Lýsing

Vælkomin til Tings, tingfundurin er settur!

Soleiðis byrjar ein vanligur tingfundur, og soleiðis byrja vit eisini í dag, nú tit ungdómstinglimir í tveir dagar fara at manna løgtingið og seta skránna við málum og evnum, sum tit halda eru týdningarmikil at varpa ljós á.

Hjartaliga vælkomin, tit ungu næmingar í fólkaskúlanum, tit sum luttaka, tit sum lýða á. Og vælkomnir skulu lærarar tykkarar eisini vera.

Hetta er sættu ferð at ungdómsting verður hildið í Føroyum. Vit í Løgtinginum halda hetta verða ein góðan máta at fáa okkara ungdóm at taka lut í samfelagskjakinum og í fólkaræðinum.

Sum tit vita, eru reglulig løgtingsval fjórða hvørt ár, og 33 fólk verða vald á Ting.
Tingið sum situr, er bert nakrar mánaðar gamalt. Og ein fittur partur av tingfólkunum, eru nýggj á Tingi. Men tey hava frí hesar báðar dagarnar, tit sita her, og nú fáa tit høvi at royna, hvussu tað er at reka politikk í hjartanum av fólkaræðinum í Føroyum.

Tit taka í dag sæti í elsta parlamenti í Europa. Vit hava fólkaræði sum stýrisskipan í Føroyum, ella demokrati, sum tað verður nevnt í altjóða samanhangi. Umboðandi fólkaræði merkir at allir Føroyingar omanfyri 18 ár, kunnu velja fólk á ting at umboða seg og landið.

Valdið í einum fólkaræði er trýbýtt. Løgtingið er lóggevandi valdið og ger lógirnar sum vit skulu liva eftir.

Landsstýrið, er stjórnin í landinum, sum Løgtingið setur í starv at útinna politikkin eftir samtyktu lóggávuni.

Dómstólurin, Føroya Rættur, er dømandi valdið, sum tekur avgerð um hvør heldur seg til lógirnar, og at hjálpa sær í tí arbeiðinum, hava tey løgregluna.

Vit plaga eisini at nevna fjølmiðlarnar fyri fjórða valdið, tí tey hjálpa til við at kunna og upplýsa okkara borgarar um hvussu valdshavarnir brúka valdið, sum tey hava fingið frá fólkinum.

Fólkaræðið er ikki nakað, sum er givið einaferð fyri allar tíðir, ella nakað, sum kemur av sær sjálvum. Tað er ein skipan, sum vit øll dagliga mugu virka fyri og fara væl um og verja.

Og tað er tí at vit meta tað neyðugt at at vit hava bjóðað tykkum higar í dag, so at tit so tíðliga sum gjørligt skulu uppliva hetta og læra, hvussu tað virkar.

Vit eiga at fegnast og vera takksom fyri, at vit eiga eitt samfelag, sum hevur sterkar og gjøgnumskygdar siðvenjur í hesum – at vit uttan nakran ampa og nakað hóvasták kunnu fara á val, og at vit, tá ið valið er av, kunnu kenna okkum trygg – uttan at spurnartekin verður sett við valið ella valúrslitið. Hetta er ikki so allastaðni!

Endamálið við ungdómstinginum er at geva tykkum størri innlit í arbeiðið hjá Løgtinginum og at lata tykkum royna hetta í verki, so at tit betur skilja, hvussu mannagongdirnar í einum fólkaræði eru.

Ungdómstingið er nú sett fyri sættu ferð. Skúlarnir sum hava luttikið higartil eru úr Havn, av Argjum, Klaksvík, Sørvági,Vági, Sandoynni, Hoyvík, Oyrabakka, Toftum, Miðvági/Sandavági, Tvøroyri og úr Vestmanna og nógv uppskot eru løgd fyri ungdómstingið hesi árini.

Hesuferð eru tit umboð úr fimm skúlum. Hoyvíkar skúla, Vágs skúla, Skúlanum á Fløtum, Eysturskúlanum og Nám X.

Vit gleðast um, at skúlar tykkara hava tikið av hesi avbjóðingini og hava gjørt eitt stórt arbeiði við at fyrireika uppskot at leggja fyri ungdómstingið og at fyrireika spurningar, sum tit ætla at seta landsstýrisfólkunum.

Hvør veit, kanska fara onkur av okkum løgtingsmonnum/kvinnum, sum sita á tingi, at fáa íblástur frá tykkara uppskotum og fara at arbeiða víðari við teimum. Tað er hent seg fyrr!

Og kanska fara spurningar tykkara til landsstýrisfólkini at fáa tey at hugsa um tykkara hugskot í sínum dagliga arbeiði. – Tit kunnu kanska eisini vera við til at kveikja áhugan hjá øðrum ungdómum at manna eina ungdómstingsetu eina aðra ferð, soleiðis at hesi eisini síggja at tað ber til at taka lut og at ávirka føroyskan politikk.

Sum løgtingsformaður gleðist eg um, at tit hava gjørt eitt so stórt arbeiði, og at tit vilja brúka tykkara tíð til ungdómstingið.

Í dag og í morgin fáa tit so høvi til at royna tað politiska arbeiði í verki:

– tit skulu hava orðaskifti í tingsalinum um uppskotini,
– tit skulu arbeiða í nevndum við uppskotunum og
– tit skulu atkvøða um uppskotini.

Eisini fáa tit høvi til at seta landsstýrisfólkunum ófráboðaðar spurningar
júst á sama hátt, sum løgtingslimir gera.

Og sjálvandi fari eg at hjálpa tykkum sum frægast hesar dagarnar.

Tit fáa nú møguleikan frá tingsins røðarapalli at siga tykkara hugsan um viðurskifti, sum tit halda eiga at vera øðrvísi ella betri.

Eg vóni, at ungdómstingið fer at økja um áhuga tykkara fyri politikki. Vónandi fara tit at uppliva, at tað ber til at fáa síni sjónarmið ígjøgnum, serliga eftir drúgvar fyrireikingar og grundgevingar fyri tykkara sjónarmiðum, og eisini tí at tit síggja týdningin av at lurta, gera semjur og at raðfesta tey mongu áhugamálini.Vónandi læra tit nógv hesar báðar dagarnar, sum tit kunnu bera aftur við tykkum til heimaumhvørvið.

Eg skal takka tykkum næmingum og lærarum fyri eitt gott fyrireikingararbeiði og áhugan fyri hesum tiltakinum.

Uppgávan hjá mær verður at stýra fundunum. Eg eri sjálvur rættiliga nýggjur sum Løgtingsformaður, og er hettar fyrsta ungdómstingið eg eri á. So eg eri helst líka spentur sum tit til hesar dagarnar.

Til stuttleikar kann nevnast at eg var 30 ára gamal tá eg fyrstu ferð varð valdur á Ting, og tað er rættiliga ungt. Men nøkur hava verið yngri enn tað, og yngsti tinglimur nakrantíð, tók sæti á Tingi beint fyri jól, tann bert 19 ára gamla Kristina Clementsen, sum er varafólk á Tingi.
Fyri at velja skal tú verða 18 ár, men tað verður javnan umrøtt um valaldurin eigur at lækkast. Sjálvur havi eg einaferð verið við til at leggja fram uppskot um at lækka valaldurin, men tað uppskotið fall tíverri.

Øll starvsfólkini í Løgtinginum hava í dag og í morgin eina týdningarmikla uppgávu. Hon er at hjálpa tykkum í politiska starvi tykkara í tinginum og í nevndunum – tit mugu endiliga ikki smæðast við at biðja tey hjálpa tykkum.

Góða eydnu við tingarbeiðinum. Eg vóni at tit fáa tveir áhugaverdar og góðar dagar, har nýggja vinaløg verða knýtt, og har tit í eftirmetingum tykkara kunnu staðfesta, at tað var heilt okay – ja, rættiliga spennandi og stuttligt at sita á tingi. Ella fyri at brúka ungdómsmál, kanska verður tað megakul.

Hjartaliga vælkomin til Tings!

Deil hesa grein umvegis
468 ad