Lýsing

Rúsevnini floyma inn í landið

– og eingin ger nakað við tað!

Tað er trupult at verða ungur í dag. Tey ungu hava nógvar møguleikar. Men eisini nógvar freistingar.

Rúsevnini floyma inn í landið, og fleiri ung, nógv fleiri enn vit halda, brúka rúsevni tá tey eru í ball, í býnum og til festivalar. Nógv ung eru í vanda fyri at fáa stóran skaða, bæði til likams og sálar.

livarnystedMen gera myndugleikarnir nóg mikið fyri at hjálpa teimum ungu sum koma illa fyri? Nei tað gera teir ikki. Hvørki tá tað snýr seg um fyribyrging, upplýsing og stuðul til at koma burturúr tí.

Gera myndugleikarnir nóg mikið fyri at steðga teimum sum innflyta hetta svansið? Nei tað gera teir ikki. Slettis ikki.

Hendingaferð fangar løgreglan onkran lítlan fisk sum er komin illa fyri, og kanska bara selir rúsevnir fyri at fáa burturav sjálvur. Men bakmenninir, hesir samvitskuleysu lortendarnir sum leggja alt til rættis, og vinna nógvar pengar við at selja hetta eitrið til okkara ungdómar, teir sleppa undan, ferð aftaná ferð.

Seinnu árini er harðskapurin í náttarlívinum blivin nógv ráari, og tað er einki at ivast í at rúsevnini eru ein av størstu orsøkunum til hetta. Harafturat hoyrist at ung sum eru blivin bundin av síni misnýtslu, noyðast at arbeiða fyri tey sum misnýta tey, fyri at rinda sína skuld, við sjálvi at selja, ella við at selja seg sjálvan.

Hetta má og skal steðgast, fyri ein og hvønn prís. Tað eigur at bera til.

Vit mugu seta inn á fleiri økjum:

  • at stuðla tí góða fyribyrgjandi arbeiðinum, í heimum, í skúlum, í ítróttarfeløgum, skótum, kirkjum og samkomum, o.s.fr.
  • at upplýsa teimum ungu um rúsevnismisnýtslu og um avleiðingarnar av tí
  • at lofta teimum sum koma illa fyri, og at gera alt fyri at hjálpa teimum á føtur aftur
  • at eggja teimum ungu til sjálvi at gera vart við hvar rúsevni eru at finna og ikki minst hvør selir tey.at styrkja løgregluna og teirra kanningararbeiði, so brotsmennirnir verða avdúkaðir, fangaðir, og koyrdir í geglið.

Tað eigur at bera til. Tað SKAL bera til.

Livar Nysted, listi E

Livar Nysted

Deil hesa grein umvegis
468 ad