Lýsing

Grundlógin á breddanum á Eiði

Mikukvøldið 18. november kl. 19 verður almennur fundur á Eiði um føroysku grundlógina, sum eftir ætlan skal til fólkaatkvøðu í 2017. Fundurin er partur av “Unga Tjóðveldið kring Føroyar”. Fyrsti fundur var hildin í Klaksvík fyri trimum vikum síðani. Hesaferð verður tiltakið á Eiði í EB húsinum.

Nýggi løgtingslimurin hjá Tjóðveldi, Ingolf S. Olsen, greiðir frá, hví tað er týdningarmikið at Føroyar fáa egna grundlóg og um stríðið, ið hevur verið, at fáa egna grundlóg.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður og floksformaður, greiðir frá arbeiðinum í Stýrisskipanarnevndini og um hví arbeiðið steðgaði.

Umboð fyri Eysturoyar Unga Tjóðveldið kemur eisini at greiða frá, hvat Unga Tjóðveldið ætlar at gera í samband við fólkaatkvøðuna, ið skal verða í 2017. Lagt verður upp til orðaskifti hesum viðvíkjandi og um grundlógina sum heild.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin – ung, sum eldri!

Unga Tjóðveldið

Unga Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad