Lýsing

Yvirlýsing 2016

Yvirlýsing frá Flokstingi Tjóðveldis í Skopun 2. apríl 2016

Føroyingar eru í fullari ferð ímóti at taka ábyrgd av egnum landi.

Í stjórnarsamstarvinum hava vit sett heimtøku av týðandi málsøkjum á skrá at fremja í næstum, og komandi ár skulu vit til fólkaatkvøðu um eina føroyska grundlóg, sum fer at staðfesta sjálvsavgerðarrættin hjá føroyska fólkinum í øllum lutum.

Við at reka ein miðvísan vælferðarpolitikk, har samhaldsfesti og skynsamur vinnu- og búskaparpolitikkur taka lógvatak, vísa vit í verki, at vit eru før fyri at taka okkum av øllum okkara borgarum. Hetta er fortreytin fyri, at fólk í dag og í komandi tíðum fara at hava álit á fullkomnum føroyskum sjálvræði.

Allir føroyingar skulu hava møguleika at geva teirra íkast til tjóðarbyggingina – at menna vælferðarsamfelagið og taka ábyrgd fyri tí.

Ein stór avbjóðing er at halda fast í okkara ungu og fáa tey at støðast í egnum landi. Hetta gera vit millum annað við at betra lestrar- og bústaðarumstøðurnar. Vit vilja tryggja, at øll fáa betri møguleikar til nýhugsan og at skapa nýggjar vinnur, og tí stimbrar Tjóðveldi miðvíst undir kreativa hugsan og íverksetan.

Tjóðin er fólkið, og tað eigur at altíð at verða tikið fram um stirvnar skipanir og kassahugsan. Tí skulu vit í øllum okkara politikki hugsa um tað einstaka menniskja og tess gerandisdag.

Okkara náttúra og náttúrutilfeingi er fyritreytin fyri livilíkindum hjá øllum komandi ættarliðum, og tí vilja vit handfara hetta við stórum skynsemi og fyriliti. Vit vilja í størri mun hugsa um, hvussu vit kunnu fáa meira burtur úr teimum virðum, vit eiga saman, enn bara at hugsa um størri framleiðslunøgdir.

 

Nú er nóg mikið tosað, vit skulu í verki vísa, at vit taka náttúruna í álvara, eggja til og stimbra grønar orkuloysnir og verja náttúruna ímóti dálking og ovurnýtslu.

 

Føroyska tjóðin fevnir um allar Føroyar, og øll øki hava sítt at bjóða. Tað er í útjaðaranum og teimum smæstu støðunum, at tjóðin bløðir, og tí vil Tjóðveldi leggja dent á og styrkja ein ítøkiligan útjaðara- og økispolitikk og við hesum betra fyritreytirnar fyri góðum livilíkindum um alt landið.

 

Í næstum taka vit útlendingamál heim, og tá er ongin umbering longur fyri ikki at taka støðu til eitt nú flóttafólkaspurningar og taka neyðuga ábyrgd.

 

Tjóðveldi vil, at Føroya hava ein virknan leiklut á altjóða politiska pallinum. Vit skulu hava ein orðaðan uttanríkispolitikk og taka støðu í altjóða spurningum.

 

Samtykt á flokstingið í Skopun 2. april 2016

 

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad