Lýsing

Tunlarnir skulu fíggjast samhaldsfast

Nú hevur kjak aftur stungið seg upp um, hvat skal henda við bummgjaldinum, tá Vágatunnilin er útgoldin, og landið fær hann til ognar. Sum er hevur landið ikki nakra heimild at krevja inn bummgjald.
Men Vágatunnilin skal ikki einsamallur pilkast burtur úr restini av landsvegakervinum og fáa serligar ásetingar um bummgjald, eftir at hann er útgoldin, uttan so at tað hendir í einari samanhangandi gjaldsskipan fyri alt landsvegakervið ella sum minimum fyri raksturin av øllum tunlunum í landinum.
Og Vágatunnilin ella onnur einstøk vegastrekki skulu heldur ikki pilkast út til umvegis bummgjald hvør sær at skula fíggja ger av nýggjum tunlum ella vegastrekkjum.
Ein samferðslunýskipan er tiltrongd, eisini tá tað snýr seg um fíggingina av landsvegakervinum. Men so leingi ein slík nýskipan ikki er sjósett, skulu galdandi avtalur og lyfti haldast.
Í ”Løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund”, sum varð samtykt í 2000, stendur soleiðis í grein 1, stk 4:
”Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.”
Hendan orðingin letur lítlan iva vera um, at landsstýrismaðurin í samferðslumálum ikki bara kann lata raksturin av Vágatunlinum halda áfram í tunnilsfelagnum, sum um onki var hent og við verandi bummgjaldsskipan, tá tunnilin er útgoldin.
Eitt av argumentunum hjá landsstýrismanninum fyri framhaldandi at lata p/f Vágatunnilin hava ábyrgdina av rakstrinum er, at Vágatunnilin risikerar at enda aftast í viðlíkahalds-bíðirøðini, um hann bara verður tikin upp í restina av landsvegakervinum.
Til tað er at siga, at Vágatunnilin eins og aðrir tunlar í landinum skulu lúka strang trygdarkrøv. Gera teir ikki tað, verða teir stongdir, so eg vildi hildið, at eisini Vágatunnilin vildi verði hálaður eitt sindur fram í bíðirøðina, um hann nærkaðist teimum mørkunum.
Men hugskotið um sjálvsfígging av viðlíkahaldinum av tunlunum er fínt. Gjaldið skal bara ikki verða ásett og kravt inn fyri hvønn tunnil sær.
Skal bummgjald framhaldandi krevjast inn at fíggja viðlíkahaldið, eftir at tunnilin er útgoldin, skal tað henda í einari samanhangandi skipan fyri allar tunlar í landinum. Til dømis kundi eitt rímniligt gjald verið tikið, tá koyrt verður gjøgnum ein tunnil, sum so samstundis gevur atgongd til uttan meirgjald at koyra gjøgnum allar tunlar í landinum tann dagin.
Er ynskið, at almennar samferðsluútbyggingar framhaldandi skulu fíggjast heilt ella partvíst við brúkaragjøldum heldur enn yvir vegskattin, so kann tað vera eitt hugskot, at verandi tunlar eisini eru við til at fíggja sjálva byggingina av nýggjum tunlum, men so skulu allir tunlarnir – bæði teir gjøgnum fjøll og teir undir firðir og sund – við í ta puljuna, so fíggingin verður so samhaldsføst, sum til ber.
Ingolf S. Olsen
Løgtingslimur fyri Tjóðveldi

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad