Lýsing

Arbeiðstrygdin á breddan

Man bjóðar seg fram í politikki, tí man hevur hjartamál

Eitt hjartamál er trygd og heilsa á føroysku arbeiðsplássunum. Rætturin hjá einum og hvørjum løntakara í Føroyum, til at koma eins frískur heim frá arbeiði, sum tá viðkomandi fór til arbeiðis, er fyri mær, og fyri Tjóðveldi, sjálvsagdur. Hetta fevnir bæði likamligu og sálarligu arbeiðsheilsu.

Vit í Tjóðveldi hava ta greiðu fatan, at vinnuligur framburður ongantíð má fara fram, uttan fyrilit fyri trygd og heilsu hjá løntakarunum.

 
Føroyum tørvar eitt vælvirkandi og sterkt Arbeiðseftirlit sum, við eftirliti, ráðgeving og leiðbeining, kann tryggja, at trygdin kemur í hásæti á arbeiðsplássunum – soleiðis at løntakarin kann koma heima frá arbeiði, eins frískur sum tá viðkomandi fór til arbeiðis.
Ein komandi samgonga má tryggja, at Arbeiðseftirlitið beinanvegin verður endurstovnað sum ein sjálvstøðugur almennur stovnur við egnum stjóra og einari munandi øktari játtan.

Sum tjóð eiga vit at verða somikið framskygd, at heldur enn at niðarlaga sjálvsagdar myndugleikar, uppraðfesta hesar munandi – soleiðis at teir fáa møguleika fyri at røkja verandi uppgávur og taka upp nýggju arvbjóðingarnar – t.d. sálarliga arbeiðsumhvørvi.

Hetta er mítt hjartamál.

Jóhan Carl Dam
Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Jóhan Carl Dam

Deil hesa grein umvegis
468 ad