Lýsing

Tak yvir høvdið til teg og tíni

 

Eg havi gjørt av at stilla upp til býráðsvalið, tí eg eri sera góð við Havnina og vil fegin vera við til at loysa tey mongu týðandi mál, ið liggja á láni. Mál, sum hava stóran týdning fyri trivnaðin og gerandisdagin hjá borgaranum.

Fyrst og fremst skal øll orka setast inn fyri at basa íbúðartrotinum. Tað er ein grundleggjandi mannarættur at seta føtur undir egið borð og hava gott og trygt tak yvir høvdið til teg og tíni. Hendan rætt er tað ein rúgva av fólki í Havn í dag, sum ikki hava. Mong, mong fólk eru í stórari neyð, tí teimum tørva eitt stað at búgva. Hetta kunnu vit ikki liva við og hesa uppgávu skal ein so stór og sterk kommuna kunna loysa.

Eitt annað hjartamál er, at vinnulívið í Tórshavnar Kommunu skal vera sterkt og fjøltáttað. Vestara Bryggja skal framhaldandi vera miðdepil fyri sjóvinnu og maritimar tænastur og ferðavinnan skal skipast betur, so hon kann skapa fleiri inntøkur. Sum høvuðsstaður skal Havnin vera miðdepil fyri listarligum og kreativum virksemi og einum sterkum íverksetaraumhvørvi.

Eldraøkið skal takast í tí álvara, hendan stóra uppgáva krevur. Kommunan skal orða ein eldrapolitikk, har vit seta mál fyri góðskuni og innihaldinum í gerandisdegnum hjá okkara eldri borgarum. Og málini skulu fylgjast við at syrgja fyri at nóg nógvar heitar hendur og hjørtu fylgja við. Serfrøðin hjá sjúkrarøktarum og – frøðingum og ergo- og fysioterapeutum skal gagnnýtast betur – og hví ikki fáa pedagogar inn at skapa innihald í ein ofta langan gerandisdag?

Um vit fara í tær positivu og ókritisku brillurnar, er nógv at gleðast um. Nógv er gjørt fyri trivnaðin, ítróttar- og mentanartiltøkini blóma, býarrúm eru skapt, matstovur og kaffihús á hvørjum horni og alt hetta gleðist eg eins nógv og øll onnur um.

Men vit skulu minnast til at tíðirnar hava verið avbera góðar og tað fløðir í øllum kassum, – so tað hevur verið lætt at vera gávumildur og tað er heldur ikki blivið spart uppá tey stuttskygdu og populistisku tiltøkini. Tað sum mest sker í eyguni eru øru húsakeypini og havnaútbyggingin. Stórir bygningar eru keyptir og umvældir fyri 100 tals milliónir og standa sum tóm og dýr tekin um politikk, ið er merktur av handahógvi og stuttskygni. Og avgerðirnar, ið eru tiknar ísv havnaútbyggingina, eru grundaðar á stórar ivar og vánaliga fyrireiking. Pent sagt. Og borgarin hevur verið illa hoyrdur og stak illa kunnaður um hesa størstu íløgu kommununar.

Tí haldi eg at tað týdningarmesta er, at fáa skilagóða stýring aftur í Tórshavnar Kommunu.  Saman við Tjóðveldi vil eg vera garantur fyri at tingini verða gjørd ordiligt.

Saman við 16 øðrum góðum fólki á tjóðveldislistanum, gleði eg meg at lurta og tosa við borgarar í kommununi, so vit vita hvat liggur fólki á hjarta. Og vónandi fara tit at geva okkum tað álit at sleppa at stjórna kommununi komandi fýra árini.

 

Gunvør Balle

valevni Tjóðveldis til býráðið

 

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad