Lýsing

Vel nýggja og savnandi kós!

Góði veljari

Nú hevur tú møguleika at velja  eina nýggja og savnandi kós fyri okkara land og fólk.

Undanfarnu árini er tíverri førdur ein politikkur, sum í stóran mun hevur skapt ótryggleika, savnað virðir landsins á alsamt færri hondum, og undirgravað álitið á landsins leiðslu. Hartil er førdur politikkur, ið hevur flutt okkum longur burtur frá einum haldførum og sjálvbjargnum samfelag.

 Hetta kanst tú nú broyta
Vit kunnu nú saman seta kós móti einum sjálvbjargnum Føroyum til fyrimuns fyri alt fólkið, og endurreisa álitið á politisku skipanina. Og hetta ber sjálvandi væl til.

Vit liva í einum av heimsins ríkastu londum. Pr. íbúgva eru Føroyar helst tað ríkasta landið í heiminum – um vit bert gagnnýttu okkara tilfeingi til fulnar. Okkara stóra ríkidømi er enntá veruleiki uttan, at vit hava gagnnýtt okkara ovurstóru menningarmøguleikar, og hesir eru nógvir.

 

Nýskipanir av vælferðartænastum
Skulu fremja tær nýskipanir – ið framhaldandi bíða eftir at verða framdar – eitt nú innan heilsuverkið, fólkaskúlan, pensjónsøkið og miðfyrisitingina. Vit eiga sjálvandi at gera Føroyar til undangonguland, tá umræður skipan av einum vælferðarsamfelag, ið hóskar til júst okkara samfelag, og har vit fáa sum mest og best tænastu, fyri hvørja krónu, til alt fólkið.  Um vit við 49.000 fólkum ikki skjótt skulu kunna tillaga okkum og ganga á odda at nýskipa samfelagið – hvør skal so?

Sterkt og fjøltáttað vinnulív
Skulu seta í verk málrættaðan vinnupolitikk,  ið fremur eitt enn sterkari og meira fjøltáttað vinnulív, ið kann skapa størri virðisøking og fleiri størv. Fiskivinnunýskipan skal setast í verk, vit skulu virðisøkja okkara fiskatilfeingi eins nógv og aðrar tjóðir, og fáa atgongd til fríhandilssáttmálar ájavnt við onnur lond. Eisini eru ovurstórur møguleikar  í  okkara ferðavinnu, KT-vinnu, og við knýta tættari bond millum gransking og vinnulívið. Okkara skapandi fólk letur hartil støðugt nýggjar dyr upp til alskyns skapandi vinnur, og her eru fleiri menningarmøguleikar fyri framman. Gera vit tað lættari at gerast íverkseti, fáa vit eisini fleiri, ið droyma um at stovna egna fyritøku, at gera hetta til veruleika.

Útbúgvingar í heimsflokki
Skulu hava eitt framkomið útbúgvingarverk og útbúgvingar í heimsflokki. Fólkaskúlin skal styrkjast, nýggju miðnámsútbúgvingarnar endurskoðast, og yrkisútbúgvingarnar skulu gerast fleiri og enn betri. Fróðskaparsetrið skal kunna bjóða fram munandi fleiri útbúgvingar – eisini umvegis fjarlestur – og í samstarvi við Bústaðir skulu vit fáa bygt fleiri lestrarbústaðir, so okkara ungu, ið ynskja at taka útbúgving í Føroyum, kunnu gera hetta. Skulu sjálvandi eisini seta ferð á, at gera Føroyar til miðdepil innan maritimar útbúgvingar í Norðuratlantshavi. Ein miðdepil, har vit eisini fáa fólk úr útlondum til Føroya at nema sær útbúgving og at undirvísa. Verða partur av verkætlanum og ritgerðum á maritima útbúgvingardeplinum gjørdar í samstarvi við føroyska vinnulívið, vil hetta geva hópin av nýggjari vitan og menning til vinnuna og samfelagið.

Rík og livandi mentan
Skulu geva okkara føroyska máli, mentan og listafólkum góðar umstøður at liva og mennast í. Eitt ríkt og livandi mentanarlív er ein av grundarsteinunum undir trivnaði og framgongd, og vit eru sanniliga ríkað við hópi av listafólkum. Fleiri átøk skulu fremjast, og bera vit okkum rætt at ber væl til, at gera Føroyar til eitt av mest áhugaverdu londunum fyri listafólk, at nema sær íblástur og at skapa í.

Landsætlan fyri menning kring allar Føroyar
Vit skulu eisini – land og kommunur saman – gera og seta í verk eina landsæltan fyri, hvussu vit best møguligt gagnnýta og menna ymsu økini kring Føroyar. Skulu nýta styrkirnar í hvørjum øki sær best møguligt, og samstarva um hvat serligur dentur verður lagdur á í ymsu økjunum. Tá gerst eisini greiðari, hvussu vit best útbyggja okkara framtíðar samferðslukervi, havnaløgini og hvørjar tænastur skulu bjóðast hvar, fyri at fáa sum mest og best tænastur. Hetta vil sameina og savna landið um, at menna bæði ein sterkan høvuðsstað og sterk og fjøltáttað øki kring landið.

Sjálvberandi og haldføran búskap
Hetta eru bert nakrir av mongu menningarmøguleikum okkara fyri framman. Alt møguleikar, ið fara at tryggja okkum einum haldføran og sjálvbjargnan búskap, og geva okkum grundarlag fyri, at skapa einar Føroyar har øll hava møguleikan fyri einum góðum lívi, eitt samfelag har tey, ið hava tørv á eini hjálpandi hond fáa hesa, og eitt land har tað ber til at gera sínar dreymar til veruleika.

Nýggj kós krevur nýggja stjórn
Saman kunnu vit røkka øllum hesum, tí vit hava eitt dugnaligt fólk við hópi av vitan, førleikum og áræði, so tað er bara at koma í gongd. Men tað krevur eina nýggja stjórn, ið setir eina greiða og savnandi kós fram móti einum sjálvbjargnum Føroyum – eina stjórn, ið megnar at fremja neyðugu átøkini fyri at røkka einum enn betri, rættvísari og sjálvbjargnum samfelag, til fyrimuns fyri  okkum øll, okkara børn og komandi ættarlið.
Hetta fara vit at seta í verk, fáa vit møguleikan eftir valið – og skulu vit fáa henda møguleikan, er neyðugt við tínum áliti á valinum 1. september.

 

Kristina Háfoss

Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

 

 

 

 

 

 

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad