Lýsing

Vit velja – Útbúgvingar og lestraríbúðir!

Útbúgving, gransking og íløga í lestrarumhvørvi skal háraðfestast í einari nýggjari samgongu. Tí hetta er ein hin besti mátin at framtíðartryggja samfelag okkara við tilflyting og fólkavøkstri.

Eitt fjølbroytt útboð av útbúgvingum, leggur eisini dygt grundarlag undir víðfevndari gransking. Saman við tættari sambandi millum vinnuna og Setrið gerst hetta ein framdrívari av einari meira nýskapandi og fjølbroyttari vinnu.

Og eitt spennandi lestrarumhvørvi fær ung og ungar barnafamiljur at velja Føroyar. Og dregur til sín lesandi úr øðrum londum.

Við ábyrgdarfullum politikki, sum gevur røttu inntøkurnar, og við rættari býti av ríkidøminum, loysa vit hetta saman!

Valið er okkara!

Bjørt Samuelsen

Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad