Lýsing

Her liggur almikið á láni

Íløgujáttanin hjá TK hevur seinastu trý árini ligið millum 263 og 299 mió kr. Tá eru framfluttar íløgujáttanir tiknar við. Tær framfluttu játtanirnar hava hesi árini ligið ímillum 108 og 167 mió kr. Sostatt hevur kommunan seinastu árini einans framt umleið helvtina av ætlaðu íløgunum fyri árið.

 

Jógvani Arge segði á býráðsfundi í Havn, tá roknskapurin var til viðgerðar, at har skilst, at framflytingin av íløgum frá 2015 til 2016 verður ikki minni enn 155 mio krónur. Hetta er meir enn helvtin av tí, sum varð sett av til íløgur í fjør.

 

Grannskoðarin er ikki fegin um hesa gongd. Hann sigur, at av tí, at skattaprosentið verður ásett í mun til rakstrarætlan og íløgu og útlánsætlan kann hendan mannagongd vera óheppin.

 

Tí mælir grannskoðarin enn eina ferð til, at mannagongdin verður broytt soleiðis, at játtanin fyri hvørt árið sær endurspeglar, hvørjar íløgur kommunan kann væntast at fremja í árinum, sum ætlanin fevnir um.

 

Meirnýrsla góðkennast beinanvegin

Sambært kommunustýrisskipanini skulu tær ymsu nevndirnar ansa eftir, at brúktir verða ikki fleiri pengar, enn avsettir eru á fíggjarætlanini ella eru játtaðir við serstakari viðtøku. Býráðið kann eisini veita eykajáttan við tveimum samtyktum við 14 daga millumbili.

 

Við hvørja eykajáttan skal vísast á, hvussu hon verður fíggjað. Í farna ári hevur verið meirnýtsla á einstøkum greinum í rakstrinum, sum ikki hevur neyðuga játtan.

Vanliga mannagongdin er, at málini verða tikin til viðgerðar samstundis sum ársroknskapurin verður góðkendur.

 

Grannskoðanin mælir til, at farið verður til eina mannagongd, har meirnýtslan verður góðkend í býráðnum, so skjótt sum staðfest verður, at ein játtan ikki fer at halda.

 

Eldraøkið pínur

Kommunan hevur havt eitt gott ár við inntøkum. Tann stóri vøksturin stavaði frá játtanini til eldraøkið, sum lá um einar 140 mió kr. Hetta vísti seg kortini ikki at vera nóg mikið til at reka økið, so vit komu har út við einum halli upp á 10 milliónir krónur.

 

Í hesum árinum hava vit eisini longu staðfest, at hall verður á hesum rakstri. Tí er neyðugt sum skjótast at gera sær greitt, hvussu Tórshavnar býráð á besta hátt kann reka eldraøkið forsvarliga fíggjarliga og forsvarliga mótvegis teimum, sum vit skulu tæna.

 

Ein víðkað heimatænasta er ein leið. Men tað gerst neyvan eftir einum degi, og tí kunna vit rokna við, at útreiðslurnar til eldraøkið eina tíð verða upp á seg heldur størri, enn tær høvdu verið, um økið hevði verið skilabetri rikið, meðan landið sat við tí.

 

Stórar skattainntøkur

Skattainntøkurnar í 2015 vóru størri, enn býráðið roknaði við, tá fíggjarætlanin varð gjørd. Í kassan runnu ikki minni enn 72 mió kr meir enn væntað. Tað er hugaligt, men minni hugaligt er, at teir pengarnir støðast ikki í kommunukassanum. Í fyrstu syftu varð mælt til eina játtan til ymisk øki upp á 14 mió kr og síðani eina upp á slakar 17 mió kr. Til hendan fundin hevur ein meiriluti í fíggjarnevndini mælt til at býta út 38,5 mió kr aftrat í ymsar ættir.

 

Tað virkar febrilskt, at býráðslimir eru so altráir at brúka pengarnar, sum koma ov nógv inn, tá vit samstundis standa við tí veruleika, at heilar 154 milliónir av ætlaðum íløgum í fjør ikki eru brúktar. Er tað so umráðandi at fáa pengar til vega, so mátti verið so líkatil at umraðfest meirnýtsluna burtur av teimum 154, sum kortini standa og gána.

 

Nógv á láni

Tað er gleðiligt, men lítið at undrast á, at lánsbyrðan hjá kommununi er minkað seinastu árini. Samgongan hevur ikki fingið upp í lag at seta nakað stórvegis í verk. Dømi um tað eru bæði Musikkskúlin og Skúlin á Fløtum v.m.

 

Samanumtikið hevur politikkurin í stóran mun verið merktur av tilvildarligum átøkum í eystur og vestur; ein ætlan í dag, ein onnur í morgin og ein triðja í ovurmorgin. Ei dáni í, at havnarfólk eru farin at leingjast eftir, at Tórshavnar býráð fær savnað seg um at taka verulig stig til frama fyri kommununa.

 

Her liggur almikið á láni.

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad