Lýsing

Mítt persónliga vallyfti

So er val í morgin, og eg havi ikki runnið landið runt við heimabakaðum køkum við mínum navni á. Eg havi heldur ikki sent sms´ir til fólk, eg kenni ella ikki kenni, og biðið tey um at valt meg í morgin.
Ei heldur havi eg havt tíð til at renna land og ríki runt og luttaka í øllum møguligum tiltøkum.

Eg havi verið til arbeiðis, og aftaná arbeiðstíð havi eg tikið mær av mínum 4 børnum.

Men tað bilar ikki, tí beint nú druknar alt í valmeldrinum, og tað, ið eftir stendur, tá valið er av, er tað sama. Eg eri tann sama 2. sept., sum eg eri í dag.

Tað, sum eg kann bjóða tykkum veljarum, er:

Eina hartarbeiðandi kvinnu, sum elskar sítt land og fólkið í tí. Sum ongantíð fer hálv inn í nakað, men sum brennur fyri tí, ið hon ger.

Eg eri treisk og sigi tingini, beint sum tey eru. Onkuntíð komi eg at siga ov nógv ella gerast eitt sindur ov heit í kjakið, men tað er tí, at eg gangi so høgt uppí tað, sum er vert at berjast fyri.

Eg brenni fyri at beina burtur órættvísi og ójavnrættindi. Eg toli ikki, tá børn ikki hava tað gott og vil strekkja meg ógvuliga langt fyri at skapa góðar umstøður fyri børn.

Eg vil arbeiða fyri loysnum, sum strekkja seg langt út yvir eitt valskeið, og eg vil støðugt arbeiða fyri loysnum frá mótstøðuflokkum, um tær eru betri enn mínar/okkara. Eg ynski ein langtíðarpolitikk fyri okkara land, sum tænir okkum øllum best og sum á skynsaman hátt kann leiða Føroyar fram á leið.

Vallyftir eru góð, men tá alt er av, er umráðandi, at tú hevur valt ein persón inn á ting, sum tú hevur álit á og kennir aftur, tá roykurin frá avbrendum vallyftum leggur seg.

Eg eri tann sama í dag, sum eg verði 2. sept.

Set X við Biritu á Løgmansbø Bláhamar á lista E

Birita á Løgmansbø Bláhamar

Deil hesa grein umvegis
468 ad