Lýsing

Tøkk frá Norðoya Tjóðveldisfelag

Fólkið ynskti eina nýggja politiska kós fyri Føroyar á valinum týsdagin 1. september. Fólkið ynskti einar rættvísar, samhaldsfastar og sjálvbjargnar Føroyar.

Vit fegnast tí um, at Tjóðveldi nú aftur er í samgongu og serliga gleðir tað okkum, at vit kunnu ynskja Óluvu Klettskarð hjartaliga tillukku sum nývalt umboð á Føroya løgtingi.

Hjartans tøkk til øll tykkum, sum stuðlaðu flokkinum til valið, til tykkum sum greiddu atkvøðu fyri flokkinum og valevnunum, til valfeløgini, til álitisfólkini og til hjálparfólkini. Uttan tykkum var ikki møguligt at rokkið einum so góðum úrsliti. Tjóðveldi fer nú undir at vísa álitið frá veljarunum í verki.

Deil hesa grein umvegis
468 ad