Lýsing

Ábyrgdin

Føroya fólk. Vit hava eitt land, ið er ein ómetalig gáva. Men vit eru á vandakós politiskt, mentanarliga og sosialt.Vit hava eitt øki í norðuratlantshavi, her vit búleikast. Her virka vit í álvara og í gaman. Men vit eru ikki sjálvráðandi.

Vit hava eina fólkasál, ið ikki veit hvat hon vil. Ja hetta ljóðar dapurt, men tað nýtist ikki vera so. Ein partur sigur “lat okkum ikki royna okkum sjálvi, tað er ov vandamikið” meðan annar partur av okkum sigur “lat okkum taka ábyrgd, lat okkum ráða yvir egnum landi”.

Kæri veljari, hvussu skal tú læra at svimja um tú ikki vil í vatnið ?

Hví vildi tú hava stuðlahjólini av skúkluni sum barn ?

Hví flyta summi út ? Hví seta fólk virki á stovn ? Ja hví er tað at gerast brandmaður ella sjúkrasystur klassiskir barnadreymar ?

Eg veit at tað er ómetaliga ringt at bróta við vanahugsan. Um onkur endurtekur nóg ofta at tú ikki megnar okkurt, so er ikki ósannlíkt at tú trýrt tí at enda. Men tú minnist væl eisini løtur úr lívinum, har tú valdi at líta á egin evnir og løtur har tú tók ella fekk ábyrgd av onkrum, størri enn tí tú hevði royndir við áður, og víst megnaði tú tað.

Menniskju vaksa við uppgávum og ábyrgd. Fyrstu fer fólk gerast foreldur, streyma ómetaligar kenslur gjøgnum tey, tað er ein risa ábyrgd og uppgáva, men tey læra tað um tey vilja tað, um tey taka við ábyrgdini. Tey ið aftra seg við at taka ábyrgd, eru varin, og varni er eisini umráðandi, men um varni gerst vanahugsan og ótti, tá drívir tað ongan fram á leið. Vit yvirliva við afturhaldni men hava onga kós, einki mál.

Eg vil bjóða tykkum sum ivast, at umhugsa hesi orð: “Vit vilja taka ábyrgd av egnum landi. Vit vilja vaksa við uppgávuni til eitt fólk, eina tjóð við stríðsanda, vilja og samanhaldi millum fólk”.

Hví fara vit at klára at byggja einar sjálvbjargnar føroyar ?

Tí TÚ tekur ábyrgd, saman við okkum øðrum, og vit onnur saman við tær. Tú ert Føroyingur, hálvur ella heilur, tilfluttur ella innføddur, tú ert Føroyingur. Tjóðveldisfólk øll ynskja alla ábyrgdina, og vilja fegin hava teg umborð. Vit ynskja ikki fýra ár afturat við tí sama. Hetta loysa vit saman.

 

Emil Hermansen – so er kósin sett

Tjóðveldisvalevni

Emil Hermansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad