Lýsing

Man fólkið lata samgonguna vinna valið?

“Fólkaflokkurin verður størsti flokkur, og samgongan varðveitir meirilutan”, segði tíðindamaðurin á middegi

Flokkarnir, sum hava staðið á odda fyri politiskari útlutan av fiskiloyvum. Fyri loyniligum CIP sáttmála, og avtøku av Landsbankanum. Fyri at økja um stættamunin og at fella uppskot um at veita stuðul til børn í fátækadømi. Fyri at syndra álitið á politisku skipanina og hækka blokkstuðulin. Fyri einum dundrandi halli á fíggjarlógini, samstundis sum Føroyar eru eitt tað ríkasta landið í heiminum. Ja, hesir flokkar standa til afturval. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin.

Eg havi tó álit á, at Føroya fólk ikki letur seg lumpa ella starir seg blint í førda valstríðnum, men minnist tey seinastu fýra árini við politiskum ruðuleika.

“Andstøðan hevur ført eitt vánaligt valstríð, og tað er orsøkin til gongdina”, siga viðmerkjarar.

Ja, vit hava gjørt mistøk í valstríðnum. Vit hava onkuntíð staðið ov veik, og tað eru fleiri orsøkir til tað.

Men óansæð hvussu tær seinastu fimm vikurnar hava verið, so heiti eg inniliga á allar veljarar um at minnast til politikkin, sum er førdur seinastu árini. Setið tykkum spurningin – vilja vit hava tann sama politikkin í fýra ár afturat?

Tjóðveldi ynskir einar frælsar, rættvísar og ábyrgdarfullar Føroyar. Hvørjar Føroyar vilt tú vakna til 2. september?

Deil hesa grein umvegis
468 ad