Lýsing

Konsolidering og kassaeftirlit

Árini 1998-2004 var yvirskot á hvørjum ári, og landskassin var skuldafríur í 2004.

Síðani tá hevur hall verið á hvørjum ári, og hvør føroyingur skyldar nú 120.000 kr., ella 6 mia.kr. tilsamans.

Klassiska neokapitalisman ríður føroyingum sum marran, har fá scorað vinningin, meðan øll rinda skuldina.

Funnu vit olju ella diamantar var úrslitið tað sama við sama politikki.

Eingin konsolidering hevur verið yvirhøvur. Heimaflotin hevur ikki fingið inn í eygað og samfelagið heldur ikki.

Hvørvur makrelurin í morgin, hvørvur samfelagið sama veg.

BTÚ er fokið upp í 16 mia.kr., meðan landskassin er sokkin í eitt svart hol við 6 mia.kr. oman yvir sær.

 

Búskapargrunnurin, sum varð skipaður til at standa ímóti við, er rændur, og skattingin av pensjónum við útgjald er rænd frá børnum okkara.

Talan er um eitt skipað rán av veikum yvir á sterkar herðar.

Við bíbliuni í hondini hevur Miðflokkurin tryggjað hetta etiskt ekla og vanvirðisliga ránið.

Nýggja danska stjórnin hevur sett í verk eitt kassaeftirlit av donsku støðuni, nú teir skiftu stjórn.

Hetta er heldur torført her hjá okkum, tí landsbankin varð sleptur á djúpum vatni.

Skilligt er, at stórir fíggjarpostar IKKI eru innroknaðir í nógva reypið og skrálið um yvirskot í 2006, og er tað tíverri sera sannlíkt, at uttanlandsskuldin fer at toga okkum upp um 6,5 mia.kr. við árslok.

Hvat er so 6 mia.kr. fyri ein stødd?
Fyri 6 mia.kr. høvdu vit fingið ein undirsjóara úr Suðuroy umvegis Dímunar, Skúgvi, Sandoy, Hest, Koltur og inn á Streymoynna.

Tað eru hasar pengarnar vit tosa um, og teir eru brúktir av teimum, sum ikki høvdu skil fyri at halda hús.

 

Hergeir Nielsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad