Lýsing

Byggiøðin kostar longu eina milliard

Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu reksar nú í lesarabrævi upp eina røð av útbyggingum, sum fara fram í Tórshavnar kommunu, og sum ætlast at fara fram næstu árini.

Hann nevnir eitt nú Eystaru bryggju, sum fer at kosta 465 mió. kr., Skúlan á Fløtum, sum fer at kosta 350 mió. kr., Tórsvøll, sum fer at kosta kommununi 50 mió. kr., og ymsar aðrar vallar- og hallarútbyggingar, sum fara at kosta tilsamans um 85 mió. kr.

Ein onnur útbygging, hann nevnir, er umvælingin av kommunuskúlanum til lestraríbúðir, ið soppur annars rak fólk úr. Tann umvælingin kostar kommununi 15 mió. kr. Haraftrat koma bankabygningarnir, ið kommunan keypti fyri 90 mió. kr.

Alt hetta reypið undirstrikar, at verandi býráðsmeiriluti er eitt byggi- og betongstýri, sum hevur lítlan ans fyri dagliga lívinum hjá borgarunum og enn minni ans fyri kommunukassanum nú og í framtíðini.

Bara hesar íløgur og keyp, sum borgarstjórin nevnir, kosta yvir eina milliard. Av hesi upphædd hevur býráðið við Skansabryggjuni og Skúlanum á Fløtum bundið komandi býráð til 800 mió. kr. Lántøka skal fíggja meginpartin.

Men Musikkskúlan tekur borgarstjórin ikki upp á tungu. Tað má merkja, at 100-tals børn og ung við góðum tónleikagávum og teirra lærarar ikki fáa betri umstøður. Bíðilistin til skúlan er annars ikki stuttur.

Borgarstjórin nevnir eisini trappuna í Vágsbotni, Steinatún og Grasagarð, har átøk eru framd. Øllum hesum málum havi eg atkvøtt fyri, nettupp tí tey skapa fortreytir fyri betri trivnaði hjá fólki. Somuleiðis hav eg  atkvøtt fyri ítróttaútbyggingum, sum koma nærumhvørvinum í Gundadali, á Argjum og í Hoyvík til góðar.

Í einum býráð er sum oftast semja um flestu mál, og so hevur eisini verið hesa setuna. Men verður maktin ov maktfullkomin, má talast at, og tað gera vit, tá tað er neyðugt. Tá meirilutin blakaði ein av okkara úr samstarvinum, boðaðu vit frá, at vit tóku støðu frá máli til mál.

Tíbetur gjørdu vit tað. Tí tá ov lætt verður farið um skattaborgarans pening, skal skattgjaldarin verjast. Fólkið má setast fyrst. Minnisplátur og gylt hakagrev yvir politikarar mugu koma í aðru røð.

Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad