Lýsing

Sankti Frans fyri býráðið

Málið um framhaldsdeild í Sankta Frans skúla er ikki liðugt viðgjørt í Tórshavnar býráð. Eftir almenna fundin herfyri, tá borgarstjórin lovaði, at málið varð tikið uppaftur, hevur ein viðgerð verið yvir háls og herðar í umsitingini og í mentamálanevndini.

 

Her málaði umsitingin tankarnar og ætlanirnar um framhaldsdeild í Sankta Frans eins svartar og burturvið sum nevndarformaðurin Helena Dam á Neystabø ger á in.fo í dag. Her var ongin glotti at hóma í nøkrum setningi.

 

Málið er kortini ikki avgreitt av býráðnum fyri tað, um ein tepur meiriluti í mentamálanevndini tók avgerð um ikki at gera eftir ynskinum hjá foreldrum at børnum í Sankta Frans.

 

Undirritaði hevur kravt málið til viðgerðar í býráðnum, so skjótt, sum til ber. Har kann málið so standa sína avgerandi roynd. Ymsar meiningar eru millum býráðslimir um spurningin at hava eitt sindur av framhaldsdeild í miðbýnum.

 

Tí ber ikki til at siga í dag, at málið er avgreitt. Tann avgerandi støðutakanin er tann, sum Tórshavnar býráð tekur á komandi býráðsfundi.

 

Um málið fellir ella verður samtykt í býráðnum ber heldur ikki til at siga, fyrrenn býráðsfundurin hevur verið.

 

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad