Lýsing

Takk fyri stuðulin – hetta loystu vit saman!

Takk fyri stuðulin – Hetta loystu vit saman!

Nú gleðirómurin so smátt er farin at hæsa av og arbeiðið at byggja einar nýggjar Føroyar er farið í gongd, vilja vit nýta høvið at takka øllum teimum, sum settu sín kross við lista E týsdagin.

Í valstríðnum varð hesin spurningur fleiri ferðir settur: Hvørjar Føroyar vilt tú vakna til 2. september?

…Føroya fólk hevur talað, og vit vaknaðu til eina nýggja politiska kós.

Takk øll somul, sum settu sín kross við lista E. Takk tit øll kring landið, sum hava stríðst fyri at fáa hetta úrslit, sum sambært veljarakanningunum til tíðir tóktist vónleyst. Takk tit, sum valdu, at vit skuldu vakna til einari nýggjar Føroyar.

Nú fara vit aftur til verka – øllum fólkinum at frama!

Deil hesa grein umvegis
468 ad