Lýsing

Kom heim og bygg jarnbreytir

Hoyrdi á einum valfundi herfyri, at eitt av valevnunum førdi fram, at tað nyttar onki at fara niður til Danmarkar at læra til tokførara, og so koma heim aftur til Føroyar og sita uttan arbeiði. Tí at  útbúgvingin, man stuðlar okkara lesandi við, má kunna nýtast í praksis í Føroyum. Helt tað vera eina stuttliga og nokkso beinrakta útsøgn, um eg ikki eri heilt samdur.

Sjálvandi skal okkara ungdómur fylgja sínum dreymum, og fara undir ta útbúgving, ein ynskir sjálvur, og ikki lata seg stýra av øðrum. Ikki fyrr enn tá, fær ein útbúving veruligt virði fyri ein sjálvan og samfelagið. So eg vildi heldur sagt, far niður og lær til tokførara, og kom heim aftur og bygg jarnbreytir, so bæði samfelagið og tú kanst fáa nyttu av tínari útbúgving í framtíðini.

Almennu Føroyar skulu síggja møguleikar í tínari útbúgving og ikki forðingar

Tað er sera umráðandi fyri víðari menning av okkara samfelag, at vit ikki leggja forðingar fyri dagin, tá okkara ungdómur skal velja sær eina lívsleið. Sum land og myndugleikar kunna vit vegleiða og stuðla, men ikki forða.

Vit ynskja eina Føroyar, sum í framtíðini er væl útgjørdar til at loysa framtíðar avbjóðingar, og tað krevur eitt væl og fjølbroytt útbúgvið fólk.

Tjóðveldi vil gera íløgur í okkara ungdóm og í okkara framtíð

Vit ynskja at gera miðvísar íløgur í okkara børn og ungdóm, við m.a. at:

  • Styrkja og menna barnagarðsøkið og fólkaskúlan, og fara frá smálutastýring til frælsi til leiðslur, námsfrøðingar og lærarar í teimum einstøku skúlunum og skúlaøkjunum til at veita fjølbroytt tilboð og undirvísingarhættir við støði í tí einstaka næminginum.
  • Útbyggja Fróðskaparsetrið, Vinnuháskúlan og gransking umframt bæði handaligar og bókligar miðnámsútbúgvingar.
  • Hækka lestrarstuðulin til okkara lesandi og byggja bíligar lestraríbúðir.
  • Styrkja føroyskt mál á øllum økjum.

Tí útbúgving, handalig ella bóklig, er okkara framtíð.

Gott val – við vón um álit

Jóhan Christiansen, Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad