Lýsing

Keypið føroyskt

Í fleiri førum er føroysk framleiðsla kappingarfør. Bæði í dygd og í prísi. Onkuntíð skulu vit rinda eitt sindur meira við kassa 1. Men tann føroyska vøran og tænastan skapar arbeiðspláss og rindar lønir. Hon gevur serfrøði og førleikamenning. Og so skapar hon eisini trivnað og gevur møguleikar til fólkið í nærumhvørvinum. Soleiðis skapar tann føroyskt framleidda vøran og tænastan eisini búskaparvøkstur og bøtir um handilsjavnan.

Og ikki um at tala, at hon eisini vil minka um Co2-útlátið, tá ið minni verður innflutt.

Soleiðis hevur føroyski brúkarin í longdini fyrimunir av at handla eitt lítið sindur politiskt, og møguleikar at velja føroysku vøruna framum, hóast hann onkuntíð noyðist at rinda eitt litið sindur meira. Júst sum tá ið hann hugsar økologiskt og rindar eitt lítið sindur meira fyri ta vøruna.

Einaferð var rákið, at tað var skeivt at hugsa føroyskt. Tað var protektionisktiskt og var til ampa fyri kappingarføri og ein koddi hjá føroyska virkinum. Men so tagnaði tað nakað. Nú vísti tað seg, at øll okkara grannalond hugsaðu protektionistiskt, so hví skuldu vit ikki eisini gera tað. Hví skuldu vit verða katólskari enn pávin, táið tað um kappingarføri ráddi?

Sjálvandi skulu vit ikki forða fyri innflutningi. Men tað ger onki, um vit senda ein boðskap út til brúkarar og keyparar um at verða tilvitað um at velja føroyskt og líka tilvitað um, hví man velur føroyskt frá.

Vit kunnu ikki áleggja privatfólki at keypa føroyskt. Men vit kunnu hinvegin heita á og minna almennar stovnsleiðarar um at hugsa føroyska framleiðslu í keypi av vørum og tænastum.

Tá ið teir keypa inn til stovnin, verður rinda við almennum pengum, sum vit hava ein áhuga í gevur størst møguligt avkast fyri tað føroyska samfelagið.   Og keypir stovnsleiðarin føroyskt vil tað í flestu førum verða ein fyrimunur fyri føroysk arbeiðspláss og føroyska búskapin.

Tak til dømis Vest Pack, sum bjóðar serframleiddar plastposar, matvørugóðkendar plastposar, papp pakkitilfar, arbeiðsklæði, oljuklæði, handskar, etikettir, osfr.

Tak til dømis Kemilux har tú fært alt sum hugsast til reingerð av húsarhaldum, stovnum, bilum, virkjum osfr.

Tak til dømis MBM, Føroya Bjór, Okkara, Kjøtbúðin, Krás, Gómagott, sum allar eru fyritøkur sum kappast við tað innflutta og eru kappingarførar

Tak til dømis grótvirki í Skopun, Strandamáling og Elektron og lemmavirki í Vági.

Tak Guðrun og Guðrun, Sirri, Navia, Snældina og Tøting.

 

So leingi hesar liva upp til sítt góða umdømi og eru í flestu førum kappingarførar er alt sum talar fyri, at tað er skilagott hjá tí almenna at velja hesar.

 

Annita á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad