Lýsing

Okkara tilfeingi skulu vit stríðast fyri

Magni Arge hittir fremsta arktiska ráðgevan hjá USA

Í morgin skal Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, hitta Robert J. Papp, admiral, sum er fremsti ráðgevi hjá John Kerry, uttanríkisráðharra, í arktiskum viðurskiftum.

 

– Eg fari at greiða honum frá, hvussu vit føroyingar síggja okkara leiklut sum arktisk tjóð, sigur Magni Arge.

 

Hetta verður annar dagurin í Washington, har Magni Arge í dag á ráðstevnu greiddi senatorum og øðrum frá, hvørjar møguleikar hann sær fyri Føroyar í Arktis. Millum annað greiddi fólkatingsmaðurin frá leiklutinum hjá Føroyum í fiskiskapi í arktiska økinum, hvussu Føroyar í framtíðini kunnu brúkast sum maritimur tænastudepil, og hvussu vit í 1000 ár hava lívbjargað okkum her á leiðini.

 

Eisini legði fólkatingsmaðurin upp til, at øll londini her á leiðini skulu staðfesta sína fatan av burðardyggari veiðu og seta krøv um at lond, sum vilja vera eygleiðarar í Arktis, skulu virða okkara rætt til at gagnnýta alt okkara tilfeingi burðardygt – ikki minst havsins súgdjór.

– Tað er avgerandi, at vit alla tíðina verja okkara rætt til okkara tilfeingi. Ongin tekur stríðið fyri okkum, sigur Magni Arge.

Báðir føroysku fólkatingslimirnir eru í hesum døgum í Washington sum limir í arktiska arbeiðsbólkinum hjá fólkatinginum.

 

 

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad