Lýsing

Skansabryggjan í leysum lofti

 

Málið um Skansabryggjuna hevur av sonnum fingið aðra vend, nú fram er komið, at í veruleikanum hevur politiski myndugleikin ikki góðkent hana endaliga.

Hvussu Heilsu- og Innlendismálaráðið ber seg at í góðkenningarmálum, er sjálvandi ein áhugaverdur spurningur, nú sagt verður, at góðkenningin var eitt mistak.

Men býráðið í Havn kann ikki taka sær av, hvussu umsitið verður í aðalráðum hjá landsstýrinum. Býráðið skal fyrst og fremst virka fyri røttum avgerðum í kommununi.

Veruleikin nú er, at samtyktin um Skansabryggjuna í býráðnum byggir á eina skandalurakta góðkenning, sum ikki var búgvin at verða send kommununi.

So mikið meira ivasamt er grundarlagið undir málinum, tá góðkenningin – frá einum einsamøllum fulltrúa – samstundis gekk ímóti væl grundaða frámælinum hjá fakligu býarskipanarnevndini.

Kann Tórshavnar kommuna umvegis Tórshavnar Havn brúka 465 milliónir krónur upp á eina útbygging undir hesum ivasomu umstøðunum?

Og kann ein sáttmáli um útbyggingina upp á 387 milliónir krónur fáa virknað á hesum skinklandi grundarlagnum?

Málið hevur lítlan og ongan legitimitet, og tí verður enn eina ferð mælt býráðnum til at útseta Skansabryggjuna til næsta býráð at taka støðu til.

Óvanligt hevur ikki verið at lata samtyktir ganga umaftur í hesi setuni, m.a. um Musikkskúlan fleiri ferðir, so tað ber eisini til í málinum um Skansabryggjuna.

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad