Lýsing

Sirið svarar Óluvu Klettskarð uppá spurning, um grøna orku úr Haraldssundi

skrivligan fyrispurning frá Óluvu Klettskarð, løgtingskvinnu í løgtingsmáli nr. S-12/2015:

Viðvíkjandi grønari orku úr Haraldssundi

 

Fyrispurningurin var soljóðandi:

 

1.      Hevur landsstýriskvinnan yvirlit yvir, hvørjar royndir eru gjørdar við sjóvarfallsorku í Føroyum, almennar, privatar ella hjá SEV?

2.      Eru kanningar gjørdar av streymviðurskiftum í Haraldssundi í mun til spurningin um sjóvarfalls­orku?

3.      Heldur landsstýriskvinnan, at tað hevði verið vert at latið Haraldssund upp aftur til tess at fingið sjóvarfallsorku til vega?

 

Svar:

 

1.      Hevur landsstýriskvinnan yvirlit yvir, hvørjar royndir eru gjørdar við sjóvarfallsorku í Føroyum, almennar, privatar ella hjá SEV?

 

Okkum kunnugt er einasta praktiska royndin við at gagnnýta sjóvarfallsorku tann í Vestmannasundi, sum felagið Sp/F Atlantsmyllan hevur staðið fyri.

 

Myllan er gjørd á Nomatek í Tórshavn og sett út í Vestmannasund. Tað vísti seg, at  náttúrukreftirnar vóru nógv størri enn roknað varð við, og hetta gekk útyvir sjálva mylluna og festini.

 

Royndin varð gjørd millum annað við fíggjarligum stuðli og útlendskum íleggjara og við hjálp frá Sev, Fróðskaparsetrinum og Jarðfeingi.

 

SEV hevur eisini samstarvað við kendu fyritøkuna VOITH, sum framleiðir vatnorkuturbinur. Ein avtala er gjørd, sum miðar eftir at royndarkoyra eina sjóvarfalsturbinu í Føroyum, men enn er hetta lítið ítøkiligt.

 

Fróðskaparsetrið hevur eisini gjørt ymsar mátingar av sjóvarfallsorkuni á ymsum støðum. Hesar vísa, at týðandi orkunøgdir eru í sjóvarfallinum. Væntast kann tí, at hetta við tíðini verður eitt íkast til elframleiðsluna.

 

2.      Eru kanningar gjørdar av streymviðurskiftum í Haraldssundi í mun til spurningin um sjóvarfalls­orku?

 

Fróðskaparsetrið gjørdi í 1988 eina frágreiðing um rákið í Haraldssundi. Brúktur varð ein myndil, ið DHI (Dansk Hydraulisk Institut) hevði gjørt. Millum annað varð mett um, hvussu tað fór at reka í einum opi uppá 100 m í sundinum, sum í vídd var 1250 m2. Frammanundan hevði landsverkfrøðingurin gjørt uppmátingar og streymmátingar í sundinum, til dømis vórðu útrokningarnar gjørdar fyri eitt tíðarskeið uppá 12 tímar seinast í mei 1986, tá rákið var uppá tað harðasta. Tvey modell vórðu roynd, eitt grovmeskað og eitt fínmeskað. Hesi vístu, at streymferðin í opinum kom uppá  ávikavist 205 cm/s og 270 cm/s.

 

3.      Heldur landsstýriskvinnan, at tað hevði verið vert at latið Haraldssund upp aftur til tess at fingið sjóvarfallsorku til vega?

 

Út frá mátingum, sum vórðu gjørdar, áðrenn sundið varð tipt og teimum modellútrokningum, sum fyriliggja, er rákið í minna lagi til, at tað verður fíggjarliga burðardygt at lata Haraldssund upp við orkuframleiðslu fyri eyga.

 

Men mest av øllum verður mett, at tøknin ikki er til staðar, og tað fara at ganga ár, áðrenn til ber at fáa til vega turbinur, ið tola og halda til baldruta umhvørvið, og sum kunnu framleiða el til kappingarførar prísir.

 

Felags fyri verkætlanir innan sjóvarfallsorku er, at tær enn eru á royndarstigi við nógvum fíggjarligum stuðli og eru ikki fíggjarliga burðardyggar.

 

Í løtuni er tað neyvan skilagott hjá SEV ella tí almenna at fara undir orkuframleiðslu í Haraldssundi. Men um fyritøkur ella granskingarstovnar hava áhuga at gera og rinda fyri slíkar royndir, er støðan ein onnur.

 

 

Tórshavn, 30. mars 2016

Sirið Stenberg

landsstýriskvinna

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad