Lýsing

Frá betongstýri til politikk fyri borgararnar

Hendan seinasta býráðssetan hevur í mangar mátar verið óvanlig. Serliga fólkaræðisliga hevur hon verið eitt afturstig.

Ein flokkur fekk einsamallur meiriluta, men bjóðaði til breitt samstarv við alt býráðið, so ongin andstøða var.

Okkara hugur stóð til at halda fram átta ára samstarvið millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, men tá Javnaðarflokkurin ikki vildi, góvu vit tí breiða samstarvinum ein kjans.

Inni í breiða samstarvinum vísti seg hvørki at vera høgt til loftið ella vítt til veggja, og tá samstarvið einvíst fór at tveita fólk út, fóru vit øll.

Húsaøði og bryggjuøði
Í andstøðu hava vit víst á vansarnar við, at einaræði í veruleikanum valdar á Vaglinum, og at skilaleysar samtyktir hava kostað kommunukassanum dýrt og seinkað fleiri málum.

Á Vestaru bryggju er Fólkaflokkurin sloppin at spæla sær við einum sjóvinnuhúsi, sum hevur kostað 100 milliónir krónur. Húsið stendur gapandi tómt, tí grundarlagið fyri samtyktunum hevur ikki hildið.

Inni í býnum hevur býráðið keypt tveir bankabygningar fyri 90 milliónir krónur. Tá keypt varð, var ætlanin at hýsa kommunalum skrivstovum og stovnum í bygningunum, men meira enn illa hevur gingið at halda hetta lyftið, og annar bygningurin stendur enn tómur.

Við Musikkskúlanum er ikki hent annað enn, at hann á pappírinum er fluttur úr einum stað í annað, men ítøkiliga ongan veg komin. Kanska er hann heilt sleptur?

Í aðrar mátar hevur hugurin at byggja torg við minnisplátum verið størri enn at geva dagligu umstøðunum hjá fólki ans, og tí er eitt so týðandi og avgerandi málsøki sum eldraøkið undirfíggjað.

Í sambandi við Skúlan á Fløtum, sum hevur verið í umbúna alla setuna, eru framvegis bara hakarnir settir í og onki meir.

Og í evsta tíma skrædnaði Javnaðarflokkurin í málinum um Skansabryggjuna og læt Fólkaflokkin bera eina íløgu fyri 465 mió. kr. ígjøgnum býráðið.

Breiða samstarvið hevur tíverri verið eitt byggi- og betongstýri, sum hevur havt lítlan og oftast ongan ans fyri innihaldinum í gerandisdegnum hjá fólki.

Fólkið fyrst og fremst
Tjóðveldi setir borgararnar fremst í Tórshavnar kommunu.

 

Vit vilja ansa væl eftir kommunukassanum, men játta pengarnar, har teir gera fólki mun.

Tær íløgur, ið eru skilagóðar og neyðugar, verða gjørdar.

Næsta býráð skal virka fyri, at børnini, ungdómurin, familjurnar og eldru borgararnir fáa uppaftur betri umstøður og tænastu.

Málið verður, at fólk í Tórshavnar kommunu verða sett í hásæti – og ikki bara betongið.

 

Tað gera vit fegin saman við flokkum, sum hava hjartarúm fyri tílíkum politikki.

Á valinum, ið kemur, er umráðandi at javnsterkir flokkar ganga saman í samgongu at stýra býnum.

 

Paradu-samstarvið, ið var, gjørdist eitt betongstýri uttan mál og mið. Kósin má rættast.

 

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad