Lýsing

Amerikanska valið: tann savnandi fer at vinna!

Tað tiltalaði meg, tá ið Hillary Clinton dróg mammuna og dóttrina inn í valtaluna. Veit væl, at tað var útspekulerað, men tað klæddi Hillary. So hatta riggaði! 🙂 
Hillary sigst verða lyninteligent og er sera ambitiøs. Tveir eginleikar hon sum kvinna má kamoflera, um hon skal verða vald. Hugsi hinvegin at hon skal vísa støðufesti, verða álitisvekjandi, verða í sálarligari javnvág; og so ger tað onki, um hon vísir, at hon er bæði ein góð mamma og ein góð dóttir.
Hon hevur drúgvar royndir sum leiðandi í topppolitikki í USA, og hóast hon fær nógvar negativar viðmerkingar, so tykist hon at verða støðuføst, og í sálarligari javnvág. Hon var eisini hon, sum undir Bill Clinton, stríddist mest fyri at fáa eina heilsu- og sjúkrahússkipan fyri øll í USA. Hetta miseydnaðist kortini hjá henni, men hon vísti har, hvar hon er hugsjónarliga. At hon í ávísan mun vil bøta um øgiliga ójavnan í USA. 
Stóri fyrimunurin hjá Hillary er, – hugsi eg -, at hon skal dystast móti Trump. Trump er komin sær langt, tí hann er so ópolitiskur sum nakar, at sjálvt kendir republikanarar vísa honum bakið. Tað hevur tó higartil verið honum til fyrimuns, – tað riggaði at hótta við at blaka mexicanarar suður um markið, at forða muslimum uppihald í USA, og kvetta sambandið við Kina osfr. Og so hevur hann tosað niðrandi um konufólk – alt fyri at fáa uppmerksemi og látur frá áhoyrarum. 
Men nú er støðan ein onnur. Hann verður neyvan valdur í einum multikulturellum samfelag, um hann áhaldandi tosar niðrandi um muslimar, svørt, kvinnur, meksikanarar osfr. Men í politikki ber alt til, siga tey, og megnar hann nú at vinna við at verða ein savnandi figurur so passar tað!
Men good luck for Hillary Clinton, spennandi verður at fylgja við frá nú av.

 

Annita á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad