Lýsing

Karin Kjølbro og Høgni Lisberg við á Doktaragrund

Í nógv ár hevur tað verið fastur táttur ólavsøkudag, at Unga Tjóðveldið skipar fyri fólkafundi á Doktaragrund. Hetta er 14. árið á rað, at Unga Tjóðveldið skipar fyri fólkafundi ólavsøkudag. Røður, skjaldur og tónleikur er á skránni.

Í ár bera Karin Kjølbro, onnur av fyrstu kvinnunum, ið varð vald á Føroya Løgting, og Rasmus Steintórsson Biskupstø, ið bera fram røðu. Rasmus Steintórsson Biskupstø er júst liðugur við bachelorútbúgving innan sosialvísind og samfelagsplanlegging.

Carl Jóhan Jensen, rithøvundur, ber fram síni eyðkendu skjaldur.

Víðakendi og dugnaligi Høgni Lisberg framførir til fólkafundin. Hann hevur givið fleiri fløgur út og er sera væl umtóktur.

Enda verður við tjóðsanginum.

Fólkafundurin byrjar kl. 19. Elsa Berg, forkvinna Unga Tjóðveldisins, bjóðar vælkomin.

Unga Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad