Lýsing

Føroyar skulu vera eitt samfelag fyri øll

Tað er við eyðmýgd, at eg fyri fyrstu ferð standi her og skal røða frammafyri hesum høga tingi.
Og ætlandi fari eg eisini frameftir at verða bæði eyðmjúkur og virðiligur í parlamentariska arbeiðnum innan okkara fólkaræði, sum eg seti so sera høgt.

Tá eg havi bjóðað meg fram á hesum pallinum, er tað tí, at eg havi nøkur mál og nakrar hugsjónir, sum eg fegin vil stríðast fyri.

Í so máta er tað kærkomið, at sjálv fíggjarlógin er høvið, har eg kann halda mína allarfyrstu røðu á Løgtingi. Tí í flestu førum er tað jú í seinasta enda okkara felags orka, ítøkiliggjørd í okkara fíggjarligu raðfestingum, altso fíggjarlógini, sum er tann, sum skal bera politisku ætlanirnar og hugsjónirnar á mál.
Gamaní er talan í fyrstu atløgu um eina framskrivaða fíggjarlóg uttan politiskar raðfestingar, men tær koma seinni í broytingaruppskoti.

 

Eg eri sera fegin um at vera partur av einari samgongu, sum hevur samhaldsfesti, sjálvbjargni og frælsi sum síni skjaldrarmerki.
Vit vilja, at Føroyar skulu vera eitt samfelag fyri øll. Eitt samfelag, har vit eru saman um at bera byrðarnar. Eitt samfelag, har vit øll fáa ágóðan av okkara stóra náttúruríkidømi, og har samfelagsvirðini annars verða rættvíst býtt.
Vit vilja, at Føroyar skulu verða búskaparliga sjálvbjargnar. Vit virða frælsið hjá tí einstaka, og vit vilja tryggja og menna karmarnar um eitt frælst vinnulív.

Hesi virði eru bulurin í samgonguskjalinum, og tey skulu eisini avspeglast í raðfestingunum á fíggjarlógini.
Føroyar eru eitt ríkt land, men kortini eru tað alt ov nógv fólk her, sum annaðhvørt eru fátæk ella liva í fátækraváða. Ofta er talan um barnafamiljur.

Tað ERU ov nógvir føroyingar, sum hava alt ov lítið, meðan fleiri av okkum liva eitt lív í marglæti.

Men vit eru væl før fyri at tryggja okkum øllum góð livilíkindi bara við at býta virðini eitt sindur meira rættvíst. Her mugu umfordeilingar gerast, og vit fara at gera tær. Millum annað við einum skattalætta til lág- og miðalinntøkur og við beinleiðis at lætta um fíggjarliga hjá barnafamiljum. Hesi átøk ætlast at fáast at virka longu á nýggjárinum.

 

Ítøkiliga hava vit sett nøkur mál at fremja beinanvegin, men ALT valskeiðið skulu samhaldsfesti, sjálvbjargni og frælsi verða herrópið yvir ØLLUM tí politiska arbeiðnum hjá samgonguni.

Og vónandi kann ein stórur partur av hesum arbeiðnum gerast í tøttum samstarvi við andstøðuna. Í øllum førum vóni eg – og tað er eisini avgerandi – at breiðar semjur verða um tey stóru málini og tær stóru nýskipanirnar – sum til dømis stjórnarskipan, fiskivinnunýskipan, pensjónsnýskipan og skattanýskipan.
Ynskini um raðfestingarnar á fíggjarlógini eru ymisk, og eisini í samgonguni kunnu vera ymiskar meiningar um, hvat eigur at raðfestast ovast, og hvat kann bíða, tó at vit ERU samd um yvirskipaðu málini og raðfestingarnar í samgonguskjalinum og tess fylgiskjali.

 

Eg havi eisini sjálvur ein ynskilista, treyðugt so, og sumt av tí havi eg havt frammi í sambandi við valstríðið, ið stutt síðani er av.

 

Sera ovarlaga raðfesti eg rættin til egnan bústað. Tí, um vit av álvara vilja venda fólkafráflyting til fólkatilflyting, so hevur tað stóran skund at menna ein bústaðarmarknað, sum tryggjar, at øll kunnu útvega sær ein hóskandi bústað fyri ein sámuligan prís. Hetta hongur eisini saman við einari menning og fjøltáttan av útbúgvingartilboðunum, sum eg nemi við seinni.
Alt hetta hevur sjálvsagt eisini stóran týdning í strembanini eftir at rætta upp skeiva kyns- og aldursbýtið her á landi.

Størstan skund hava bústaðartilboð til lesandi – lestraríbúðir – bústaðartilboð til fólk, ið ætla at flyta heim til Føroya EFTIR loknan lestur,  og íbúðir til fólk við serligum tørvi.

“Serligur tørvur” er í hesum samanhanginum eitt vítt hugtak. Tað kunnu vera seinment fólk. Ella tað kunnu vera fólk, ið bera fysiskt brek ella dragast við kroniska likamssjúku. Ella tað kunnu vera fólk, ið dragast við sálarsjúku. Øll hesi skulu hava tilboð um egnan bústað, um tey ynskja tað og eru før fyri at klára seg sjálvi, eventuelt við stuðli ella heimatænastu.

Lestrarbústaðirnir skulu sjálvandi vera har, sum útbúgvingarnar eru, meðan aðrir bústaðir skulu byggjast har, sum tørvurin, tað vil siga brúkarin, er.
Vinnupolitiskt skulu esini stór tøk takast. Millum annað innan ferðavinnuna.
Visit Faroe Islands hevur sett sær sum mál, at í 2020 skal umsetningurin í føroysku ferðavinnuni vera eina milliard krónur. Tað er ein tvífalding í mun til nú.

Men vit bjóða ongar yrkisútbúgvingar innan økið, hóast tað liggur nær at hugsa, at júst málrættaðar útbúgvingar innan ferðavinnuna eru ein fortreyt fyri, at sama ferðavinna kann mennast og vaksa.

Tí haldi eg, at tað hevur skund at seta á stovn ein ferðavinnuskúla í Føroyum.

Tjóðveldi arbeiddi fyri fleiri árum síðani fyri, at ein ferðavinnuskúli skuldi byggjast í Vágum, og tað hevði kanska verið hóskandi at tikið hesar ætlaninar fram aftur.

Tað týdningarmesta er tó, at ein ferðavinnuskúli VERÐUR stovnaður, og at hann verður stovnaður skjótt.
Menning av verandi útbúgvingartilboðum og nýggjar útbúgvingar eiga sum heild at raðfestast høgt, so okkara dýrabarasta tilfeingi, ungdómurin, í størst møguligan mun kann nema sær útbúgving her heima.

Tí skulu vit miðvíst menna Fróðskaparsetrið. Hetta eigur eisini ítøkiliga at síggjast aftur í hægri játtnanum til stovnin.

Men eg haldi tað eisini vera rætt at stimbra undir útbúgving innan vinnur, har vit frammanundan eru í fremstu røð. Og her hugsi eg um fiskivinnuligu og maritimu útbúgvingarnar, sum tí sanniliga eisini eiga at raðfestast høgt við miðvísari menning fyri eyga.

 

Neyvan nakrantíð fyrr í Føroyum eru so nógvar stórar og dýrar byggiverkætlanir stungnar út í kortið samstundis sum júst nú. Her hugsi eg bæði um landsalmennar, kommunalar og privatar íløgur.

Tí er vandi fyri ovurhiting av búskapinum, um íløguferðin ikki verður minkað, og trotið á handverkarum hevur longu leingi verið eyðsýnt.
Men vælvitandi, at íløgur altíð skulu lagast til samlaðu búskaparstøðuna í landinum, og at størsta ferðin í almennu íløgunum helst skal vera, tá búskapurin er niðurgangandi, so mugu vit ansa eftir, at almennu íløgurnar ikki bert verða reduseraðar til at vera eitt búskaparpolitiskt, konjunkturjavnandi instrument.

Meginreglan má sjálvsagt verða, at íløgur skulu gerast, TÍ tørvur er á teimum og TÁ tørvur er teimum.
Tá tað kemur til løguraðfestingar í samferðslukervinum er dysturin um, hvør tunnil skal gerast fyrst, langt síðani farin í gongd.
Eg haldi tó, at vegurin inni í Skálafirði, eigur at vera við í dystinum.
Størsta tunnilsverkætlanin nakrantíð í Føroyum er Eysturoyartunnilin. Hann er longu settur út í kortið og arbeiðið tíðarfest. Og samgonguskjalið sigur greitt, at hildið verður fast um semjuna um kombineraðu verkætlanina fyri Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Eysturoyartunnilin skal bindast í høvuðsvegirnar báðmegin Skálafjørðin og fer at økja enn meira um tað frammanundan stóra ferðslutrýstið á smala vegin inni í Skálafirði, har vegirnir møtast. Hetta vegastrekkið er altíð lopið um, tá høvuðsvegirnir annaðhvørt eru nýgjørdir ella dagførdir.

Umframt at vera ein fløskuhálsur, er verandi smali vegurin í Skálafirði sera vandamikil fyri bæði koyrandi og gangandi ferðslu og eisini fyri tey, ið búgva fram við vegnum.

Tað eru nógv harrans ár síðani, at ein nýggjur vegur í Skálafirði varð settur í samferðsluætlanina hjá Landsverki, og pengar eru eisini fleiri ferðir settir av til hann. Altíð er hann tó blivin spardur burtur aftur í evstu løtu.

Nú haldi eg, at tað ber ikki til at bíða longur við at fáa vegin gjørdan.
Ein onnur sera týdningarmikil og leingi ætlað verkætlan er byggingin av einum nýggjum, framkomnum havrannsóknarskipi. Verandi havrannsóknarskip er meira enn 40 ára gamalt, og tað er ein stór skomm fyri eitt land, ið vil metast millum fremstu sjó- og fiskivinnutjóðir.

Tørvurin á einum nýggjum havrannsóknarskipi og samfelagsnyttan av tí kann neyvan yvirmetast. Tí skal henda samgongan syrgja fyri, at tað verður bygt.
Eg havi her bara nevnt nøkur mál úr rúgvuni, sum eg haldi hava skund, og eg kundi nevnt nógv onnur.

Tað er tó greitt, at alt kann ikki gerast í senn. Vit skuldu fegin havt fýra ár at røkka málunum í samgonguskjalinum. Í fyrstu syftu. Tí visjónirnar røkka langt út í framtíðina, og tí eigur kósin eisini at setast móti málum, ið liggja væl longri frammi enn tey fýra árini, ið valskeiðið avmarkar seg til.
Men fremsta fortreytin fyri, at tað skal bera til at leggja lunnar undir framtíðina er tó, at vit hava ein haldføran búskap at byggja á.

Í hesum sambandi er tað avgerandi, at vit megna at hava avlop á fíggjarlógini í so góðum tíðum, sum vit til dømis hava havt í fleiri ár nú, og at vit tá kunnu rinda skuld niður og leggja til síðis til verri tíðir.

Hetta er alneyðugt fyri at vit kunnu hava ráð til at hava tey hallini, sum jú eru neyðug, um vit eisini skulu kunna raðfesta vælferðina, tá konjunkturarnir ganga ímóti.
Tí mugu ynski og raðfestingar passast inn í henda búskaparliga veruleikan. Okkurt má kanska víkja nú, uttan at tað tó verður slept. Tað týdningarmesta er, at kósin, sum er sett í samgonguskjalinum verður hildin. Um ferðin onkuntíð er lægri og onkuntíð hægri, tað ger minni.

 

Og vit skulu sjálvsagt eisini fokusera á nýskipanir og átøk, sum onki kosta, men tvørturímóti eru ætlað at økja inntøkurnar hjá landskassanum.
Harra formaður, eg vil enda hesa røðu við at vísa á mál, sum eg sum menniskja haldi, at vit hava skyldu at vera við til at loysa sum ein partur av heimssamfelagnum. Her hugsi eg serliga um vanlukkuligu støðuna við stórum flóttafólkastreymum úr krígsherjaðu londunum í Miðeystri og fátækradøminum í triðja heiminum.
Eg nevndi í byrjanini okkara egnu ójavnar við ov nógvum føroyingum, sum liva í fátækt ella í fátækraváða. Her er talan tó um ein fordeilingstrupulleika, sum vit bæði kunnu og skulu loysa.
Men hóast henda heimliga ójavnan, so eru vit ein rík tjóð. Ja, vit eru millum heimsins ríkastu lond roknað eftir bruttutjóðarinntøkuni per íbúgva. Og vit smæðast ikki við alment at reypa um hetta.
Tí SKULU vit hava ráð og húsarúm at hjálpa teimum, ið líða neyð og onki hava.
Hvussu stór henda hjálp skal vera í pengum, TAÐ dugi eg ikki at siga, men vit eiga í øllum førum at lata tað sama í prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni sum grannalondini, ið okkum annars dámar so væl at samanbera okkum við.
Eg havi heldur onga ítøkiliga uppskrift upp á, hvussu vit hjálpa flóttum.
Men hjálpa teimum, tað SKULU vit eftir førimuni, og vit mugu gera okkum greitt, at besta loysnin verri enn so altíð er at hjálpa flóttunum í teirra egnu nærøkjum.

 

Takk fyri harra formaður.

 

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad