Lýsing

Samgongan raðfestir útjaðaran

Meðan fíggjarlógin er til viðgerðar ber illa til at koma við endaligum niðurstøðum ella lidnum uppskotum um ymsu tættirnar í hesum arbeiði.

Spurningurin um útjaðara og miðstað hevur rættiliga tikið dik á seg í hesum kjakinum, og róð verður harðliga upp undir, at útjaðarin skal rinda, og havnafólk fáa allan ágóða. Soleiðis verður tað ikki. Skattalættin, ið verður latin miðal- og lágløntum, verður útjaðaranum til gagns, og Norðoyggjar verður tann parturin av Føroyum, ið fer at merkja eina mest til, at rúmligari fer at verða at liva. Hagtølini (frá TAKS) vísa, at stórur partur av útjaðaranum hevur fleiri lág- og miðalønt enn landið í miðal – Sandoy flest, meðan Norðoyggjar eru á 3. plássi – meðan Suðurstreymoy hevur lutfalsliga fæst lág- og miðallønt, og færri enn miðal. Felagsskapurin Í menniskjum góður tokki hevur víst á hetta sama, at Norðoyggjar høvdu rættiliga stóran tørv á jólahjálp.

 

Alivinnan og skattalættin
Jógvan Skorheim, formaðurin í Nýggjum Sjálvstýri, hevur ført fram, at “Gjøldini, ið samgonguflokkarnir ætla at leggja á vinnulívið og privata borgaran fer bert at raka kommunur og einstaklingar í útjaðaranum. Við ætlaða tilfeingisgjaldinum verður tað so at siga bert útjaðarin, ið fer at gjalda fyri umfordeilingina, ið landið er í holtur við at gera” (Norðlýsið)

So einfalt er roknistykkið ikki. Tí leigugjaldið, alivinnan ætlandi fer at rinda, fer ikki av tí virksemi, ið fer fram í økjunum, men er fyri tann framíhjárætt, alingin hevur á firðum og sundum. Størsta alifyritøkan, ið virkar í Norðoyggjum, hevur stórt yvirskot á hvørjum ári, og stórur partur av hesi fyritøku er á útlendskum hondum, og virkar hon sum aðrar, at yvirskotið kemur partaeigarunum til góðar við vinningsbýti, so fara stórir partar av yvirskotinum av landinum.

At taka leigu fyri aliøkini fyri føroysku firðirnar vendir rætt í mínum hugaheimi, og hetta er eisini púra vanligt rundan um okkum. Leigugjaldið fyri lendið, sum í hesum føri eru firðir og sund, kemur øllum landinum til góðar, meðan leiguøki á landi eru kommunal og koma kommunum til góðar.

Hinvegin haldi eg sjálv, at vit eiga at arbeiða við møguleikanum at mótrokna nakað til kommunurnar framyvir, tí hóast tað ikki eru kommunurnar, ið sita eftir við ábyrgdini av dálking, so er tað tær, ið eiga hesa dálking.

Tískil ber ikki til at siga, at ávís økir í landinum rinda øðrum økjum, og Norðoyggjar verða verri fyri. Tað er hinvegin leigugjald frá øllum firðum og sundum í landinum, ið fer beinleiðis út til fólki, út í hvørt hús í landinum. Tí ávís øki í landinum eiga ikki alivinnuna, men hinvegin ávís feløg, ið reka hana.

 

Hýrur og tilfeingisgjøld
Verandi tilfeingisgjald, ið undanfarna samgonga legði á fiskivinnuna, ávirkaði inntøkurnar hjá kommununum nakað. Í Klaksvíkar Kommunu varð hetta roknað til áleið 3 milliónir fyri 2014. Hetta fer núsitandi samgonga ikki at gera teirri undanfarnu eftir. Tilfeingisgjaldið liggur á somu leið, sum undanfarna samgonga arbeiddi við, og hetta skal á ongan hátt raka manningarpartin og inntøkugrundarlagið hjá kommununi. Tí verður arbeitt við ikki at leggja á óbýtt, so hýrurnar sleppa undan at rinda, og harvið verður ikki minni at koma í kommunukassar tann vegin.

Sniðfundigur politiskur rossahandil kallar John William Joensen, sum hevur gjørt seg til talsmann fyri høgraveingin í Norðoyggjum, ætlanina at bjóða part av kvotuni í Barentshavinum út. Arbeiðspláss verða flutt úr Norðoyggjum, tí stórur kapitaláhugi úr miðstaðarøkinum liggur upp á lúr at taka hesi arbeiðspláss, sigur hann.

Fyri tað fyrsta, so er talan um at bjóða tann partin av kvotuni, ið kvotan er hækkað seinni árini í býti við uppisjóvarfisk, so hetta hevur ikki so nógv at gera við vunnin rættindi ella við mist arbeiðspláss í Norðoyggjum. Og fyri tað annað er henda kvota ein roynd at bjóða út á uppboði, so ein slík skipan kann roynast í verki, til tess at ongi óráð verða tikin, tá arbeiðið við nýskipanini av fiskivinnuni fer av bakkastokki.

 

Hugsjónir og nýskapan
Hugsjónarligu endamálini við umskipanunum eru tey veruligu stórmálini, fíggjarætlanini fjalir yvir.

Onki hall á fíggjarlógini er tað allarstørsta nýbrotið. Framyvir fara vit at skuldarloysa Føroya land, heldur enn skuldarbinda. Skipast skal fyri gransking á fiskivinnuøkinum. Nýtt flaggskip skal leggjast aftur at prýðiliga skipaflota okkara, ið skal stuðla menning og gransking í høvuðsvinnuni, vinnu og landi at frama. Sperda familjan, yngra sum eldra, skal hava munandi styrk, so borgarum okkara verður veitt virðilig og sømilig livikor. Átøk verða at skapa fólkavøkstur og orkuøkið raðfestat av álvara -hildið kundi verið fram.

Einar samhaldsfastari og dyggari Føroyar eru ávegis.

Óluva Klettskarð

 

 

 

 

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad