Lýsing

Røða hjá Óluvu Klettskarð

Løgmansrøðan 2016

Løgmaður eigur stóra tøkk fyri sína fyrstu løgmansrøðu, sum eisini er mín fyrsta viðgerð av eini slíkari 🙂

 

Røðan er góð -væl skrivað. Eitt virðiligt inngangsskjal fyri hesa samgonguna við temanum Vit byggja land.

Hann velur at byggja røðuna upp, so sjálv røðan ikki er tyngd vid tølum, uppreksingum og øðrum politiskum arbeiðstilfari, men letur drúgt ískoyti við hagtalslista liggja við eins og økini hjá ymsu landsstýrismonnunum verða tilskilað í fylgiskjali. Hetta ger sjálva røðuna víðskygda, beinrakna og hugleiðandi. Og vit onnur, løgtingsfólk og almenningurin annars, vit fáa góðar møguleikar at kunna okkum við fakta og upplýsingar ískoytispartinum og kunnu arbeiða við hesum. Eitt heppið val.

Og løgmaður staðfestir góðu gongdina, bæði í samfelagnum í dag og í arbeiðinum hjá hesi samgongu. Undanfarna samgonga fær sína tøkk, eins og snaringin, nýggju broytingartíðirnar við hesi samgonguni fær sítt. Vit eru saman á broytingarkós í móti samhaldsfesti, sjálvbjargni og frælsi.

 

At gera viðmerkingar í nakrar minuttir til so stórt og rúgvismikið arbeiði, samgongan er farin undir, verður bara ein viðfáningur.

 

Samanumtikið snarast politiska arbeiðið kring familju og trivnað, kring nýskipanir og menningarætlanir.

Familjan er ein av grundarsúlunum undir dagsins politikki.

Skattalætti til teirra, ið mest tørvaðu, er komin undir land. Tey allar fátækstu eru hjálpt,  børn og familjur í veruligum fátækraváða hava fingið batar, bæði við skattalætta og beinleiðis ískoyti hava okkara veikastu fingið virðiligari umstøður. Og í morgin verður uppskotið um hækking av lestrarstuðli til fyrstu viðgerð, so lesandi, bæði einsæris og tey við børnum, somuleiðis fáa betri sømdir. Og í komandi viku fara vit undir at fáa hækkað barnafrádráttin munandi.

 

At landið treingir til nýskipanirnar hava vit vitað leingi, og her er samgongan djørv.

Pensjónsskipan er veruligur eftirbátur, og tí arbeiðinum líður væl: at tryggja hvørjum einstøkum føroyngi virðilig pensjónsviðurskifti eins og at tryggja haldføran framtíðarbúskap, hetta skal náa á mál við hesi samgonguni, og frá teimum í arbeiðinum frættist, at arbeiðið gongur væl.

Farið er undir menningarætlan fyri tey trý sjúkrahúsini, og av aðalmálum kann nevnast, at tænastan til borgaran verdur í miðdepli, hvussu vit fáa gagnnýtt øll trý sjúkrahúsini betur, og hvussu vit styrkja fakliga tilgongd.

Menningarætlan við tilmælum er gjørd, og ávíst kjak hevur longu verið um hesi viðurskifti. Men politiska viðgerðin liggur fyri framman og landsstýriskvinnan hevur sett aðalorðaskifti á breddan komandi í mánað, hvussu vit kunnu menna okkara sjúkrahúsverk eftir verandi og komandi avbjóðingum – eitt leingi vantað og neyðugt kjak.

Kommunulæknatænastan úti um landið er als ikki nøktandi, og tí man tað gleða mangan, at  landsstýriskvinnan fer at arbeiða við heilsudeplum kring landið -vónandi í nógv størri álvara enn undanfarni landsstýrismaður í heilsumálum.

Serliga fegin eri eg um, at býtisbarnið, psykiatriin, fær loysnir, bæði við heildarætlan fyri framtíðar psykiatri í Føroyum við ítøkilum batum á nýbygda landssjúkrahúsinum og við økispsykiatriini um landið. Vit mugu minnast til, hvør vanlukkuliga støðan hjá hesum fólkum er.

Og triðja stóra nýskipanin, fiskivinnunýskipanin, verður longu klár til politiska viðgerð til heystar. Og vit hava havt skund. Tí vit skulu hava semjur og avgerðir longu fyri 2017.

Veruleikin er tann, at vit kunnu vakna upp ein morgun í 2018, og fiskiloyvini vera seld fremmandum pengamonnum, gera vit onki. Fyri løtuvinning kunnu einstakir persónar selja alt okkara virðisgrundarlag her á klettunum til teirra, ið ein dag banka á dyrnar við nóg stórum posa á baki. Og tá verður onki av tí, vit hava inrættað okkum eftir og bygt okkara vælferðarsamfelag á, at gera burturúr! Vit sum í dag sita á einum tí størsta spískamarinum í heiminum í mun til íbúgvaratal okkara, vit sum í dag metta 1 millión av fólki hvønn einasta dag við havsins ríkidømi, ið svimur kring okkum, vit verða tá í besta falli tænarar í egnum húsi, heldur enn harrar! Nei, vit skulu skipa okkara egna tilfeingi til okkara egna besta, og ongin, ið rekur skilagóða vinnu, skal hava fyri neyðini at ræðast eina nýskipan – tað hava samgonguflokkarnir lovað upp undir val, og tað fara vit at standa við.

 

At vit ikki arbeiða eins og undanfarna samgonga, tad er nakað annað!

Tann drúgva tilgongdin, henda samgongan hevur lagt í teir reformar, ætlanin er at fremja, hevur fingið ilt í fleiri andstøðupolitikarar. ALT er í nevnd, siga teir. Teir hava onga ávirkan, ella at embætisfólk skapa politikkin, meðan vit politikarar hyggja at. Men lítið er um hetta. At stórar umskipanir ikki verða framdar over night, eins og forskattingin av pensjónum bar brá av, ber bert boð um, at reformarnir eru væl fyrireikaðir, skipaðir í breidd, fakliga vitan og integritet… so vit kunnu náa øllum, tí fakliga og fólki úti um landið.

 

Størri sjálvbjargni er eitt stórt mál í hesi samgonguni, sum løgmaður kallar sjálvsábyrgd. Hetta eru grundarlagi undir øllum samgongusamstarvinum: vit fara at frysta ríkisveitingina, so hon gerst minni partur av búskapinum, so hvørt hesin veksur! Bidnir pengar muna ikki og skapa onki! Ódrúgvur er posamatur, søgdu tey gomlu, og hetta vistu tey av drúgvum lívsroyndum.

Búskapargrunnin fáa vit til heystar, brimgarðin, ið okkum tørvar at standa ímóti við.

 

Tað er hugaligt at frætta dagliga frá starvinum hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum, hvussu íðin hann er á uttanlandsøkinum.

Integratiónsætlanirnar hjá landsstýrinum, sum vit í Klaksvík longu hava gjørt, eru nú vorðnar landsdekkandi, tad haldi eg vera ein fong. Nýføroyingunum eiga vit at vísa virðing, bjóða vælkomnum og tryggja, at tey fáa møguleikar at gerast partar av samfelagnum.

At orku- og umhvørvismál fylla nógv í arbeiðssetninginum og fyrstu avrikunum hjá hesi samgongu er mær serliga kært! Vid Sjóhitaskipan, grønari orku hevur landið nú tikið við nýggjum skilagóðum leiðum, sum vit í Klaksvík eisini hava góðar royndir við og alsamt útbyggja. Her skulu vit veruliga seta á!

 

Harra formaður, landsstýrismaðurin í innlendismálum vísti í gjár á, at samgongan hugsar landið alt, betri samanbygt við tunlum og farleiðum, og við akfarsskráanum á Eiðinum í Svínoy verður enn liviligari úti um landið. Tað skal verða enn liviligari um allar Føroyar. Ein góður og málrættaður økispolitikkur leggur dent á spjaðing og viðurkenning av ymiskleikanum í hvørjum einstakum øki. Fyri fólk á útoyggj skulu alsamt betri karmar skapast.

Atløguviðurskiftini í Svínoy hava ikki loyvt størri bilum at koma í land. Tíðin er farin frá, at fólk sjálv stoyta oljuna úr tunnum í tangar. Tá akfarskráin í Svínoy verður liðugur, so fara svínoyingar eins og aðrir borgarar at kunna fáa ta tænastu, oljubilar, bukkubilar, sementbilar o.a. veita.

Tað er hugaligt, at samferðsluviðurskiftini til útoyggj og smá­bygdir alsamt bøtast, so eggjað verður til búseting og øktar møguleikar fyri inntøku og tryggleika.

Ullina seta vit í royndarverkætlan, so hon kann fáast til høldar og um eina tíð kann fremja reella inntøku, bæði sum íkast hjá bøndum, men eisini í størri framleiðslu vid veruligum útflutningsvirði.

 

 

Hvørji eru virði okkara, hvørjum koma útlendingar eftir? Sum løgmadur sigur um ferðavinnuna, so er landið ódálkað, ónortið og ótrúligt….verja vit ikki okkara umhvørvið, bæði viðvíkjandi nógv øktari ferðavinnu og eisini seta okkara vinnu mørk, har náttúran er í vanda fyri eyðræning, so eru vit ikki longur ódálkað, ónortin ella ótrúlig. Og tí eri eg serliga fegin um, at vit til heystar fara undir at gera lóg um náttúruvernd við tí yvirskipaða máli, at varðveita og verja margfeldi í náttúruni, samstundis sum pláss skal vera fyri at menna samfelagið, so atlit í størri mun verða tikin at djóra- og plantusløgum bæði á sjógvi og landi.

 

 

Í kjakinum í gjár var ein floksformaður so smartur at gera samgonguleiðararnar til Ketil og Kálv og Rekamannin, ið gleddust um, at fongurin er mín, og sipaði helst til inntøkurnar í uppboðsøluni, eins og hvalurin hjá rekmanninum. Og endin fór at verða hin sami: Kálvur noyddist at lata kúnna sum gjald, tí hann hevði ovkeypt seg í ovfarakæti. Men talarin gloymdi at siga, at søgan hjá Heðini Brú er um, at nýggja tíðin vid kommersiellum treytum var komin. Tað var gamla bóndasamfelagið, Ketil og bygdin øll søgdu farvæl, tá kúgvin varð leidd nidan bøgarðarnar.

Tíðin var farin frá kúnni sum lívsgrundarlag eins og tíðin er farin frá okkara fiskivinnuskipan. Vit mugu og skulu fornýggja okkum, kúgvin í kjallaranum skuldi fyri langari tíð síðan verið vorðin til annað lívsgrundarlag, tí hon hevur mjólkað tað, hon orkar.

 

Vit byggja land. Saman við øllum teimum, ið her virka og liva, byggja vit framtíðina í Føroyum. Saman við øllum teimum, ið velja at koma aftur, byggja vit land, hvør og ein okkara. Eitt rúmligt og trygt samfelag.

 

Óluva Klettskarð

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad