Lýsing

Býráðið og inntøkurnar

Tað er eindømi, at landsins størsta kommuna fær 72 milliónir krónur, ella meir enn 10 prosent, í meirinntøkum eitt skattaár. Tá skuldi mann trúð, at kommunan stóð væl í tí. Tí, áðrenn hesar 72 milliónirnar, hevur kommunan havt aðrar 800 milliónir krónur í skattainntøkum at klára seg fyri í 2015.

Árið 2016 er ikki hálvrunnið, og longu hevur meirilutin í Tórshavnar býráð játtað alla meirinntøkuna burtur. Ikki eitt oyra er eftir av teimum 72 milliónunum. Hvør einasta króna fer til útreiðslur, sum ikki vóru ætlaðar ella ikki settar á fíggjarætlanina.

Afturgjald av lánum átti at staðið á fíggjarætlanini. Tað gjørdi tað ikki. Nú verða 16 mió kr goldnar burturav meirinntøkunum. 12 milliónir krónur fara til lestraríbúðirnar í Kommunuskúlanum. Tær stóðu heldur ikki á fíggjarætlanini, og býráðnum varð sagt, at hendan byggiætlan fór ikki kosta kommununi eina krónu!

Eldraøkið hevði sum væntað einar 10 milliónir í halli í 2015. Teir pengarnir eru nú játtaðir av meirinntøkunum. Haraftrat eru eldraøkinum játtaðar 8 milliónir av meirinntøkunum til at fíggja hall í ár. Aðrar fýra eru játtaðar til hetta sama hall av óbrúktum rakstri.

Ársins hall á eldraøkinum verður ætlandi 13,3 mió kr. Tá verður roknað við sama rakstri sum í fjør og ongum nýggjum átøkum. Men eldraøkinum tørvar mangt slíkt, skal tænastan verða á einum nøktandi stigi.

Ongi stig eru enn tikin til tað, men 7 mió krónur eru játtaðar til fríðkan og viðlíkahald í býnum, 5 milliónir til Tórsvøll, 2 mió til Mullers pakkhús, 1,5 mió til svimjihøll, 2 mió kr til asfalt, 1,2 mió til húsaumsiting, 1 mió til fótbóltsvøll í Hoyvík og 1,8 mió til bankan í Niels Finsensgøtu.

Sum sæst her, hevur samgongan á Vaglinum verið sum gribbar eftir hvørjum oyra, ið kom inn í meirinntøkum. Ikki bert hava tey brúkt inn á bein av fíggjarætlanini 2015, tey hava eisini brúkt allar meirinntøkurnar eftir nøkrum fáum døgum.

Oman á alt hetta, verður nú lagt til brots at fíggja tann stóra Skúlan á Fløtum til helvtar við bankalánum. Ólíka betri hevði verið, at hjúklað varð meiri um tær óvæntaðu meirinntøkurnar. Tvey og hálvfjerðs milliónir krónur høvdu rokkið til at gjalda ein heilan fimting av tí, sum skúlin ætlandi kostar.

Av berum grammleika upp undir býráðsval mugu pengarnir fyri skúlan nú takast sum lán! Eyðkennið hjá breiðu samgonguni er, at hon hevur fingið lítið av sínum ætlaða politikki í lag, og nógv av tí, sum er farið av bakkastokki, hevur verið illa frágingið og merkt av alstórum seinkingum og dýrkanum, eitt nú trappan, brúgvin, bankin og sjóvinnuhúsið.

Tí verða tær neyðugu íløgurnar nú  hongdar um hálsin á komandi býráð og skattaborgarum í nógv ár fram í tíðina. Hetta skeiðið við javnaðarflokkinum einsamøllum í meiriluta við fólkaflokki og sambandi sum lærhvølpum hevur av sonnum verið – og fer at gerast – ein dýrur umgangur fyri Tórshavnar kommunu.

Jógvan Arge varaborgarstjóri í Havn

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad