Lýsing

Tór Marni nýggjur formaður

Á aðalfundinum hjá Vága Tjóðveldisfelag í kvøld varð nýggj nevnd vald, og skipaði hon seg beinanvegin við Tór Marna Weihe sum formanni.
Tór Marni Weihe, sum er lesandi og býr í Miðvági, er nývaldur í nevndina saman við Jóan Petur Joensen, deildarleiðara úr Sandavági. Triði nevndarlimurin er Sølvi Simonarson, sum var formaður seinasta skeiðið. Hann tók við afturvali til nevndina, men bar seg undan at halda fram sum formaður vegna stóra arbeiðsbyrðu í sínum starvi sum leiðari á Vága Kunningarstovu.
Irena Nysted, heilsurøktari, Miðvági, og Ingolf S. Olsen, løgtingslimur, Sørvági, vórðu vald sum varalimir.
Hini bæði í fráfarandi nevndini, Jim Sonni Guttesen, Sørvági, og Maria Jacobsen, Sandavági, bóru seg undan afturvali.

Tór Marni Weihe, nýggi formaðurin í Vága Tjóðveldisfelag, er útbúgvin bankamaður og lesur nú stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum. Hann er eisini aktivur í Unga Tjóðveldi – so aktivur, at hann noyddist av aðalfundinum í ótíð í kvøld, fyri at sleppa við flogfarinum til Keypmannahavnar. Haðani skuldi hann víðari til Korsika at taka lut í ársaðalfundinum hjá European Free Alliance Youth, umboðandi Unga Tjóðveldi.
European Free Alliance er samgonga av sjálvræðis- og fullveldisflokkum í teimum evropeisku londunum og økjunum, sum ikki enn hava fult politiskt sjálvræði.
Nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag fer annars beinanvegin til verka at skipa virksemið komandi árið, og ætlar hon við einum aktivum og sjónligum felag at stimbra enn meira undir grógvandi tjóskaparandan og fullveldisviljan í oynni. Bæði eru í menning – tað vístu fyrst fólkatingsvalið og síðani løgtingsvalið í fjør.

Mynd:
Nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag. Úr høgru eru tað Tór Marni Weihe, Miðvági, formaður, Sølvi Simonarson, Miðvági, skrivari, Jóan Petur Joensen, Sandavági, kassameistari, Irena Nysted, Miðvági, varalimur, og Ingolf S. Olsen, Sørvági, varalimur.

Deil hesa grein umvegis
468 ad