Lýsing

Røða hjá Annitu á Fríðriksmørk

Harra formaður

Eg fari fyrst at takka løgmanni fyri røðuna. Ein røða, sum kom í kjalarvørrinum av tveimum øðrum góðum røðum – eisini hildnar á Ólavsøku.  Tær báðar: setanarrøðan og prædikan í kirkjuni.

Men hvat hava tær báðar røðurnar – hon hjá Suna Merkisstein og hon hjá Derhardi Jógvanssyni at gera við røðuna hjá løgmanni? Jú tær hava allar tað til felags, at tær viðgera okkara leiklut í tíðini, vit liva í.

Suni Merkisstein helt, at individualisman hevði loyst av idealismuna og Derhard Jacobsen helt, at vit áttu at givið felagsskapinum størri rúmd.  Nakað tað sama sigur løgmaður: Latið okkum nú saman byggja framtíðina í Føroyum. latið okkum tryggja eitt samfelag, har ið vit taka hond hvør um annan. Eitt samfelag, sum ikki letur nakran detta niðurímillum. Eitt samfelag, har rúm er fyri okkum øllum.  Stór orð sum bjóða felagsskapinum inn og idealismuni sæti.

Skal almenna felagsskapinum verða lív lagað er neyðugt eisini at vísa fíggjarligt varsemi. Tí ætlar samgongan aftur at hava yvirskot á fíggjarlógini aftur í 2017.

5 milliardir hava vit at arbeiða við. Við so nógvum pengum eiga vit at kunna hava eitt ríkt og blómandi vælferðarsamfelag. Og sum Derhard prestur minti okkum á í prædikuni, so mugu vit siga peninginum, hvar hann skal fara, annars  rýmir hann! Avbjóðingin hjá okkum er at býta pengarnar rætt, neyvt og samhaldsfast.

Søguligu sveiggini í búskapi okkara og alheims búskapinum vísa, at vit hava ikki altíð sagt honum, hvar hann skal fara, ella vit hava ikki dugað í nóg stóran mun at sagt honum, hvar hann skal fara, tí hevur hann tað við at ríma.

Men tað gongur væl í Føroyum í løtuni, ómetaliga væl –hetta vátta  í øllum førum hagtølini á aftastu síðunum í løgmansrøðuni. Fólkatalið veksur, arbeiðsloysið er lágt, lønarútgjaldingarnar og bruttotjóðarúrtøkan eru hægri enn nakrantíð.Og vit flyta enntá meira út enn vit flyta inn. So her gongur væl.

Men fyri tað, um tað gongur væl, eiga vit ikki at leggja okkum afturá og billa okkum inn, at tann heilaga grøvin er væl vard, – tí tað er hon neyvan.  Søgan hevur tað við at endurtaka seg, og tí vita vit, at kurvarnar fara at venda, sveiggini fara aftur at ganga hin vegin.

Vit eiga eisini at hava eitt vakið eyga við eini aðrari kurv, sum fylgir inntøkusíðuna. Og tað er kurvin við útreiðslutølunum. Tað sær út til at hesar báðar kurvarnar fylgjast í so parrallelt uppeftir.  Tí gleðir tað meg, at ætlanin er at seta á stovn landsbankan aftur í hesi tingsetuni og eisini búskapargrunnin. At hava ein búskapargrunn er tað sama sum at spara upp í góðum tíðum.

Tí “Ódrúgt er skjótfingið ríkidømi, men tann, sum savnar smátt og smátt, verður ríkur.”  Fingu vit at vita Ólavsøkumorgun.

Men tað er ikki bara við fíggjarlógini vit skulu hava eitt neyvt eyga. Hyggja vit til dømis at støðuni hjá botnfiskinum, so hevur hann verið álitið hjá føroyinginum  í øllum førum síðani fiskimarkið fór út á 200 fjórðingar. Men nú hevur heimaflotin tað ikki gott. Togtoganin stendur millum, um vit skulu trúgva at tað bara er náttúran, sum spælir okkum eitt puss, ella um tað veruliga er ovurfisking, sum er orsøkin til døpru tølini hjá heimaflotanum.  Vit síggja at avreiðingar av feskfiski í fjør var tað sama sum í 1993, tá ið kreppan av somu orsøk var uppá tað harðasta,  og avreiðingarnar í fjør vóru bara helvtin av tí, sum tað var fyrst í hesi øldini. So har er støðan álvarsom.  Er tað náttúran, sum ger um seg, so er lættari bara at lata standa til, men er tað ovurfisking, so er avbjóðingin hjá politiska myndugleikanum størri.

Er støðan hørð hjá botnfiskinum, so er hon so mikið hugaligari hjá alivinnuni og uppisjóvarvinnuni.  Meðan aliviannan hevur økt um útflutningsvirið við tí dubulta frá 2009 til 2015 so er avreiðingarvirðið á sild, markrel og svartkjafti  nærum fýrafaldað sama tíðarskeið. Hesar báðar vinnurnar hava tí ikki bara kompensera fyri mist arbeiðspláss og inntøkur frá heimaflotanum, men givið búskapartølunum tað mista og væl afturat. Eisini ferðavinnan hevur tikið dik á seg og hevur ein umsetning sum er væl omanfyri ½ milliard.

Men vandi er í hvørjari vælferð. Avbjóðingin er tí allatíðina at halda sjúkum frá tilfeingisvinnum, so sum  ILA og lús.

Eisini ferðavinnan má verða á varðhaldið.  Samstundis sum vit leggja dent á at menna innlendis ferðavinnu, er neyðugt at taka atlit at náttúruvernd og burðardyggari menning í vinnuni.

Allar hesar vinnur  sum vit ynskja at menna og geva góð kor at arbeiða undir.

Ikki minst handilsvinnan og alt tað sum kemur undir føroyska framleiðsla.

Vit  hava tørv á innflutningi, men vit hava so sanniliga eisini tørv á at tað verður keyp føroyskt!  Hví áleggja vit ikki øllum almennum stovnsleiðarum, at keypa føroyskt, tá ið tað er møguligt, og tá ið goldið verður við almennum pengum? At menna føroyska framleiðslu skapar arbeiðspláss, førleikar, trivna og fólkavøkstur.

Og hví virka vit ikki makrelin víðari til spennandi hávirðis vørur í Føroyum, so vit skapa nógv størri virðisøking og spennandi arbeiðspláss – ikki á fiskavirkjum, men á matvøruvirkjum? Koyra hann í dós ella framleiða gourmet vørur til evropeiska marknaðin t.d.

Man tað verða tí at vit ikki eru eitt sjálvstøðugt land, sum kann verða partur av EFTA og av EBS og soleiðis fáa atgongd til 27 fríhandilsavtalur í einum.

Okkara ríkisrættarliga spennitroyggja ger, at vit altíð skulu finna onkrar sniðgøtur til altjóða samstarv, vit vilja so gjarna verða við, men tora ikki ordiliga. Vit vilja gjarna sita við borðið har sjálvsstøðugar tjóðir sita, men ikki ordiliga, – kanska sum eygleiðarar, og kanska enntá við talirætti, men bara ikki ordiliga. Hetta avmarkar okkara virkisøki á altjóða pallinum. Tað er so nógvir inntøkumøguleikar í einum fullveldi. Júst tí, er tað júst fullveldi, sum allar heimsins tjóðir berjast fyri. Veit væl at her koyrir tokið ikki so skjótt sum Tjóðveldi vildi ynskt, men tað er hinvegin gleðiligt at tað koyrir. Haldi at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum ger tað hann kann undir teimum avmarkingum sum ríkisrættarstøðan gevur okkum.

 

Samgongan hevur eisini sett sær fyri at geva fólkinum høvi at samtykkja egna stjórnarskipan á eini fólkaatkvøðu komandi ár. Ein stjórnarskipan sum staðfestur at tað er í Føroyum at avgerðarrættur føroyinga liggur, umframt at hon kemur at áseta tær grundleggjandi skyldur og tey rættindi vit hava sum fólk.

Krevja vit sum politiski myndugleiki ikki okkara rætt og geva vit heldur ikki fólkinum møguleika at krevja sín rætt, tá eru tað onnur sum fara avstað við hesum rætti og tulka hann til sín fyrimun og ikki okkara. Tað hevur søgan víst so mangan.

Eisini eru vit samd um at taka mál á føroyskar hendur.

Hetta vilja vit tí vit vilja taka ábyrgd. Ábyrgd mennir eitt fólk og tað mennir eina tjóð, tað skapar arbeiðspláss og gevur inntøkumøguleikar

Men hvar enn vit so fara eftir marknaðum, avtalum og inntøkumøguleikum, so er avbjóðingin her í húsinum at tryggja at tað sum kemur inn, verður sett við  so tað skapar ávøkst. Avbjóðingin er at býta inntøkunar rætt út, neyvt og samhaldsfast.

M.a tí er so neyðugt at vísa okkara smæstu og ungu ans. Frá almennari síðu er tí neyðugt at vísa fólkaskúlanum og barnagørðum størsta ans.  Krøvini til hesi eru stór. Og tað skal tað verða. Hava barnagarðarnir, sum nú er kommunalt øki, og fólkaskúlin ikki tey neyðugu amboðini og krøvini at geva børnum okkara og teimum ungu gott í beini,  so fasthalda vit trupulleikum og flyta hesar við børnunum til ein eldri aldur.

Tann sparing vit gera í barnagarðinum og í fólkaskúlanum kemur við vissu at síggjast aftur í neyðugari hægri játtan í almannaverkinum – bara nøkur ár seinni.   So gott í tykkum á fremsta bonki, at tit hava eyga fyri hesum.

Harra formaður

Vit eru á eini broytingarkós, vit eru enntá millum heimsins fremstu tjóðir – sigur løgmaður.  Fantastiskt. Ein æra sum nógv eiga sín lut í. Ikki minst vinnulívið sum hvønn morgun tryggjar virksemi kring landið alt, bæði á sjógvi og landi. Ikki minst allar familjurnar, sum úti á bygd og í býum okkara tryggja at børn okkara fáa gott í beini og eina trygga og mennandi tilveru.  Familjurnar sum tryggja kærleika, nærleika og umsorgan, sum er so grundleggjandi fyri tað menning, sum sæst innanveggja, men sanniliga eisini grundleggjandi fyri tað menning og tann trivna sum sæst uttanveggja, bæði í vinnulívinum og í frítíðarlívinum.  M.a tí raðfestir hendan samgongan familjuna. Vit vilja at øll skulu kunnu verða við. Vit hava longt barnsburðarfarloyvið og fara at leingja tað enn longri komandi ár.  Vit hækka barnafrádráttin fyri børn undir skúlaaldur. At tryggja teimum smæstu samveru við foreldrini so nógv og leingi sum møguligt er grundarsteinurin fyri góðari menning hjá barninum. Eisini tí velja vit at raðfesta bústaðarmøguleikarnar – eisini hjá teimum, sum bara kunnu gloyma alt um at fáa lán til tað tak yvir høvdið, sum marknaðurin í dag bjóðar.

Løgmaður sigur, at javnstøða er ein fortreyt fyri einum burðardyggum Føroyum. Ljóðar mest sum ein klisje, men hyggja vit um heimin allan síggja vit, at tey lond, sum eru best fyri, eru tey lond, har javnstøða verður raðfest.

Har man útihýsir øðrum kyninum ella minnilutabólkum ella ávísum landaøkjum, har forðar man potentiellum talentum og menniskjansligum tilfeingið at byggja tað land man umboðar.  Tí eri eg stolt av at verða partur av eini samgongu, sum hond í hond við vinnulívið, við vælferðartænastur kring alt landið eisini tekur tað sum eina sjálvfylgju at javnstøða skal mennast og styrkjast.

Eisini tá um javnstøðu millum økini í landinum ræður. Vit ynskja at halda fram við at byggja landið út við betraðum tunnils og vegasambandi. Undisjóvartunnilin til Eysturoynna er byrjaður og tann til Sandoynna er næsta stig.  Má okkara vón verða at vit á hædd við viljan at útbyggja vega og tunnilsnetið eisini eru sinnað at viðlíkahalda hesar. Veit væl at tað er størri prestisja í at gera ein tunnil og ein veg enn at viðlíkahalda hann, men tað seinna er eins neyðugt. Eisini er neyðugt at vit finna eina smahaldsfasta samferðsluloysn fyri alt landið.

Onki samfelag er sterkari enn tann veikasti liðurin. Tað er tí okkara stóra avbjóðing at menna tað heilsuverk og tað sjúkrahúsverk, sum bara má og skal virka á nýmótans støði. Eitt aðalmál má verða at gagnnýta øll trý sjúkrahúsini betur og til fulnar. Sjúkrahús kring allan vesturheimin menna seg innan ávís serøki. Hetta er ein avbjóðing fyri okkum, sum noyðast at verða nokkso generaliserandi tá um fakøki ræður innan sjúkrahúsverkið. Vit kunnu sjálvsagt ikki veita allar tænastur, men kunnu samstarva við onnur lond og sjúkrahús um nógv serøki. Men vit gera tað vit kunna, og vilja m.a. byggja ein nýggjan meginbygning til Landssjúkrahúsið, samstundis sum psykiatriska økið skal raðfestast.

vit eru samd um at vit skulu hava fremstu vitan og gransking um fiskastovnar og vistfrøðiligu skipanirnar í havinum.

Vit eru samd um at farast skal frá privatari sølu av loyvum og fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan, har tað almenna bjóðar út fyri hóskandi tíðarskeið.

Vit eru samd um at royndirnar innan uppboðssølu av fiskirættindum eydnaðust so mikið væl  at hesar eru verdar at eftirmeta og byggja víðari á. Og vit eru samd um at 10%  av inntøkunum frá uppboðssølu skal fara til fiskivinnugransking.

Hetta gera vit tí vit vita at tá tað um rættindi ræður, tá um okkara leiklut í altjóða samstarvi ræður, tá ið vit sita við samráðingarborðið við onnur lond –  so er vitan, skjalfest vitan besta amboðið at røkka okkara áhugamálum. Aftur her, so eru tað bara vit, sum arbeiða fyri okkara áhugamálum, og tí mugu vit lata okkum so væl í sum til ber fyri at røkka hesum.

 

Jú, vit eru á eini broytingarkós. Ein æra sum nógv eiga sín lut í. Eisini undanfarna samgonga.  Sjálvandi byrjar ongin samgonga á nullpunktinum, men byggir á herðarnar hjá teimum sum undan gingu. At stýra einum landi krevur breiðar herðar. Men tað er langt frá bara tey sum stýra, sum kunnu taka sær æruna ella hava skylduna av gongdini. Fortreytir, sum vit ikki eru harrar yvir, hava sín tíðandi leiklut í gongdini. Fiskastovnarnir, oljuprísirnir, rentan osfr. Men við hesum amboðum og fortreytum er tað okkara avbjóðing at stýra fyri allra besta.

 

 

 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad