Lýsing

Jólagáva til barnafamiljur

Hendan samgongan setti sær fyri at gera tað fíggjarliga lættari hjá vanligu barnafamiljunum. Tað er so umráðandi, at hesin bólkur kennir seg væl, at ongin dettur niðurímillum, og at tað skal loysa seg at verða ein vanlig barnafamilja, sum hevur tíð til heimið og til børnini.

Stóra avbjóðingin hjá hesi samgonguni er at megna at venda aldurssamansetingini, har fokus verður sett á øktan trivnað hjá vanligu barnafamiljuni

Amboðið sum vit hava brúkt er m.a at geva hesum ein skattalætta, sum kemur at lívga um húsarhaldið og sum kemur at gera tað liviligari og lættari at verða um børnini og at verða saman sum familja.

 

Skattalættin í 2016 kemur at geva eini vanligari familju har tvey forvinna eina inntøku millum 19 og 27.000 kr/md ein lætta á góðar 700 kr/md í part tvs 1400,-kr tilsamans

Men so skulu vit eisini taka øktu avgjøldini av. Tey eru nógv í talið, men muna lítið í mun til skattalættan. Dømi niðanfyri er framvegis eitt par, har inntøkan hjá báðum er millum 19 og 27.000,-kr.

Samhaldsfasti hjá hesum báðum økist við 190,-kr,

Barsilsgjaldið økisti við 34,-kr

Heilsutrygdargjaldið við 29,-kr

Vektgjaldið við 23,-kr og

Øktar útreiðslur til bensin/diesel við umleið 37,-kr.

Tað gevur tilsamans 331,-kr, sum skal takast av skattalættanum á 1400,-kr.

Eftir er 1082,-kr sum familjan hevur meira at liva fyri í 2016 enn í 2015

Hetta fegnast samgongan um.

 

Annað dømi eru inntøkur omanfyri 500 túsund um árið. Hesar verða ikki ávirkaðar av lættanum.

Onkur í hesum inntøkubólki kemur møguliga at rinda umleið 300-400,-kr meira orsakað av øktu gjøldunum.

 

Men samanlagt er hetta ein góður lætti til vanliga skattgjaldaran – serstakliga tey lág og miðalløntu, sum fara avstað við øllum lættanum.

Vinningur av slíkum familjupolitikki er at tú økir um búskapin, tí hetta er ein inntøkubólkur, sum vil brúka pengarnar og seta teir í umfar. Eisini er væntandi, at hesin bólkur kemur at trívast betur í landinum og tað vil – alt annað líka -, steðga møguligari fráflyting og heldur økja um tilflytingina.

Hetta er ein bólkur, sum vit eiga at hjúkla um.

Vóni at fleiri fegnast um nýggjar tíðir.
 

Annita á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad