Lýsing

Sjálvbjargin búskapur við vøkstri, vælferð og varsemi

Málið er greitt. Einar sjálvbjargnar, samhaldsfastar og tíðarhóskandi Føroyar við varandi fólkavøkstri og vaksandi virðisøking. Grundarlagið undir hesum er ein ábyrgdarfullur fíggjar- og búskaparpolitikkur, ið leggur dent á bæði vøkstur, vælferð og varsemi.

Búskaparlig framgongd og avbjóðingar
Vit kunnu fegnast um, at búskaparliga eru vit í góðum tíðum. Búskaparvøksturin væntast at verða heili 5,3% í ár, arbeiðsloysið er einans 2,4%, talið av løntakarum og lønargjaldingum vaksandi, og somuleiðis er samlaða virðisskapanin søguliga stór. Og heldur vøksturin – sum vit síggja higartil í ár – fram, verða inntøkur landsins munandi størri, enn áður mett, fyri árið. Higartil í ár (jan.-feb.) eru skattainntøkur landsins hækkaðar, hóast væntað varð ein minking vegna skattalætta til lág- og miðallønt á 137 mió. kr., lønargjaldingarnar eru vaksnar 9%, og MVG-inntøkurnar eru hækkaðar munandi, í mun til somu mánaðar í fjør. Eisini eru skattainntøkurnar hjá kommununum øktar munandi, heili 8%, hóast skattalættar.
Men samstundis hava vit búskaparligar avbjóðingar, eitt nú manglandi fíggjarligt haldføri hjá landinum yvir tíð (serliga vegna broytingar í fólkasamansetingini), og eisini eru tekin um, at partar av búskapinum eru upphitaðir.

Játtanarkarmar og vaksandi avlop
Landsstýrið hevur júst lagt fyri Løgtingið uppskot til samtyktar um játtanarkarmar fyri árini 2017-2021. Hetta eru yvirskipaðir fíggjarkamar, ið leggja fíggjarpolitisku kósina, og sum komandi fíggjarlóg skal smíðast innan.

Úrslitið í 2017 hjá landinum væntast at gerast 50 mió. kr. í avlopi. Hetta er íroknað íløgur á 280 mió. kr. Rakstrarúrslitið uttan íløgur væntast at gerast eitt avlop á 330 mió. kr. Fyri árini 2018-2021 væntast árliga avlopið at vaksa og gerast 109-239 mió. kr.

Skal hetta røkkast verður neyðugt við átøkum bæði á útreiðslu- og inntøkusíðu landsins. Nýskipanir og íløgur í virðisøking og varandi fólkavøkstur eru millum átøkini, ið vilja tryggja landsins fíggjarliga haldføri og ein sjálvbjargnan búskap framyvir.

Búskaparstýring og varsemi
Góðar tíðir krevja varligan fíggjarpolitikk. Landsstýrið hevur tí lagt dent á, at rakstrarútreiðslur landsins ikki vaksa stórvegis. Málrættaðu uppraðfestingarnar í 2017 verða tí í stóran mun fíggjaðar við, at øll stjórnarráðini eisini fremja átøk, ið tálma rakstrarútreiðsluvøkstrinum. Hetta fyri at tryggja, at peningur landsins støðugt verður nýttur so málrættað og skynsamt sum møguligt.

Samanlagt vaksa rakstrarútreiðslurnar í 2017 bert 1,8%. Hetta er íroknað sáttmálaásettan lønarvøkstur.

Búskaparstýring bert frá landsins síðu er bert “hálv búskaparstýring”, tí kommunurnar standa fyri stórum parti av almenna búskapinum. Tí verður neyðugt við samstarvi millum land og kommunur fyri at fáa eina samlaða skynsama búskaparstýring í landinum. Landsstýrið fer tí í vár at taka stig til tættari samstarv millum land og kommunur um búskaparstýring fyri land og fólk – herundir samstarvsavtalu um rakstrarvøkstur og yvirskipaðan íløgukarm fyri almennu Føroyar.

Størri virðisøking og vinnumenning
Vit vita, at virðisøking og vinnumenning eru av alstórum týdningi fyri at skapa fleiri størv og varandi fólkavøkstur. Hesi eru tí millum stóru fokusøkini hjá samgonguni, og hetta sæst m.a. aftur við fylgjandi raðfestingum í játtanarkørmunum fyri 2017:

–          Størri virðisøking í fiskivinnuni. Játtan til fiskivinnugransking økt úr 3 mió. kr. upp í 10 mió. kr.

–          Menna Føroyar sum maritiman tænastudepil. Depil skipaður, ið fer at marknaðarføra og samskipa.

–          KT-vinnan og kappingarførið styrkt við munandi íløgum í Talgildu Føroyar. Játtan økt úr 10 mió. kr. upp í 20 mió. kr.

–          Ferðavinnan mennast. Betri innanhýsis samskipan og framhaldandi játtan til marknaðarføring.

–          Ferð á filmsvinnu. Stovnsetan av Filmshúsi og fremja kappingarføra lóggávu á økinum.

–          FarGen verður eisini uppraðfest.

Varandi fólkavøkstur – styrkja barnafamiljur, lesandi og mentan
Umframt virðisøking og vinnumenning skulu fleiri átøk til, fyri at tryggja varandi fólkavøkstur. Samgongan hevur longu framt fleiri átøk hesum viðvíkjandi, eitt nú er munandi skattalætti latin lág- og miðalløntum, ískoyti er latið barnafamiljum í fíggjarliga trongum korum, barsilstíðarskeiðið er longt við 6 vikum og  játtanin til útbúgvingar- og mentanarøkið er økt. Í játtanarkørmunum fyri 2017 eru hartil m.a. hesar raðfestingar:

–          Gera tað fíggjarliga lættari hjá smábarnafamiljum við, at hækka barnafrádráttin til børn undir skúlaaldur við 2.700 kr. , og fremja betringar í barsilsskipanini.

–          Gera tað lættari at vera lesandi við, at lestrarstuðulin verður hækkaður, fleiri útbúgvingar verða settar í verk, og íløgur verða framdar í lestrarbústaðir og setrið.

–          Stimbra mentan m.a. við øktari játtan til mentanargrunn, virknum málpolitikki og stovnsetan av Filmshúsi.

Íløgur í vælferð
Vit vita øll, at fyritreytin fyri, at fólk og vinna skulu trívast og “velja Føroyar” er, at vit hava eitt trygt og gott vælferðarsamfelag. Í játtanarkørmunum fyri 2017 verða tí eisini framdar raðfestingar á hesum øki.
Fyri at tryggja eitt framkomið og trygt heilsuverk verður stór útbygging av Landssjúkrahúsinum framd komandi árini, og eisini er játtan eitt nú sett av til at seta fleiri serlæknar í starv. Eisini vilja vit tryggja fólkum við serligum avbjóðingum virðilig kor. Ein stórur partur av bústovnum landsins eru niðurslitnir og ikki hóskandi sum bústað. Játtan er tí sett av til, at byggja nýggjar bústovnar og vardar bústaðir komandi árini. Hartil skal fyritíðarpensjónsskipanin dagførast í 2017, eins og íløgur verða gjørdar á skúlaøkinum í útbúgvingar til ung við serligum avbjóðingum.

Mennandi íløgur kring landið
Íløgur verða hartil gjørdar fyri 280 mió. kr. sambært játtanarkørmunum fyri 2017. Íløgukarmurin hjá landinum komandi 5 árini verður millum 280 og 370 mió. kr. Til samanberingar gera kommunurnar íløgur fyri knappar 600 mió. kr. í 2016.
Fyri at fáa framt nógvar átroðkandi neyðugar íløgur hjá landinum, er neyðugt at hækka íløgurnar nakað komandi árini, eitt nú vegna ótíðarhóskandi Landssjúkrahús, niðurslitnar bústovnar, niðurslitið havrannsóknarskip, og manglandi talgilding av samfelagnum. Íløgur, ið skapa møguleika fyri betri tænastum, størri virðisøking og meira rationellum rakstri. Talan er eisini um ymiskar íløgur, ið ávirka samfelagsbúskapin rættiliga ymiskt – eitt nú stórur munur á, hvussu íløgur í tunlar, skúlar, havrannsóknarskip, bústaðir og íløgur í at talgilda Føroyar, ávirka samfelagsbúskapin. Eisini landafrøðiliga eru íløgurnar spjaddar komandi árini, eitt nú í Eysturoyar- og Sandoyartunlarnir, eftirskúla í Suðuroy og húsarhaldsskúla í Klaksvík.

Minka skuld og javna búskaparsveiggj
Eftir 8 ár við halli á samanlagt góðar 3 mia. kr., er samlaða bruttoskuld landsins nærum 6 mia. kr. Hetta ger okkum sárbær tá umræður broytingar í altjóða rentuni, og krevur stórar avdráttir komandi árini. Tað er tí alneyðugt, at vit fara undir at minka skuld landsins, og hetta ber til, nú hall er vent til avlop.

Samstundis verður Búskapargrunnur Føroya endurnýggjaður og nýttur sum búskaparamboð. Umframt serinntøkur fara 20% av avlopinum hjá landinum hereftir at verða flutt í Búskapargrunn Føroya. Hetta verður nýtt til at javna sveiggini í føroyska búskapinum (minka útreiðsluvøkstur í góðum tíðum, og tøkur peningur til ringar tíðir), og at gera okkum fíggjarliga sjálvbjargin og óheft av fíggjarligum stuðli úr útlondum yvir tíð.

Vaksandi sjálvbjargni
Kósin er sett móti størri sjálvbjargni á fleiri økjum. Í 2017 verður fólkaatkvøða um nýggja føroyska stjórnarskipan, og arbeitt verður eisini við heimtøku av ábyrgdini av útlendingamálum, loftrúminum og persóns-, familju- og arvarætti. Samstundis verða átøk framd at skapa einar meira burðardyggar og grønari Føroyar við fleiri orku- og umhvørvisvinarligum átøkum, eins og framdar verða nýskipanir innan pensjónsøkið, heilsuverkið og fiskivinnuna.

Við vøkstri, vælferð og varsemi vilja vit soleiðis saman fremja einar sjálvbjargnar, samhaldsfastar og tíðarhóskandi Føroyar.

Argir, 31. mars 2016

Kristina Háfoss
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Deil hesa grein umvegis
468 ad