Lýsing

Munur skal ikki gerast á føroyskum og donskum krígsveteranum

– Veteransentrið fer at kanna, um tað eru forðingar í mun til veteranar, sum er búsitandi í Føroyum, sigur Peter Christensen í svari til fyrispurning frá Magna Arge, fólkatingsmanni, í mun til at javnseta krígsveteranar búsitandi í Føroyum við teir, sum eru búsitandi í Danmark.

 

Í síðstu viku kom kanning fram, sum vísir, at veteranar búsitandi í Føroyum, ið hava verið útsendir fyri danska herin, hava torførari enn veteranar búsitandi í Danmark við at koma inn í samfelagið aftur, tá hertænastan er lokin.

 

Tí setti Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, hósdagin ein fyrispurning til danska verjumálaráðharran, har spurt varð um, hvørja hugsan verjumálaráðharrin hevur um at javnseta tilboðini til veteranar búsitandi í Føroyum.

 

Í dag kom svar frá Peter Christensen, verjumálaráðharra, har hann millum annað vísir á, at Verjumálaráðið í løtuni ger kanning av støðinum á tilboðunum til krígsveteranar. Í hesum sambandi fer eisini at vera kannað, um tað eru forðingar í mun til veteranar búsitandi í Føroyum.

 

Kanningin, sum Georg L. Petersen hevur gjørt, greiddi frá støðuni hjá 10 føroyskum krígsveteranum, har helvtin hevur búsett seg í Danmark og helvtin hevur búsett seg í Føroyum.

Kanningin vísti, at veteranarnir, sum búsettust í Føroyum høvdu nógv fleiri avbjóðingar enn teir, sum búsettust í Danmark, og ein partur av orsøkini til hetta er, at tilboðini til veteranar búsitandi í Føroyum ikki eru eins góð sum til veteranar búsitandi í Danmark.

 

Tað er hendan partin, sum Veteransentrið undir Verjumálaráðnum nú fer at kanna nærri.

 

 

 

Magni Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad