Lýsing

Varandi orka skal hava lut í øllum almennum íløgum

Føroyskar loysnir og varandi orkukeldur eiga sín sjálvsagda lut í hvørjari íløgu løgtingið samtykkir. Eisini tá stuðul verður veittur til, til dømis, bygging av kommunalum bygningum. Avvarðandi stovnar skulu hoyrast.

Í dagsins politikki er einki skil á hesum viðvíkjandi!

Samskifti og “kommandovegir” eru láturligir!

Eitt gott dømi er Marknagilsdepilin.

Mentamálaráðharrin situr við einari játtan at byggja ein skúla. Mentamálaráðið samskiftir við byggiharran, sum er Landsverk. Landsverk hevur Fíggjarmálaráðið omanfyri, sum ger alt fyri at spara pening – og tað fær mentamálaráðið at vita. Serfrøðin í orkumálum situr hvørki í mentamálaráðnum ella í Landsverk. Hon er í Jarðfeingi. Umframt at leita eftir olju samskiftir Jarðfeingi við vinnumálaráðið. Fyrrverandi innlendismálaráðið hevur Umhvørvisstovuna undir sær.

Tit kunnu lesa hatta reglubrotið eina ferð afrtat, men hurlivasin er eyðsýndur. Tí er neyðugt, at orka og umhvørvi fær sín sjálvsagda rætt í øllum almennum íløgum. Vit eiga at taka atlit til náttúruvernd, umhvørvi og orku í øllum avgerðum á tingi.

Vel hurlivasan frá fyrsta september. Vel einfalt samskifti og góðar loysnir umhvørvinum at frama.

Tú situr við atkvøðuni og tú kanst velja Tjóðveldi fyrsta september um tú er góð ella góður við náttúruna og Føroyar.

 

Blíðar heilsur

Jóannes Guttesen, listi E.

 

 

 

 

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad