Lýsing

Landsbanki Føroya og Føroya Váðaráð skulu í felag savna og deila vitan

Týsdagin 9. august vóru 5 mál fyri tingið. M.a. var málið um Landsbanka Føroya og Føroya Váðaráð fyri til 1. viðgerðar. Málið hevur Kristina Háfoss, landstýriskvinna, lagt fyri tingið.

 

Fyrrverandi samgonga avtók Landsbanka Føroya í 2013, og ætlanin hjá núverandi samgongu er at endurstovnað henda sama stovn, tó við ávísum broytingum.

Endurstovnaði landsbankin skal hava sum høvuðsendamál, at tryggja og styrkja føroyska búskapin frameftir. Landsbankin skal vera ein sjálvstøðugur almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini. Landsbankin skal mannast av eini 7 mannanevnd: 2 limir valdir av landsstýrismanninum,  2 limir frá Fróðskarparsetri Føroya, 1 limur frá arbeiðsgevarafelagnum, 1 limur frá fakfeløgnum og 1 limur frá Kommunufelagnum. Landsbankin skal umsita ogn, skuld og gjaldføri landsins, og eisini kann landsbankin umsita skuld og ogn hjá kommunum og almennum grunnum, og harumframt veita hesum lán.

 

Fíggjarliga støðufesti landsins verður umsitið av tveimum instansum í felag: Landsbanka Føroya og Føroya Váðaráð. Hesir báðir stovnar skulu saman virka fyri, at veita eyka trygd til føroyska búskapin og Føroya fólk. Føroya Váðaráð skal virka sum eftirlitsstovnur, ið skal eyðmerkja og hava eftirlit við fíggjarligum váða í Føroyum í síni heild. Eisini skal stovnurin koma við ávaringum og tilmælum fyri at tryggja haldføri í føroyska búskapinum. Føroya Váðaráð verður mannað av eini 5 mannanevnd tvørturum verandi eftirlitsstovnar. Nevndin verður mannað av umboðum úr tryggingareftirlitinum, búskaparráðnum, Landsbankanum, skráseting føroya og Finanstilsynet.

 

Landsbanki Føroya og Føroya Váðaráð skulu í felag at savna og deila vitan, umframt at koordinera tvørfakligt; á henda hátt fæst eitt breitt og greitt perspektiv av støðuni í búskapinum í føroyska samfelagnum. Endamálið er at fyribyrgja búskaparkreppum í Føroyum framtíðini, samstundis sum at tryggja ein haldgóðan búskap.

Í Føroyum er støðan tann, at sjálvt tær minstu broytingarnar kunnu hava stórar avleiðingar á samfelagið. Eitt nú hava vit upplivað, á hvønn hátt laksalúsin kann hava ovurstórar avleiðingar á alivinnuna og føroyska búskapin. Tískil er neyðugt við neyvum eftirlitið, har vit ikki bert hyggja at einum stovni í senn, men har vit hava eitt yvirskipað eftirlit savnað á einum stað. Hetta førdi Tjóðveldi m.a. fram til 1. viðgerð av málinum um endurstovnan av Landsbankanum.

 

Eisini førdi flokkurin fram aðrir fyrimunir við at endurstovnað Føroya Landsbanka. M.a. at kommunur og almennir grunnar fáa lægri rentuútreiðslur við at upptaka lán hjá Landsbankanum – heilt niður í 0,5% í mun til núverandi rentu áleið 1,75%

Eisini slepst undan dupultfunktiónum, tvs. at ogn og skuld bæði hjá landinum, kommunum og almennum grunnum verða umsitin á eitt og sama stað, og ikki spjatt út á ymsar peningarstovnar.  Umframt hetta fáa Føroyar ein miðbanka líknandi stovn, eins og øll onnur lond vit javnan samanbera okkum við.

 

Andstøðan førdi m.a. fram at Landsbankin ikki er ein trygd fyri, at vit ikki fáa búskaparkreppur í framtíðini, og at ratingin hjá Moody’s fyri føroyska búskapin er farin upp, samstundis sum at rentan er lækkað síðani Landsbankin varð avtikin.

Samgongan vísti á, at vit í einum samfelag altíð fara at uppliva sveiggj í búskapinum, hetta er ein partur av gongdini í samfelagnum – vit hava góðar tíðir, og vit hava ringar tíðir. Kortini kunnu vit fyribyrgja, at sveiggini ikki verða so ógvuslig. Hetta gera vit, við at hava eitt aktivt amboð, sum virkar fyri einum haldgóðum búskapi í landinum. Endurstovnaði Landsbankin fær fleiri heimildir enn áður, m.a. viðvíkjandi innlit. Landsbankin kann nú fara aktivt inn við heimild í lóg, og áseta bót um viðkomandi upplýsingar verða hildnir aftur fyri stovninum. Eftirlitið verður ikki longur spjatt men savnað á einum stað, og vit fáa eitt dynamiskt samskifti millum Landsbankan og Føroya Váðaráð. Hendan skipanin gevur eina eyka trygd fyri gjøgnumskygni og einum haldgóðum búskapi.

Harafturat vísti Tjóðveldi á, at framgongdin í føroyska búskapinum í dag als ikki kann sporast aftur til avgerðina í 2013 um at avtaka landsbankan – soleiðis sum andstøðan sera naivt førir fram. Búskapurin í 2016 er meir enn tvífaldur síðani seinast í 90 árunum, og góða ratingin fyri Føroyar kemst ikki av avgerðini hjá fyrrverandi samgongu um at avtaka Landsbanka Føroya. Búskapurin í føroyska samfelagnum er sum heild vaksin seinastu árini, og er hetta serliga orsakað av gongdini í føroysku fiskivinnuni. Hetta er tann búskaparliga gongdin, sum Tjóðveldi vil virka fyri at varðveita og tryggja í framtíðini.

Rakul Beinirsdóttir Poulsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad