Lýsing

Øll børn skulu hava sama trygdnarnet!

Mikudagin 17. august var m.a. uppskot um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar frammi í Løgtinginum til 1. viðgerð.

Tað er Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, ið hevur lagt málið fyri tingið.

Mælt verður til at broyta §15 í galdandi lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar, á tann hátt, at lógin eisini fevnir um børn, ið verða ættleidd av stakum persóni. Barnagjaldið í galdandi lóg verður bert latið børnum, ið hava mist ein uppihaldara, ella børnum sum bert hava ein uppihaldara, tí faðirskapurin ikki er staðfestur.

Endamálið við uppskotinum um broyting í løgtingslógini er, at øll børn verða javnsett í mun til rættin til barnagjald.

Á tingfundinum vísti Tjóðveldi á, at tað er ymiskt hvør orsøkin er til, at summi eru einsamallir uppihaldarar. Tað kann eitt nú vera tí annar uppihaldarin doyr, ella tí pápin at barninum er ókendur, tí viðkomandi uppihaldari hevur valt at vera stakur ella aðrar orsøkir.

Kortini er tað ikki uppgávan hjá politikarum, at meta um slíkar orsøkir í hesum málinum, men heldur at tryggja, at øll børn hava somu rættindi uttan mun til upphav.

Í hesum sambandi var eisini ein annar spurningur frammi á tingfundinum, nevniliga: í hvønn mun børn hjá støkum kvinnum, ið hava fingið ísáðing á klinikk, har faðirskapurin sostatt ikki er kendur, hava rætt til barnagjald. Hesi børn eru, sum nú er, ikki umfataði av galdandi lóg.

Andstøðan vísti á, at talan er um eitt etiskt og sera viðkvæmið mál, sum krevur meiri diskussión. Harafturat varð ávarað ímóti at gera neyvari tillagingar í lógini uttan nærri umhugsanir.

Tjóðveldi vísti á, at hóast grein 7 í barnarættindasáttmálanum hjá ST ásetir, at børn hava rætt at kenna sítt upphav og samleika, so mugu vit kortini góðtaka tann veruleikan vit liva í. Tað er alsamt meiri vanligt, serliga í útlondum, at kvinnur velja ísáðing á klinikk, har faðirskapurin sostatt er ókendur. Hóast tað ikki er uppgávan hjá politikarum, at avgera hvussu fólk liva sítt lív, so er tað umráðandi, at fyrihalda seg til teir góðu møguleikar, sum eru í dag, til at seta børn í verðina.

Vit liva í einum fjøltáttaðum samfelag, sum alsamt verður ávirkað meiri av altjóða rákum. Tískil er neyðugt, at politikarar hava ein inkluderandi hugsanarhátt í slíkum málum.

Sambært grein 2 í barnarættindasáttmálanum hjá ST, eigur einki barn at vera fyri mismuni vegna støðu hjá barni ella hjá foreldrum. Hesum vil Tjóðveldi virkað fyri!

Øll børn hava rætt til ein tryggan barndóm, og øll børn skulu hava sama trygdarnet uttan mun til upphav.

Síðani CEF samgongan tók við, eru tiltøk sett í verk fyri at betra um korini hjá smábarnafamiljum og støkum uppihaldarum í Føroyum. Føroyar hava eitt tað hægsta burðatalið samanlíknað við onnur lond í Vesturheiminum. Hesa kós ynskir Tjoðveldi at halda fast í, og samstundis at betra um liviumstøðurnar í Føroyum í framtíðini.

Deil hesa grein umvegis
468 ad