Lýsing

Flokstingið sett

Gott kvøld og vælkomin til Skopunar, har Sandoyar Tjóðveldisfelag hevur sett okkum stevnu í hesum stásiliga bygdarhúsinum Samljóð, sum enntá fyllur kvart hundrað í ár.
At koma til Skopunar kennist enn tann dag í dag hjá mær sum at koma aftur á gamlar gøtur, fyri ikki at siga heim. Her suðuri, bæði í Skálavík, men tó mest í Skopun vóru vit systkini sum børn at kalla hvørja feriu, og væl meira enn tað. Og eg havi bara góð minnir her suðuri frá. Bygdin var frá guds hond eitt himmalskt spælipláss við áunum, sum møttust, teimum stóru steinunum at klintra uppi á, og øllum spølunum, vit spældu, ein riðil av børnum. Men samstundis var hetta spæliplássið í og við ánna ikki altíð heilt vandaleyst, serliga í áarføri tá áin rann omaná brúnni. Mundi sjálvur enda mínar dagar har, men kom tíbetur so nøkurlunda heilskapaður frá tí. Og har var tíanverri onkur feigdarhending. Í dag er meginparturin av hesum lagdur undir heilt.

Tað var ikki nøkur aprílsøga tann 1. apríl í 1833, fyri 183 árum síðani tá Skopun varð grundløgd, tað mugu vit sanna. Skopun stendur enn, onkur vildi sagt í besta blóma, nú grundstykki fara, og undirsjóvartunnil hómast. Bygdin hevur nevnliga altíð verið ein sera virkin bygd. Og tí var tað heldur ikki løgið, at fyrsti vegurin í landinum hevði hesa bygdina í øðrum endanum. Í Skopun hava vit eisini millum annað Lívfiskastøðina, Sandoy Seafood og tað so kenda Føroya Grótvirkið, sum jú má liggja har, kletturin er harðastur. Minnisvarði teirra sjólátnu stendur eisini so vakur her niðanfyri. Minnist meg rætt, so stóð hann longri niðri fyrr. Og har tordu vit børnini illa at koma nær. Í øllum førum bleiv farið sera friðarliga framvið. Hetta vóru boðini frá teimum vaksnu tá, alt í óendaligari virðing fyri tí ofri, hesir sjólátnu høvdu latið.

Tað er heldur ikki nøkur aprílsøga í dag, nú vit tjóðveldisfólk savnast her í Samljóð á árliga flokstinginum. Vit savnast her í dag um tjóðveldishugsjónina, um at byggja frælsu Føroyar. Og tað er ikki bara prát og heit luft, tí nú standa vit við róðrið, og taka saman við hinum samgonguflokkunum avgerðirnar fyri hvussu vit skipa okkara land. Í fjør sótu vit á flokstingi í Runavík heilt uttan ávirkan á nakað sum helst. Nú eru vit her í Skopun, eiga trý landsstýrisfólk og sita við samgonguborðið.

Á vegnum higar eru vit farin gjøgnum tvey val. Tað fyrra var Fólkatingsvalið, sum jú sum tykkum kunnugt tók okkum øll á bóli, tá sambandið so brádliga og óvantað fánaði og fall. At eingin varnaðist hetta í tí løtuni komst helst av, at øll hildu sambandið nátúrliga eiga annan sessin, og tí savnaðu seg um hvør mundi blíva nummar tvey og trý. Men har blivu vit so klárt nummar eitt. Og tað er tykkum øllum at takka.

Tað skert ikki burtur, at Tjóðveldisfólk sjálvandi fara hugaligari til verka, tá tað snýr seg um val til okkara egna ting, heldur enn eitt útlendsk ting. Men í vónini um at tippa í øllum førum aðra av sambandsrøddunum á Fólkatingi herdu vit á. Í hvørjum króki í landinum toygdu eldsálir floksins seg í hvørjari spong fyri at røkka hesum so fjara málið, men sum av hesum harða arbeiði ikki bleiv so fjart kortini.

Nú var gott lag at fara undir næsta stig, Løgtingsvalið. Og enn einaferð sóu vit hesa væl smurdu maskinuna fara til verka. Hópin av góðum kreftum traðkaðu til, næstan heilt av sær sjálvum. Sum aðalstjórnarformaður er hetta eitt, sum áhaldandi bergtekur meg, og ger meg eyðmjúkan. Hetta, at flokkurin, tá tað krevst, eigur so nógv góð og virkin fólk allastaðni í landinum. Fólk sum tit. Og enn einaferð er tað tykkum at takka, at valið, hóast ábendingar um tað øvugta, gav okkum møguleikan saman við Javnaðarflokkinum og Framsókn at skipa samgongu. Tríggir flokkar í andstøðu skipaðu saman samgongu.

Eitt óhoyrt og fullkomið systemskifti í føroyskum politikki, har allir samgonguflokkarnir blivu settir á bonkin at køla av. Og tað var tiltrongt. Bæði hjá teimum at køla av, men so sanniliga eisini hjá okkum at sleppa til so sjógvur, fjøll og dalar ikki blivu forerd burtur í allar tíðir. Ágangurin á okkum er stórur, ikki minst vegna fiskivinnunýskipanina, men tað skulu tit ikki vanta annað, tá talan jú er um so fullkomna útskifting. Tað taka vit bara á okkum.

Ein serlig hending, eg minnist frá løgtingsvalstríðnum var henda morgunin, eg fór norðureftir til arbeiðis, og møtti einari rúgvu av lítlum E-fløggum. Eg fekk næstan ein klump í hálsin. Tá høvdu tey ungu, og nøkur eldri ung sitið eitt heilt kvøld og klipt og límað. Enn einaferð sjón fyri søgn um tað stóra arbeiði, sum so mong leggja í flokkin.

Eitt annað, sum so sannliga eisini er at gleðast um, er, at Tjóðveldi í dag er umboðað í øllum pørtum av landinum. Og tað hevur stóran týdning. Ikki tí. Loysingarhugsjónin bindur okkum meira saman enn nakað annað kann loysa okkum sundur. Men veruleikin er altíð eitt sindur ymiskur frá bygd til bygd, og so í Havn ella øðrum størri plássum. Tí er tað ein sannur fongur, at vit hava øll perspektivini við, og soleiðis eru ein flokkur fyri alt landið og alt Føroya fólk.

Við vón og væntan um gott og gevandi kjak hesar báðar dagarnar lýsi eg hervið tingið sett

Deil hesa grein umvegis
468 ad