðstevnuni í Runavík, og eg kann bara staðfesta, at onki av tí, eg havi hoyrt Johnny í Grótinum siga, er í andsøgn við arbeiðssetningin hjá arbeiðsbólkinum. Og arbeiðssetningurin hevur verið almennur síðani 21. januar í ár.

Johnny í Grótinum hevur sambært tí skrivaða og útvarpaða heldur onki sagt um uppsboðssølu, sum ikki øll, ið hava minsta áhuga í málinum, ikki vistu frammanundan.

Tí undrar tað, at leiðararnir í teimum báðum stóru andstøðuflokkunum í útvarpstíðindunum í kvøld (leygarkvøldið 3. september) harmast um tað, sum kemur frá arbeiðsbólkinum – ein lítlan mánaða áðrenn tilmælið verður handað landsstýrismanninum, og áðrenn nakar annar, enn tey, ið manna arbeiðsbólkin, vita nakað sum helst um, hvat tilmælið ítøkiliga fer at snúgva seg um.

Profetar hava til allar tíðir megnað at rúnarbundið mannaættina, men nútíðar profetar, ið fyri tað mesta hava fingist við dómadagsprofetiir, eru oftast farnir skeivir.
Tað skuldi heldur ikki verið neyðugt at kýtt seg við profetium um nakað, sum vit øll fáa skjalfast svar upp á um skamma stund.

Men alt skal um uppboðssølu, var í útvarpstíðindunum í kvøld niðurstøðan hjá Jørgeni Niclasen og Bárði á Steig Nielsen. Og niðurstøðuna grundaðu teir á útsøgnirnar hjá Johnny í Grótinum, ið leysliga hevði endurgivið úr arbeiðssetninginum hjá arbeiðsbólkinum.

Arbeiðssetningurin byggir millum annað á hesa meginreglu úr samgonguskjalinum:
“Farast skal frá privatari sølu av loyvum og fiskirættindum. Farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan.”

Og í sjálvum arbeiðssetninginum stendur millum annað soleiðis um høvuðsmálini við fiskivinnunýskipanini:

”- At tilfeingisrentan gerst so optimal sum gjørligt, og at størst møguligur partur av tilfeingisrentuni fellur til landið.

– At til ber at virka í eini marknaðargrundaðari fiskivinnu við vinnuligum frælsi undir jøvnum kappingartreytum.”

Um hesir setningarnir undir einum merkja uppboðssøla, so lat fara, men so kunnu vit í øllum førum staðfesta, at uppboðssøla er eitt sera rúmligt hugtak.
Hesir setningarnir og restin av arbeiðssetninginum merkja, at føroysk fiskirættindi fram eftir skulu verða tíðaravmarkað brúksrættindi, ið kunnu útvegast eftir marknaðartreytum. Tað er, at ein prísur onkursvegna skal latast fyri tey.

Kanska kann prísurin enntá í onkrum førum verða null krónur, um talan er um onkra nýmenning, eg veit tað ikki.

Men ”marknaðargrundað skipan” merkir í øllum førum ikki, at kvotur og fiskidagar bara skulu kunna seljast í smáum á einum dag til dag marknaði.

Ein slík skipan kann sjálvandi skrúvast saman upp á ógvuliga nógvar ymiskar mátar við bæði langtíðar- og stutttíðar-rættindum og kombinasjónum av báðum. Tað haldi eg eisini, at Johnny í Grótinum hevur fingið týðuliga fram.

Fleiri miðlar halda eftir øllum at døma, at nýggja fiskivinnunýskipanin er júst tað, sum arbeiðsbólkurin hjá Johnny í Grótinum borðreiðir við 1. oktober. Og retoriskt snildir andstøðupolitikarar eru skjótir at fanga hetta villfarilsið og látast ídnir sum um, at so er.

Tí er helst vert at minna á, at tástani – eftir 1. oktober – byrjar politiska viðgerðin og politiska kjakið av álvara. Arbeiðsbólkurin kemur nevniliga ”bara” við einum tilmæli, sum skal verða grundarlag undir tí politiska stórarbeiðnum, sum tað verður at skapa eina breiða politiska semju um framtíðina hjá okkara høvuðsvinnu.

Ongin hevur enn ánilsi av, hvat endaliga úrslitið av hesum stórarbeiði verður. Men verður ongin breið semja, so verður heldur ikki talan um nakra nýskipan. Tá verður í besta føri bert talan um eina skipan, sum kann syndrast aftur, alt eftir hvussu politiska rákið er í Løgtinginum.

So latum okkum nú heldur halda høvdið kalt og við tolni bíða eftir, at arbeiðsbólkurin er liðugur, og eitt tilmæli liggur á borðinum. Tá kann politiska kjakið og politiska viðgerðin byrja, og aftaná, tá vit annaðhvørt hava fingið eina nýskipan ella bara eina skipan, kunnu vit so annaðhvørt gleðast ella harmast.

Sjálvur ivist eg ikki í, at vit fara at kunna gleðast um eina breiða semju um eina nýskipan, ið tryggjar støðugar og tryggar karmar um okkara fiskivinnu langt fram í tíðina. Tað skylda vit vinnuni, fólkinum, øllum samfelagnum og ikki minni okkara eftirkomarum, tí hetta málið er, um nakað, alt ov álvarsligt til at skula enda í ongum orsakað av politiskum stívsinni og skotgravarkríggi millum samgongu og andstøðu.

Og vónandi fara vit eftir 1. oktober at kjakast eins dúgliga um virðisøking, økta gagnnýtslu av tilfeinginum, burðardygd og fiskivinnuliga nýmenning, sum vit higartil hava kjakast um sjálvi rættindini at fiska.

 

Ingolf S. Olsen
Tjóðveldi, limur í Løgtingsins vinnunevnd

 

 

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad