Lýsing

Røða hildin á móttøku í Vágum

Røða hildin á móttøku í Vágum í sambandi við, at nýggja tyrlan er komin til landið.

Háttvirda samkoma
Sum landsstýrismaður við ábyrgd av málsøkinum tilbúgving, trygd og bjarging er tað mær ein serstøk gleði at standa her í dag og ynskja okkum øllum til lukku, nú fyrsta av tveimum nýggjum og framkomnum tyrlum hjá Atlantsflogi er komin til landið.
Hesar nýggju AgustaWestland 139 tyrlur skulu m.a. røkja tilbúgvingina fyri MRCC-Tórshavn, sum hevur alstóran týdning fyri føroyska fólkið bæði á sjógvi og á landi.

Hetta er enn eitt markamót og eitt skarvslop í føroyskari flogsøgu, samferðslusøgu, í tilbúgving, trygd, leiting og bjarging – og í føroyskari tjóðarbygging.
Frá tí, at vit í áttatiárunum fyrst lærdu tað heldur undarliga orðið “Tyrlan Snípan” og at brúka, síggja og hoyra føroyska tyrlu – og til hesar nýggju og framkomnu tyrlur, er talan um eina ótrúliga menning.
Øll tit og øll tey, ið hava gingið undan og gjørt hetta møguligt, skulu eiga serstakan heiður og tøkk.

Tyrlutænastan hevur í mong ár verið grundað á samstarv millum Føroya Landsstýri øðrumegin og Atlantsflog hinumegin.
Longu í fyrru helvt av nítiárunum varð fyrsta avtalan gjørd um samstarv um flutning av fólki, farmi og posti. Seinni varð avtalan víðkað til eisini at fevna um tilbúgving, leiting og bjarging á sjógvi og landi.
Tað var ein stórur dagur, tá ið fyrsta føroyska bjargingartyrlan kom til landið flaggdagin 2000. Bell 412 tyrlan hevur verið álitið í tyrlutilbúgvingini líka síðani, men nú stendur avloysarin her.

Tað hevur verið eitt ódnartak at byggja upp førleikan til at taka við tyrlutilbúgving nátt sum dag árið í kring, tí tað kravdi nógv meiri av fólkinum, útgerðini og felagnum. Men eisini hesa uppgávuna loysti føroyska tjóðarflogfelagið úr lagdi.
Tilbúgvingin kravdist eisini í sambandi við oljuleiting í føroyskum øki – og Atlantsflog víðkaði seinni sítt virksemi við at flúgva fyri oljufeløg. Tá brúkti felagið tyrlur av júst hesum slagnum AW 139, og royndirnar av hesum hjá felagi og starvsfólkum koma væl við nú.

Samstarvið millum landið og Atlantsflog um tyrlutænastu kann býtast upp í fýra skeið, har næsta skeiðið altíð hevur borið eyðkenni av menning í mun til tað fyrra.
Fyrsta avtalan millum partarnar fevndi um eina tyrlu.
Onnur avtalan fevndi um eina tyrlu og eina tiltakstyrlu.
Triðja skeiðið fevndi um tvær tyrlur. Hvørgin av tyrlunum vóru nýggjar, men tær vóru – eftir førimuni – lagaðar til endamálini.

Nú fara vit inn í fjórða skeiðið. Báðar tyrlurnar eru nýggjar, hava mest framkomnu útgerð og eru bygdar júst til endamálini, tær skula tæna. So menningin hesaferð er helst størri enn nakrantíð áður.
AW 139 tyrlan telist millum tær mest framkomnu tyrlurnar yvirhøvur, sum bæði røkkur longur, lyftir meiri og er tøkniliga nógv meira framkomin enn tyrlurnar vit higartil hava sett okkara álit á. Vit hava við hesum nýggju tyrlunum lyft støðið á tyrlutilbúgvingini á eitt støði, sum tolir samanbering við hollar tilbúgvingar í øðrum londum kring um okkum.
Grundarlag er lagt fyri eini framkomnari tilbúgving fyri Føroyar og fyri havøkið kring okkum, har ferðslan er nógv vaksin seinastu árini bæði við farmaskipum, ferðamannaskipum og í loftrúminum við flogførum.

Tyrlutænastan er týðandi lutur í samstarvi um leiting, bjarging og sjúkraflutningi o.ø. saman við okkara skipum, bjargingarfeløgum og øðrum myndugleikum.
Bjargingartænastur á landi, sjónum og í luftini hava stóran týdning fyri at vit kenna okkum trygg. Sjálv uppgávan at virka í bjargingartænastuni er krevjandi, tí bjargingarliðini skulu standa tilbúgvin sólarringin runt, og vita ongantíð nær boð verða eftir teimum.
Tey kunnu ikki verða boðsend í fleiri dagar og long tíðarskeið, men so kunnu eisini verða boð eftir teimum við stuttum millumbilum í góðum sum ringum líkindum. Tá kunnu avbjóðingarnar verða so stórar, at vit kunnu undrast á – men eisini vera errin og takksom fyri – at nakar hættar sær undir tær.
Tá er umráðandi, at tilbúgvingin er væl skipað við servandum liði av fólki og útgerð, sum gevur teimum bestu møguleikar at virka – eisini í ringum líkindum.
Eg ivist onga løtu í, at tað var rætt at skipa eina tyrlutilbúgving í einum føroyskum felag, við føroyskari manning – tað veri seg bjargingarfólk, flogskiparar, mekanikarar og onnur í tjóðarflogfelagnum – sum taka ábyrgd á seg. Tit hava bygt upp dugnaskap og førleikar, sum eru serstakir og í heimsflokki.
Eg ynski tykkum blíðan byr frameftir. Eg veit, at tit fara at standa á varðhaldi og hjálpa neyðstøddum, um tað yvirhøvur ber til.
Og so vóni eg, tit bera yvir við mær, um eg eisini sigi, at best var, um tað verður langt ímillum, at boð verða eftir tykkum í tí sambandi.

Høgni Hoydal

Deil hesa grein umvegis
468 ad