Lýsing

Eldra Tjóðveldi talar at

Støðgið skilaleysum íløgum

 

 

 

Samferðsluíløgur eru gjørdar, so at borgarin sum skjótast røkkur hægri tænastustigi á sjúkrahúsum, skúlum, keypsskálum, havnaløgum og flogvølli.

 

Nýggjasta átakið sæst nú vera at gera undirsjóvartunnil við yvirdimensioneraðum havnaløgum í hvørjum enda av tunlinum.

 

Fleiri halda aðra íløguna vera skilaleysa, men at gera báðar undir liðini hvør á aðrari við undirsjóarsambandið er tann reini ørskapur.

 

Tað kann bara vera eitt samfelag, sum hevur so ovurstórt yvirskot í búskapinum, at tað ikki veit , hvat tað skal gera við peningin, ið vassar á so djúpum vatni.

 

Vit hava fyrr harmast um mió. kr. stórar íløgur á hvørjum tanga. Nú vit telja tær í mia.kr. er skaðin tað størri.

 

Ein meginorsøkin til, at javnvág ikki fæst á búskapinum er, at Føroyar halda seg hava ráð til tvinni miðstaðarøki við somu funktiónum.

 

Vit heita tí inniliga á samgonguna um at ýta av av nýggjum, sleppa búskaparliga ovfarakætinum, ið verið hevur og raðfesta fíggjarorkuna soleiðis, at vit strika parallellar íløgur og rakstur av hesum til gagns fyri samlaða samfelagsbúskapin.

 

Vinarligar heilsanir

 

 

Eldra Tjóðveldi, 16. okt. 2015.

 

Sigmundur Poulsen, Sandvík

Elisabeth Myllhamar, Skálavík

Hergeir Nielsen, Vági

Deil hesa grein umvegis
468 ad