Lýsing

Nú eigur Sambandi at taka upp annan tátt!

Ístaðin fyri at koma við onkrum nýggjum, so lovar Sambandið framhaldandi veljaranum, at tá ið tey einaferð koma framat aftur, so fer flokkurin at gera alt fyri, at Føroyar aftur gerast meira og meira heftar av donskum blokkstuðli.

Orsøkin skal verða, at jú meira heft vit eru av donskum stuðli jú betur, og at lækking av blokkinum fær samfelagspílarnar at peika skeiva vegin.

Men hvat er so hent síðani blokkstuðulsniðurskurðin seinast, jú, hyggja vit at nýggjastu búskaparfrágreiðingini, so síggja vit, at síðani aldaskifti er:

Privata og almenna nýtslan og íløgur meir enn trýfaldað

Lønirnar til fólkið eru nærum tvífaldað

Yvirskotið hjá vinnufyritøkum er nærum tvífaldað

Privata nýtslan hjá húsarhaldinum er tvífaldað.

Prívatu íløgurnar eru tvífaldaðar

Almennu íløgurnar í krónum eru trýfaldaðar

Landingarvirðið fyri uppisjóvarfiskasløgini er farið úr umleið 200 mió kr til 1400 mió kr

Inn og útflutningurin til og úr Føroyum er umleið tvífaldaður.

osfr osfr.

Stutt sagt, vit hava havt eina fantastiska framgongd síðani blokkstuðulsniðurskurðin.

Ja, vit lækkaðu blokkin og fastfrystu hann fyrst í hesi øldini. Tá varð eisini lovað bál og brand frá sama flokki; – og hótt varð við at hetta fór at elva til niðurskurð í almennum tænastum.  Men úrslitið hevur verið beint øvugt. Ongantíð í søguni hava inntøkur landsins verið so høgar, sum aftaná blokkstuðulsniðurskurðin.   Og ongantíð í søguni eru almennu veitingarnar vaksnar so nógv bæði í almannaverkinum og í heilsuverkinum, sum aftaná blokkstuðulsniðurskurðin.

Eg sigi ikki, at niðurskurðurin hevur æruna ella skylduna av vøkstrinum, men at leggja honum til last, at allur vøkstur helt uppat orsakað av niðurskurðinum, er beinleiðis ósatt. Vøksturin hevur verið rættiliga høgur síðani!

Takkað verið vinnulívinum. Takkað verið tilfeinginum í havinum. Takkað verið dugnaligum løntakarum á landi og sjógvi, so er og hevur framgongdin verið so ómetaliga stór síðandi aldaskifti.

Vit eru so vælsignaði við gávum og framburði, sum er skaptur her á landi, at tað eigur at verða átalað, tá ið Sambandi starir seg blint á tað einu lítlu og minkandi inntøkuna, sum bara verður givin okkum, tí hon er gjald fyri, at vit afturfyri frásiga okkum fullveldi.

 

Annita á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad