Lýsing

Børnini – okkara dýrasta tilfeingi

Ein orsøk til at eg valdi at stilla upp er stutt sagt míni børn. Eg ynski, sum onnur foreldur tað besta fyri tey. Eg ynski at tey vaksa upp í einum samhaldsfastum og burðardyggum samfelag, har ymiskleikin hevur rúmd.

Børnini – okkara dýrasta tilfeingi
Morgun og nýføddur grátur
Vælkomin, lítli, stíg inn
Í henda heimin sum gestur
Kanska tú dvølur eitt bil.

Tað at fáa eitt barn er stórt. Ein hin stórsta hendingin í lívinum hjá nógvum okkara. Sjálv føðingin er ein sera intim og privat hending, úrslitið av eini kynsligari sameining millum kvinnu og mann. Løtan, tá barnið verður lagt at mammusa brósti, løtan, tá pápin klippur nalvastreingin. Hendingin og løtan er teirra!
Men. Tí tað er altíð eitt men. Tað er eisini ein sera almenn og samfelagsviðkomandi hending. Barnið fær eitt tal, eitt persónsnummar, verður innført í talgildu heilsuskipanini. Landslæknin førir barnið inn í hagtølini, tað verður mált og vigað, ja hevur mamman roykt í viðgongutíðini verður tað bókført (talgilt sjálvandi).

Løgmaður fegnast í nýggjársrøðuni um økta barnatalið.

So henda upprunaliga heilt privata hending hevur stóran samfelagsligan týðning.

Tað er helst ein av orsøkunum til, at vit sum samfelag eisini ’blanda okkum uppí’ hvussu foreldrini taka sær av børnunum. Tað er jú beinleiðis ásett í barnarættinda-sáttmálanum hjá ST §18, at hóast foreldrini hava høvuðsábyrgdina av barnauppalingini, hevur samfelagið skyldu at vegleiða og hjálpa um tørvur er á tí.

Hvørt einstakt barn er jú ein partur av samfelagnum, og vilja vit sum samfelag tryggja okkum at hetta barnið fær best møgulig kor.

 

Yrkingin hjá Martin Joensen hevur hesar skilagóðu hugleiðingar um korini hjá børnum.

Um tú vilt korini vita
Best at eg sigi sum minst
Tó, ongin veit um júst títt lív
Skapt er til eyðnu og ljós.

Ábyrgdin á tínum herðum
Gáva frá okkum til tín
Byrða, ið tung er at bera
Ber hana betur enn vit
Hvørja lagnu hvørt barn fær, vita vit ikki.

Annars er tað ikki hissini ambitiónir vit hava fyri komandi ættarliðunum. Tey væntast at bera tungu byrðuna betri enn vit, at klára tilveruna betri enn vit. Hetta er sjálvandi ein góð vón at hava fyri teimum, men kann eisini leggja eitt stórt press á tey. Fyri mítt egna viðkomandi kann eg viðganga at eg havi stórar vónir fyri míni børn. Mítt hægsta ynski er, at tey fáa eitt lív (vónandi langt) har tey eru lukkulig og nøgd. Vónandi verður teirra lív fyllt av eyðnu og ljósi, hóast tey longu hava havt deyðan alt ov tætt at sær.

Men, sum skrivað í yrkingini :

Heimurin fyri tær opin
Kannar teg gjølla og væl
Merktur av ringastu royndum
Býður tær kortini sess.

 

Heimurin er víðopin. Vit royna at skilja dagligdagin hjá børnum og tannáringum, men tá vit so dánt eru komin í gongd við Face Book, eru tey langt síðani farin víðari til Snap Chat og so framvegis.

 

Tað er ein stór avbjóðing hjá okkum vaksnu, at verja børnini á alnótini. At stýra tí tey møta harúti, er nærum ógjørligt. Men vit kunnu brynja tey á annan hátt við at stuðla teimum at styrkja sítt sjálvsviði. Men hvussu gera vit tað?

 

Sum foreldur hava vit sjálvandi ein leiklut her. Men eisini sum samfelag hava vit ein leiklut. Hvussu vit, sum vaksin, møta hvørjum einstøkum barni. Hvussu vit síggja tað.

Orðini hjá Løgstrup um, hvussu vit halda lagnuni hjá einum menniskja í okkara hondum eru so sera sonn. Um vit eru okkara uppgávu vaksin og velja at síggja eitt barn, akkurát ta løtuna, tá barnið velur at opna seg fyri okkum, lærir barnið, at vaksin fólk eru til at stóla uppá. Tey vilja mær tað væl. Velja vit hinvegin í støðuni at yvirsíggja barnið, verður lærdómurin at ’eg eri ikki verd at brúka tíð uppá’. Hvat fleiri tílíkar upplivingar gera fyri sjálvsvirðið hjá barninum er ikki ringt at ímynda sær.

Børnini broytast og mennast allatíðina, tað kann gera tað torført at møta teimum har tey eru. Vit hava snøgt sagt ringt at fylgja við teimum.

Vit vita frá kanningum at børn og ung í Føroyum ikki altíð hava tað so gott, sum vit vildu ynskt. Eisini her í Føroyum eru børn/ung í sjálvmorðsvanda!

Føroysk børn/ung hava risikoatferð, tey bæði roykja og drekka og tað sum verri er.

 

Sum mamma at tveimum 10 og 12 ára gomlum børnum, havi eg persónliga áhuga í, at onnur vaksin enn eg sjálv, vilja mínum (og øllum øðrum) børnum tað væl. Tað er gott at vita, at um eg ikki megni at taka mær av teimum, so eru onnur har. Um tey fáa trupulleikar eg antin ikki veit um, ella ikki megni at loysa einsamøll, so er stuðul eisini har. Tí, sum ásett í barnarættinda-sáttmálanum hjá ST, so hava ’Øll børn rætt til eitt virðiligt lív’. Í §4 í sáttmálanum er ásett at ’samfelagið hevur skyldu til at halda sáttmálan’

 

Hvat eitt virðiligt lív er fyri eitt barn hevur yrkingin eitt boð uppá:

 

Men, tú eigur dagin og ljósið
tú eigur náttina við
tú eigur stjørnurnar allar
tú eigur rættin til frið

Tað kann næstan ikki sigast betri

Hvør einstøk okkara situr onkuntíð við lagnuni hjá einum barni í okkara hondum. Vit kunnu velja at síggja barnið, møta tí, har tað er. Vit kunnu eisini velja at yvirsíggja barnið, fokusera uppá teir trupulleikar barnið er partur av, og harvið kanska missa møguleikan vit fingu at røkka barninum. Í einum strævnum dagligdegi kann tað kennast lættari at yvirsíggja okkurt, vóna onkur annar tekur um endan, venda aftur til tað seinni.

Men løtan er nú

Bæði fyri barnið og okkum.

Mín vón er, at vit vaksnu eru búgvin til okkara uppgávu, at verja okkara dýrasta tilfeingi, børnini. Vit mugu sum einstaklingar taka ábyrgdina á okkum, at skapa eitt samfelag, har ongin dettur niður í millum. Vit kunnu ikki góðtaka, at børn vaksa upp í fátækraváða í okkara ríka landi.

 

Viljin er sterkasta svørðið
Bítur á harðasta stál
Vónin er bjartasti brandur
Lýsir tær veg fram á mál

Vit mugu venda gongdini.

Ongin fer væl av at annar fer illa.

Eg ynski einar Føroyar, har ongin livir í fátækraváða.

Hetta loysa vit saman
Katrin Kallsberg

 

Tjóðveldi

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad