Lýsing

Útbjóðingar og trúvirði

Harmiligt, at stígur kom í arbeiðið at gera vøllin í Hoyvík lidnan. Orsøkin er, at koks kom í eina útbjóðing hjá Tórshavnar kommunu. Tað er næstan meira reglan enn undantakið, at brøkur kemur í, tá kommunan bjóðar arbeiðir út.

Ein av teimum, sum læt inn tilboð upp á graslíkið, hevur í hesum førinum verið alment frammi við síni søgu. Hann vísir á, at samanumtikið eigur hann lægsta boðið fram um eitt annað boð, sum meirilutin í mentamálanevndini mælti til at taka av.

Fyrsta óvissan í málinum var, at tann, sum hevði lægsta boðið, leyk ikki treytirnar, sum vóru settar í útbjóðingartilfarinum. Tí hevði hann bara eitt alternativt boð, sum var væl bíligari enn høvuðstilboðini hjá hinum, sum fóru upp um fíggjarkarmin.

Av tí, at lægsta boð ikki leyk treytirnar, mælti fyrisitingin til at bjóða út av nýggjum. Hesum tók eg undir við, men samgongan í mentamálanevndini avgjørdi at mæla til at taka av tí, sum mett var at vera lægsta boðið.

Nú kom onnur óvissan undan kavi, tí hin bjóðarin hevði eisini alternativ tilboð til sítt høvuðstilboð. Og eitt av teimum var soleiðis samansett, at tað fór niður um boðið, sum samgongan hevði samtykt at taka av.

Hetta fekk fíggjarnevndin at vita á fundi í gjár og avgjørdi at beina málið aftur í mentamálanevndina at fáa greiði á, hvat vendir upp, og hvat vendir niður.

Hetta er enn ein lærupengi um, at kommunalar útbjóðingar og lisitatiónir skula takast í størsta álvara. Fyri kommununa er tað týdningarmesta, at ongin ivi stingur seg upp, og at allar mannagongdir eru greiðar.

Havi so mangan havt hetta á orði í býráðnum. Nú er stundin komin at taka mannagongdir og reglur upp til álvarsama viðgerð, so ikki alt trúvirði ríður undan kommununi í tílíkum málum.

 

At pilka við treytirnar í lisitatiónum, tá tilboðini eru komin inn, fyri at spara tíð og pengar er djúpt óseriøst av eini býráðsnevnd.

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad