Lýsing

Samhaldsfesti, sjálvbjargni og frælsi

Samgonguskjal

millum

Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn

 

 

Vit staðfesta, at Føroyar eru millum ríkastu tjóðir í heiminum við ovurstórum náttúruríkidømi, ríkari mentan, skapandi og dugnaligum fólki og framtakshugaðum vinnulívi. Vit hava allar fortreytir fyri at skapa eitt sjálvbjargið samfelag við ríkum møguleikum, sterkum felagsskapi og javnbjóðis rættindum fyri okkum øll.

 

Aðalmálið er, at valdið og virðini skulu út til fólkið. Vit skulu skapa einar sterkar, samhaldsfastar og sjálvbjargnar Føroyar. Vit vilja menna eitt tíðarhóskandi vælferðarsamfelag fyri alt fólkið í Føroyum, sum kann kappast við grannalondini um at draga fólk og virksemi til sín.

 

Búskapurin er vaksin seinastu árini, ríkir møguleikar eru fyri framburði, og fólkatalið er vaksið.  Tó staðfesta vit, at virðini eru savnað á alsamt færri hondum, ójavnin er vaksin, skuldin er økt, aldurssamansetingin er framvegis ein avbjóðing, og búskaparliga haldførið er versnað. Gongdin fram ímóti einum sjálvberandi búskapi er steðgað, og ríkisveitingin er hækkað.

 

Skilvísur búskaparpolitikkur skal leggja trygga grund undir ein sjálvbjargnan og haldføran búskap. Javnari býti av ríkidøminum skal tryggja, at virðini í størri mun koma í umfar og harvið skapa størri vøkstur og trivnað. Nýskipanir skulu menna einar vælvirkandi Føroyar við fleiri møguleikum, framburði og dyggari áliti og javnrættindum fyri allar borgarar.

 

Skeiva aldurs- og kynsbýtið er millum størstu avbjóðingar landsins. Samgongan fer at møta hesum við einum málsøknum vinnupolitikki, ið kann skapa arbeiðspláss, og við íløgum í útbúgving og betri lestrarumstøður, so ungdómur og barnafamiljur kunnu støðast, virka og trívast í Føroyum. Fleiri mentanartilboð, betri bústaðarmøguleikar og góð livikor annars skulu fjálga og fjølga um fólkið. Serstøk átøk skulu setast í verk í mun til kvinnuundirskotið og integratiónina av útlendingum.

 

Ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Lógin skal áseta og útgreina sjálvsavgerðarrættin og fólkaræðisliga stýrislagið hjá Føroya fólki. Hon kemur til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017.

 

Spekulasjón við privatum keypi og sølu av fiskirættindum verður steðgað, og øll fyrisitingin av lógini um vinnuligum fiskiskap eftirmett. Ein grundleggjandi nýskipan av fiskivinnuni verður millum høvuðsmálini hjá samgonguni. Ein breitt samansettur arbeiðsbólkur við fakligum førleikum og vinnuligum royndum verður alt fyri eitt settur at gera tilmæli til politisku skipanina um nýskipan í fiskivinnuni frá 1. januar 2018. Meginreglan er, at vinnan skal virka eftir marknaðartreytum.

 

Ein nýhugsandi vinnupolitikkur skal skapa størri fjølbroytni, fleiri størv og hægri inntøkur. Kjarnan í vinnupolitikkinum verður, at okkara fjølbroytta tilfeingi verður gagnnýtt, at fleiri vørur og tænastur verða framleiddar, og at føroyskar loysnir og førleikar støðugt verða ment. Eitt serstakt mál er at talgilda Føroyar og geva føroysku KT-vinnuni nýtt grundarlag við millum annað at tryggja, at tær grundleggjandi KT-skipanirnar verða goymdar og viðgjørdar í Føroyum.

 

Uttanríkistænastan verður útbygd. Útflutningspolitikkur verður orðaður. Arbeitt verður miðvíst fyri betri handilssambandi við onnur lond og møguleikum fyri at taka lut í altjóða sambondum og felagsskapum.

 

Sum partur í einum sínamillum tengdum heimi hava Føroyar eisini ábyrgd í mun til tær ovurhonds stóru avbjóðingarnar við flóttafólki og neyðstøddum kring heimin – og á henda hátt av at royna at skapa eitt tryggari heimssamfelag.

 

Alment og privat eru fortreytir fyri hvørjum øðrum. Stuðlast skal undir privat framtakssemi, íverkseting og nýmenning. Tað privata skal innan ávís øki kunna bjóða seg fram at loysa nakrar tænastur hjá tí almenna í tann mun, tað er bíligari og betri. Ein eigarapolitikkur skal orðast fyri almennar fyritøkur, grunnar o.a., sum eisini skal lýsa, um ávísar almennar fyritøkur, hvørs uppgávur eru vinnuligar heldur enn almennar, kunnu verða einskildar.

 

Góður skúlaskapur og lívslong læra eru grundin undir einum framkomnum samfelag. Útbúgving og gransking verða tí millum fremstu mál samgongunnar. Førleikarnir at taka lut í fólkaræðinum eiga at verða styrktir frá barnsbeini gjøgnum skúla og útbúgving.

 

Mentan og list skapa okkum sum menniskju og samfelag, og kreativitetur er ein grundleggjandi framdráttarmegi. Mentanarpolitikkur skal tí setast høgt í politiska arbeiðinum.

 

Eitt gott og útbygt samferðslukervi – innanoyggja og til umheimin – er avgerandi fyri trivnað og møguleikar hjá fólki og vinnu. Tí verða íløgur støðugt gjørdar og átøk framd til tess at geva fólki javnsettar møguleikar kring landið.

 

Umhvørvis- og náttúruvernd skulu uppraðfestast til gagns fyri verandi og komandi ættarlið. Ferð skal av álvara setast á at leggja orkunýtsluna um, so vit gerast sjálvveitandi við grønari orku.

 

Øllum borgarum skulu tryggjast javnrættindi. Hvør einstakur skal eiga møguleikan at smíða sær eitt eydnuríkt lív eftir egnum huga og evnum og at taka lut og ábyrgd í samfelagnum. Hetta tryggjar sosialt og mentanarligt fjølbroytni, sum gevur trivnað og skapanarhug.

 

Í sonevndum etiskum málum stendur hvørjum einstøkum tingfólki frítt at atkvøða eftir egnari sannføring.

 

Í øllum arbeiði vilja vit skapa álit á politisku skipanina. Øll mál skulu viðgerast í opinleika, og fólk, sum vara av, serfrøði og fakfólk verða hoyrd og vird. Somuleiðis skal rættartrygdin styrkjast og verjast eins og rætturin hjá borgaranum til innlit og gjøgnumskygni.

 

Øll átøk, sum samgongan fremur, eru treytað av fíggjarstøðu landsins og búskaparligum skilvísi. Samgongan vil í øllum nýskipanum leggja dent á at finna breiðar semjur og at byggja avgerðirnar á fakligt og fólkaræðisligt grundarlag.

 

Høvuðsmál, sum vit fara undir at loysa alt fyri eitt

Vit ásanna, at stór og átrokandi mál skulu loysast í føroyska samfelagnum. Tí fara vit alt fyri eitt undir hesar høvuðsavbjóðingar:

 

  • At seta í verk eina nýskipan av fiskivinnuni.
  • At fremja broytingar í skattapolitikkinum, so lág- og miðallønt fáa ein skattalætta.
  • At geva fólkinum høvi at samtykkja sína egnu stjórnarskipan á fólkaatkvøðu, at  fastfrysta ríkisveitingina og taka mál á føroyskar hendur.
  • At taka avbjóðingina við aldurs- og kynssamansetingini í álvara við íløgum í ungdóm, útbúgving, mentan og barnafamiljur.
  • At tryggja langtíðarhaldføran búskap við m.a. búskapargrunni og konjunkturjavnandi fíggjarpolitikki.
  • At seta í verk menningarætlan fyri heilsuverkið, sum tryggjar viðgerðir og tænastur á nútímans støði.
  • At gera nýggja pensjónsskipan, sum skal tryggja øllum góða pensjón og samstundis rætta teir ójavnar og haldføristrupulleikar, sum komu í við forskattingini av pensjónum.
  • At gera íløgur í grøna orku, so Føroyar kunnu gerast sjálvveitandi við varandi orku.

 

Nýskipan í fiskivinnuni

Vit vilja fremja eina grundleggjandi nýskipan í fiskivinnupolitikkinum, sum verður sett í verk frá 1. januar 2018. Nýskipanin skal byggja á hesar aðalreglur:

  • Allur fiskiskapur skal vera lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggur.
  • Livandi fiskiríkidømið í føroyskum sjógvi og tað, sum Føroyar hava samráðst seg til í avtalum við onnur lond, skal framhaldandi vera fólksins ogn og kann ikki gerast ogn hjá privatum feløgum ella einstaklingum ella fara á útlendskar hendur.
  • Fiskirættindi skulu vera á føroyskum hondum.
  • Farast skal frá privatari sølu av loyvum og fiskirættindum.
  • Farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan.
  • Veiddur fiskur skal vera atkomiligur hjá virkjum á landi at bjóða uppá.
  • Veiðan og alt av fiskinum eigur at verða fingið til lands og í størstan mun virðisøkt í Føroyum.
  • Bert feløg, sum hava føroyskar eigarar, eru skrásett í Føroyum, rinda skatt í Føroyum og sum rinda manningini hýru sambært føroyskum sáttmála, kunnu bjóða seg fram í føroyskari fiskiveiði.
  •  Serlig skipan kann gerast fyri útróðrarflotan.

Til tess at fremja hesa nýskipan í verki, setur landsstýrisfólkið beinanvegin ein breitt samansettan arbeiðsbólk við fakligum førleikum og vinnuligum royndum, ið skal gera tilmæli til politisku skipanina, sum byggir á omanfyrinevndu aðalreglur. Í arbeiðinum skal bólkurin regluliga hoyra allar partar í vinnuni.

 

Í tilmælinum skal ítøkiligt uppskot gerast til, hvussu broytingarnar frá verandi skipan til nýggju skipanina skulu fara fram í eini skiftistíð. Somuleiðis skulu atlit takast til, at støðan hjá ymsu pørtunum av flotanum er ymisk, og at verandi aktørar á ein skynsaman hátt kunnu laga seg til broyttu treytirnar. Tá ið tilmælið fyriliggur, vera politiskar samráðingar millum allar flokkar á tingi um at gera eina varandi semju um fiskivinnuna. Lógaruppskotið verður lagt fyri Løgtingið í seinasta lagi á ólavsøku 2016.

 

Fyri at lætta um trýstið á botnfiskastovnarnar undir Føroyum verður beinanvegin miðað eftir, at vit í býtisavtalum við grannalondini kunnu økja um botnfiskakvoturnar fyri heimaflotan í fremmandum sjógvi.

 

Stjórnarskipan og mál á føroyskar hendur

Ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum. Lógin skal staðfesta og útgreina sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks, herundir at allur rættur at avgera framtíðar ríkisrættarstøðu Føroya er hjá Føroya fólki. Eisini skal stjórnarskipanin áseta Føroya fólkaræðisliga stýrislag eins og rættindi og skyldur borgaranna, tá ið tað snýr seg um javnrættindi, persónligt frælsi, rætt til menning, sosiala trygd, rættartrygd, arbeiði og vinnu og rætt til innløgu og gagnnýtslu av felags tilfeingi. Lógin kemur til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017.

Hesi mál verða tikin á føroyskar hendur í hesum valskeiðnum:

  • Útlendingamál
  • Loftrúmið
  • Persóns-, familju og arvarættur

 

Lætti til lág- og miðallønt

Fíggjarligir lættar verða veittir lág- og miðalløntum, herundir pensjónistum og lesandi. Hetta skal fáa størri part av ríkidømi landsins út í peningarenslið og á tann hátt styrkja búskapin og at gera tað liviligari hjá øllum. Skattagrundarlagið verður breiðkað, so trýstið á lønarinntøkuna minkar.

 

Barnafamiljur, ið liva undir fátækramarkinum, skulu hava bráðfeingis lætta. Kringvarpsgjaldið verður endurskoðað, barnastuðul verður latin børnum undir skúlaaldri, og lestrarstuðulin verður hækkaður.

 

Nýskipanir innan almannaøkið skulu tryggja øllum borgarum góða tænastu, rættartrygd og møguleikar at liva og virka í Føroyum, og málið er, at eingin skal liva undir fátækramarkinum. Ein bøttur íbúðarmarknaður og átøk fyri at lækka kostnaðarstøðið skulu gera tað lættari hjá fólki at fáa endarnar at røkka saman.

 

Fólkatal- og samanseting

Aldurs- og kynssamansetingin er fremsta avbjóðingin, so samgongan fer alt fyri eitt undir at fremja átøk á hesum øki, millum annað við støði í heildarætlanini “Fólkaflyting og fólkavøkstur”. Hetta ber í sær íløgur í útbúgving og gransking, vinnumøguleikar, lestraríbúðir og fjølbroytt mentanartilboð, so Føroyar gerast lokkandi hjá ungdómi. Hartil skal barsilsskipanin gerast liðiligari og barnsburðarfarloyvið leingjast.

Lagt verður fyri við at gera ætlan um, hvussu vit byggja og menna Fróðskaparsetrið, lestrarbý við tilhoyrandi bústøðum, granskingarkarmar og mentanar- og frítíðartilboð til ung lesandi. Eisini skulu korini hjá lesandi og støkum uppihaldarum bøtast munandi, so hesi kunnu liva og virka í Føroyum.

 

Haldførur og sjálvberandi búskapur

Eitt av høvuðsmálunum hjá samgonguni er at tryggja haldførið í búskapinum og at vísa fíggjarliga ábyrgd. Tí skal fígging vera til øll átøk.

 

Ríkidømi landsins er savnað á ov fáum hondum og fer í stóran mun av landinum. Hetta skal broytast, so tað kemur landi og fólki til góðar. Soleiðis økist eftirspurningurin eftir vørum og tænastum, og tað hevur við sær inntøkur og vøkstur. Fleiri fáa fíggjarliga orku at seta vinnuligt virksemi í gongd, so vit fáa størri dynamikk og menningarmøguleikar í vinnuni.

 

Ríkisveitingin verður fastfryst beinanvegin. Búskapargrunnurin verður fingin at virka sum barlast til tess at tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap, ið styrkir samhaldsfesti millum ættarlið. Í Búskapargrunnin verða settar eingangsinntøkur, serinntøkur og ein partur av inntøkuvøkstrinum hjá landskassanum, tá ið hallið er vent til avlop. Hetta kann eisini seinni nýtast til at niðurlaða ríksiveitingina.

 

Búskaparpolitikkurin skal javna sveiggini í búskapinum og stimbra ein sjálvbjargnan og langtíðarhaldføran búskap.

 

Pensjónsnýskipan

Arbeiðið í pensjónsbólkinum heldur fram. Pensjónsnýskipanin skal vera búskaparliga haldfør og lutvíst samhaldsføst, og hon skal tryggja, at peningarenslið í størri mun er í føroyska samfelagnum. Meginreglan er, at øll í Føroyum hava rætt til jøvn og virðilig kor á ellisárum. Skipanin skal eggja fólki at arbeiða eftir pensjónsaldur, um tey hava hug og møguleika til tess. Harumframt skal pensjónsnýskipanin leggja upp fyri, at vit gerast fleiri eldri, og hon skal rætta avleiðingarnar av, at farið varð undir at forskatta pensjónirnar. Uppskot um pensjónsnýskipan verður lagt fyri Løgtingið í seinasta lagi á heysti 2016.

 

Menningarætlan fyri Heilsuverkið

Allir borgarar skulu hava javnbjóðis atgongd til heilsutænastur. Fyri at geva landsins borgarum eina trygga og samanhangandi heilsuskipan verður ein neyv lýsing gjørd av, hvat heilsuverkið er, hvat tað skal fevna um, og hvussu tað skal skipast.

 

Arbeiðið við ”Visjón og menningarætlan fyri Sjúkrahúsverk Føroya”, sum eitt samt løgting tók undir við í mai 2015, verður sett í verk. Hetta arbeiðið skal byggja á faklig tilmæli frá øllum avvarðandi pørtum í sjúkrahúsverkinum. Farið verður somuleiðis undir at menna samlaða heilsuverkið, eitt nú økispsykiatri, Gigni, heilsudeplar, endurvenjingina, kommunulæknatænastuna og Fólkaheilsuráðið.

 

Sjúkrahúsverkið má dagførast fíggjarliga, og arbeitt verður miðvíst fyri at tryggja tilgongd av serlæknum og øðrum heilsustarvsfólki.

 

Ferð á grøna orku

Ein miðvís ætlan fyri útbygging, umlegging, framleiðslu og nýtslu av varandi orkukeldum verður raðfest. Í minst lagi helvtin av øllum sethúsum og bygningum skulu innanfyri 10 ár hitast við grønari orku. Í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orku. Fyri at gagnnýta elorkuna í yvirskoti og geva rúm fyri størri útbyggingum skal eggjast til grøna orkunýtslu hjá húsarhaldum, í flutningi og í vinnu. Verandi stuðuls- og avgjaldsskipanir skulu umleggjast til tess at røkka málunum.

Allir almennir nýbygningar skulu hitast við grønari orku, og ætlan fyri orkusparing og –umlegging gerast fyri eldri bygningar. Vinnumenning og útbúgvingar innan grøna tøkni og orku skulu stimbrast.

Samgongan setir sær sum mál at menna samfelagið á øllum økjum. Hesi mál er nágreiniligari lýst í fylgiskjalinum “Mál at fremja”.

 

 

Tórshavn 14. september 2015

 

 

Aksel V. Johannesen                                                           Høgni Hoydal                                                   Poul Michelsen

Javnaðarflokkurin                                                                    Tjóðveldi                                                            Framsókn

Deil hesa grein umvegis
468 ad