Lýsing

Vit velja – Føroyska framleislu og loysnir

Eitt fjøltáttað og nýskapandi vinnulív, við meira føroyskari framleiðslu og loysnum. Tað er kjarnan í vinnupolitikki Tjóðveldis. Føroyar hava ríkar møguleikar at byggja upp nýggjar vinnur og fjøltátta verandi vinnur, og harvið skapa fleiri inntøkumøguleikar. Vit hava orðað ein framfýsnan vinnupolitikk, har vit vísa á møguleikarnar fyri menning og virðisøking innanfyri tær ymisku vinnugreinarnar.

 

Vit skulu og kunnu framleiða fleiri matvørur, og hava vit lagt ætlan fyri ein nýggjan landbúnaðarpolitikk, sum fer stuðla undir munandi størri føroyskari framleiðslu av matvørum. Ovurstór virði fara í dag fyri skeyti í fiskivinnuni. Ferð eftir ferð hava vit lagt fram uppskot um, at alt fiskatilfeingið skal til lands, so hávirðisvørur kunnu virkast burtur úr tí stóra parti av fiskinum, sum verður tveittur fyri borð sum havhestaføði.

 

Matstovuvinnan saman við ferðavinnuni skulu útbyggjast, tí her eru nógvir vakstrarmøguleikar. Vit skulu leggja eina strategi fyri at menna KT-vinnuna, har land og kommunur ganga á odda at stuðla undir føroyskar skipanir og loysnir. Og vinnuframaskipanir, at stuðla undir nýggjum og kreativum vinnum kring landið, skulu styrkjast – eins og vit gjørdu seinast, vit sótu í stjórn.

 

Fyri íverksetarar skal tað vera lætt og smidligt at stovnseta virki og koma í gongd við nýggjar fyritøkur, eins og vit hava lagt uppskot fram um. Og vit skulu hava smidligari skipanir og betri ráðgeving, so tað skal gert minni fløkt at stovnseta og byggja upp fyritøkur.

 

Meira um vinnupolitikkin hjá Tjóðveldi er at finna í stevnumiðunum á heimasíðu floksins www.tjodveldi.fo.

 

Ikki meira tos, nú vilja vit fremja ein vinnupolitikk, sum skapar arbeiðspláss, møguleikar og menning kring alt landið.

 

Bjørt Samuelsen

Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad