Lýsing

Røða hjá Ingolf Sólheim Olsen

Røða sum Ingolf Sólheim Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi helt í samband við 1. viðgerð av ólavsøkurøðuni hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni:

Harra formaður

Fari at takka løgmanni fyri eina víðskygda, bjartskygda og kveikjandi ólavsøkurøðu. Startskotið til nýggju tingsetuna.

 

Sjálvandi kunnu vit altíð leitað eftir onkrum, sum vit vildu hoyrt meira um, men gjøgnumgangangdi haldi eg røðuna vera sera umboðandi fyri tað, sum samgongan longu hevur gjørt – og serliga tað, hon ætlar frameftir.
Og við uppibornu virðingini fyri tí arbeiði, undanfarnar samgongur hava gjørt, og hvørs herðar arbeiðið hjá hesari samgonguni í nógvum førum byggir á.

 

Onkur fýlist á, at Marsanna og Palleba ikki hava rúm í røðu løgmans.

Soleiðis lurta tey, sum fyrst og fremst hugsa hesin ímóti hasum, eg ímóti tær, vit ímóti hinum, heldur enn um felagsskapin.

 

Jú Marsanna og Palleba eru væl umboðað í ólavsøkurøðu løgmans og í politikki samgongunnar, tí hann er inkluderandi, hann umfatar okkum øll, og vit vilja, at tey, ið trongja mest, fáa hægstu raðfesting.

 

Onkur fýlist á, at ólavsøkurøðan er tað bera sjálvrós, hóast løgmaður í røðuni leggur dent á eisini at geva andstøðuni rósandi orð fyri hennara avrik, tá hon sat í samgongu.

 

Tað skal tó verða mín vón, at vit í øllum førum partvíst fáa lagt samgongu-andstøðu-retorikkin til síðis, tá politisk stórtøk skulu takast í næstum. Eg hugsi serliga um fiskivinnunýskipanina, tí hon liggur fyrst fyri, men onnur eins týðandi og stór tøk eru at taka – eg kann nevna menningarætlanina fyri heilsuverkið, pensjónsnýskipanin og arbeiðið at smíða eina føroyska grundlóg.

 

Arbeiðsbólkurin, sum arbeiðir við fiskivinnunýskipanini, hevur fingið longda freist til 1. oktober at koma við sínum tilmæli, men tað eru bara tveir mánaðir til tað.

 

Løgmaður nevndi fiskivinnunýskipanina fyrst í síni røðu, og tað lýsir eisini, hvussu týdningarmikla samgongan heldur hesa nýskipan vera.

 

Men harra formaður, eg ivist í, um smalar politiskar semjur, ið ikki eru framtíðartryggjaðar, kunnu gera seg fortjentar til heitið ”nýskipan”.

Smalar politiskar semjur í dag kunnu lættliga smildrast sundur í morgin. Tað vita vit.

 

Tí haldi eg tað vera sera, sera týdningarmikið, at hetta høga ting megnar at taka lógvatak saman og gera eina breiða semju um okkara fiskivinnu. Tað skylda vit øllum Føroya fólki, sum vit eru sett her at umboða.

 

Eg ivist heldur ikki í, at tað fer at bera til at gera eina breiða semju, helst øll 33 tingfólk saman, um eina fiskivinnunýskipan, sum tryggjar:

  • At vit fram eftir fara at hava eina bæði lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygga fiskivinnu, sum kastar mest møguligt av sær til ALT samfelagið – tað merkir eisini eitt meira rættvíst býti av hesum virðunum og virðisøkingini av tí.
  •  Sum tryggjar virksemið kring alt landið.
  •  Sum tryggjar, at alt tilfeingið kemur til høldar og verður virðisøkt.
  •  Og sum knæsetir, at okkara fiskatilfeingi er og verður verandi ogn hjá okkum føroyingum øllum.Hvør kann vera ímóti hesum?

 

Partar av andstøðuni hava gjørt fiskivinnunýskipanina til bara at vera ein spurning um uppboðssølu ella ikki av fiskatilfeinginum. Allar millumrokningar og ymisku kombinasjónsmøguleikarnir verða ignoreraðir fyri at mála eina væl konstrueraða mynd – nevniliga at samgongan bara ætlar at forkoma fiskivinnuni og møguleikunum hjá teimum, sum í dag hava sín vinnuveg í henni.

 

Tað sær eisini út til at vera ógvuliga umráðandi hjá ávísum andstøðupolitikarum at fáa staðfest, at royndaruppboðssølan av fiskatilfeingi í summar hevur verið ein fiasko, øll sum hon er.

Men eg haldi, at ein roynd sum henda ongantíð kann verða annað enn væleydnað, tí tú fært tilfar til vega, sum vísir, hvat kanska er snilt at gera, og hvussu vit í øllum førum ikki skulu gera.

 

Royndaruppboðssølan vísti í øllum førum, at VERANDI aktørar halda, at tað, sum teir fyrr fingu fyri onki, hevur eitt rættiliga stórt virði, meðan tað enn svimir frítt í sjónum. Og teir eru sinnaðir at kappbjóða um hetta tilfeingi, um tað skal vera.

Tað er rætt, at nýggir aktørar sluppu ikki upp í part, men teir vóru til staðar á marknaðinum og bjóðaðu. Tó vóru teir ov stuttir. Vit skulu tó hava í huga, at henda royndaruppboðssølan vegna politiskan turbulens slapp rættiliga seint av bakkastokki. Tað kann vera, at nýggir aktørar høvdu havt ein betri møguleika, um skotbráið var longri – altso at uppboðssølan var samtykt og skipað væl fyrr upp á árið.

 

Magni Laksáfoss hevði eina konstruktiva røðu, har hann spurdi um succes-kriteriið fyri royndaruppboðssøluni og fegnaðist um, at tað IKKI var at fáa meira í landskassan. Sum eg skilti hann, so ynskir hann heldur ikki, at meirinntøka í landskassan skal vera eitt mál við sjálvari nýskipanini.

 

Nei, succeskriteriið fyri royndaruppboðssøluni var ikki at fáa eyka inntøkur til landskassan.

Men eg skilji ikki, hví summi halda tað vera so umráðindi at siga, at vit ikki skulu hava øktar almennar inntøkur úr okkara fiskivinnu, eftir at hon er skipað av nýggjum, tí sjálvsagt skulu vit tað.
Vit skulu hava avkast av okkara felags ogn, nevniliga tilfeingisrentuna. Og tað er ikki tað sama sum at fara eftir tí náttúrliga vinninginum.

 

Annars skal eg enn einaferð mana í jørðina, at ein uppboðssøla av kvotum og stutttíðar-rættindum er einasta modellið fyri einari fiskivinnunýskipan, sum er til diskussión hjá hesi samgonguni.

Tað er ein ræðumynd, sum serliga Fólkaflokkurin roynir at mála, men hon verður ikki sannari av tí.

 

Tað er eisini lætt bara at rópa upp og kritisera, tá man sjálvur onki ætlar at gera. Og at Fólkaflokkurin ikki ynskir at broyta verandi fiskivinnupolitikk yvirhøvur, tað hevur fyrrverandi fiskimálaráðharrin, framsøgumaðurin í fiskivinnumálum hjá Fólkaflokkinum, fleiri ferðir gjørt púra greitt.

Hetta hóast gýtingarstovnarnir hjá bæði toski og hýsu sambært serfrøðini eru søguliga illa fyri og í stórum vanda fyri at kollapsa.

Og hetta, hóast heimaflotin í áravís hevur koyrt við stórum hallum.

Men at samgongan við síni fiskivinnunýskipan ætlar at forkoma vinnuni er sjálvsagt tað longsta, vit kunnu koma frá veruleikanum.

Sjálvandi vilja vit ikki at forkoma fiskivinnuni. Tvørturímóti vilja vit stabilisera hana og betra fortreytirnar fyri, at hon kann kasta væl meira av sær enn í dag, okkum øllum at frama.

 

Fyri okkum í Tjóðveldisflokkinum hevur ein stabil og lønandi fiskivinna heilt óalmindiliga stóran týdning, tí tað er fortreytin fyri, ar vit heldur í dag enn í morgin sjálvi klára at fíggja okkara vælferð og okkara skyldur, so vit eisini kunnu taka fult ræði og fulla ábyrgd av hesum landinum.

 

Eg hevði eisini ynskt, at sambandsmenninir høvdu rætt, tá teir her uppi upp í saman royna at trútta niður í fólk, og serliga sambandssinnaðar javnaðarveljarar, at arbeiðið við einari nýggjari føroysk grundlóg í sær sjálvum snýr seg um at taka loysing. Gævi tað var so.

 

Men eg bæði vóni og vænti, at fólkið er meira begávað enn at lata seg lumpa av sambandsretorikkinum.

 

Ein nýggj føroysk grundlóg snýr seg um at definera okkum sjálvi sum fólk við egnum sjálvsavgerðarrætti í øllum lutum og annars við øllum tí verðsliga, andliga og mentanarliga, ið eyðkennir eitt sjálvstøðugt fólk.

 

Hesin sjálvsavgerðarrættur skal ikki vigast upp ímóti donsku grundlógini ella øðrum millumlanda avtalum, vit eru partur av, men bara í mun til okkara egna samleika, og hvussu vit definera hann.

 

Tá vit hava staðfest henda sjálvsavgerðarrættin í okkara egnu grundlóg, kunnu vit brúka hann til at taka loysing. Ella vit kunnu brúka hann til at lata vera við at loysa. Fyri at gera tað fyrra í einari handavending krevst tó ein onnur samgongusamanseting enn henda. Tað veit veljarin, og tað veit sjálvt Sambandsflokkurin.

 

Um vit hyggja at støðuni í samfelagnum sum heild, so er alt ikki so ljósareytt, hóast hjólini mala við fullari ferð, og búskapargongdin er góð.

 

Vit hava eitt sjúkrahúsverk, sum í  mínum eygum er í fríum falli, og eg haldi, at tað hevur annað og betri uppiborið enn eitt eljustríð um, hvør og hvussu nógv skulu stýra tí.

Vit skulu hava eitt aðalaorðaskifti um hetta í heyst, og vónandi fer tað at leggja lunnar undir eitt breitt politiskt samstarv um at menna og framtíðartryggja heilsuverkið og fáa tað lagt í tryggjar og VARANDI karmar.

Vit mugu í tí sambandinum eisini vera til reiðar at gjalda tað, sum tað kostar, men eg eri sannførdur um, at tað ikki bert er ein spurningur um pengar at fáa loyst nógvar av teimum stóru trupulleikunum, sum eru í heilsuverkinum.

 

Vit hava eisini ein bústaðarstøðu, ið avdúkar eina politiska skipan – okkum sjálvi – sum fullkomiliga hava svikið.

Við umleggingini av Húsalánsgrunninum á sinni og grundleggingini av stovninum Bústøðum fyri nógvum árum síðani, varð lovað fólkinum, at atgongdin til bíligar bústaðir fór at verða munandi betrað.

Í dag er støðan tann, at fólk flyta av landinum, tí tey annaðhvørt onki fáa at búgva í, ella ikki hava ráð til tað, ið kann fáast. At nettoflytingin kortini er í pluss, og vit hava fólkavøkstur, tað er at gleðast um, men tað er ikki eitt prógv um, at vit hava gjørt nær námind nóg mikið fyri at betra um korini hjá teimum á niðastu rók.

Vit SKULU gera nakað ítøkiligt, og sum veruliga merkist, beinanvegin á bústaðarøkinum.

 

Á pensjónsøkinum er arbeiðið at gera nýskipan longu í gongd, men tá tað snýr seg um fyritíðarpensionistarnar, so haldi eg, at støðan hjá nógvum av teimum er so syndarlig, at vit beinanvegin mugu lyfta tann partin og ikki bíða, til ein nýskipan liggur á borðinum.

 

Harra formaður.

Á ferðavinnuøkinum haldi eg tað vera gleðiligt, at vit síggja vøkstur, og at onnur enn føroyingar síggja eitt stórt vakstrarpotensjali í hesi vinnuni.

Tess størri týdning hevur tað, at vit beinanvegin syrgja fyri at skipa okkara ferðavinnu soleiðis, at hon ikki verður ein neyðtøka av okkara náttúru. Tíverri eru fleiri staðir longu nú stórir trupulleikar við at verja náttúruna – lundaland, fuglabjørg og beran haga – ímóti árinunum av vaksandi ferðafólkastreyminum.

Vit mugu ansa eftir, at tey, sum koma her, ikki óætlað oyðileggja tað, tey komu higar at síggja.

 

Við tí stóra máli, vit hava sett okkum við ferðavinnuni – ein milliarda umsetning í 2020 – haldi eg tað vera eina avgerandi fortreyt, at vit hava fólk við málrættaðum útbúgvingum at virka í hesi vinnuni.

Tí hevur tað skund at fáa stovnað eina ferðavinnuútbúgving her á landi, ein ferðavinnuskúla.

Hann sakni eg í ólavsøkurøðuni og tí, sum annars er stungið út í kortið av landsstýrinum fyri hesa tingsetuna.

 

Harra formaður.

Eg havi hug at tríva í mangt annað, men tíðin er ikki til tess nú, so eg endi her.

 

Takk fyri

 

 

 

 

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad