Lýsing

Størv til fólk við hægri útbúgving

Vit mugu síggja fólk við hægri útbúgving, sum eina íløgu í føroyska samfelagið. Menna vit vitanartung størv fáa vit fólk við hægri útbúgvingum í viðkomandi størv.

Tað eru tey framkomnu samfeløgini, sum hava nógv fólk við hægri útbúgvingum í starvi.  Meðan menningarlond siga tey úr starvið.

 

Landsbankin
Millum annað eigur eitt framkomið samfelag at hava ein óheftan eftirlitsstovn – sum Landsbankin var, – at taka sær av at ráðgeva politiska myndugleikunum og til at umsita gjaldføri landsins.  Bankin, sum hevði uppbygt sær eina áralanga vitan og royndir, var eftir fáum døgum og uttan veruliga viðgerð avhøvdaður, – royndirnar og vitanin kasta fyri borð, alt fyri at prógva, at vit ikki vóru annað enn eitt heimastýri uttan ábyrgd!

Hetta má broytast. Her má vend koma í aftur, og bankin aftur setast á stovn og vitanartung størv aftur á banan á hesum øki.

 

Elektron

Elektron er annað dømi um vitanartunga fyritøku, har KT-vinnan fekk ein undir vangan, tá ið persónligu upplýsingarnar vóru fluttar av landinum – meðan samgongan hóast ávaringar bara hugdi at. Elektron varð degraderað og vitanartung størv niðurløgd og áralangar royndir feigaðar av vegnum.

Elektron hýsir servarum, skipanum og dáta hjá virkjum og stovnum. Har er ein framkomin, serføroysk lønarskipan. Og elektron ráðgevir innan KT-strategi og KT-skipanir. O.m.a.

Hesa fyritøku eiga vit at menna og aftur lata átaka sær at umsita okkara persónligu upplýsingar.

Tað tekur tíð at broyta tað, sum har varð brotið niður. Men tað skal gerast so vitanartungu størvini t.d innan KT aftur verða lív lagað.

 

Altjóða felagsskapir
Eftir tilmæli frá Fólkaflokkinum, samtykti samgongan, at vit ikki skuldu verða limir í altjóða felagsskapum, har danir vóru limir. Hetta var hin sokallaða Uttanríkispolitiska Heimildarlógin, sum varð samtykt uttan neyðugu tíðina og viðgerðina. Tann samtyktin er ein skandala, og eiga vit at fáa hana broytta sum skjótast.   Miðja vit hinvegin eftir at gerast limir í altjóða felagsskapum, so tryggja vit okkum, at royndir verða uppbygdar á altjóða støði. At okkara land eisini hevur umboð millum hini londini, sum røkir okkara áhugamál. Og at vit skapa størv, sum krevja hægri útbúgvingar.  At gerast limur í IMO, WTO, UNECO osfr krevur fólk við hægri útbúgvingum. Og tær royndir man har kemur at vinna sær, koma at menna okkara samfelag og seta fólk við hægri útbúgvingum í starv.

 

Yvirtøkur
Eisini eiga vit at yvirtaka millum annað loftrúmið, útlendingaøkið og rættarskipanina.

Allar yvirtøkur krevja fólk við hægri útbúgvingum. Allar yvirtøkur fáa fólk við hægri útbúgvingum í góð og viðkomandi størv.  Allar yvirtøkur geva okkum royndir á aljtóða støði og krevja fólk við hægri útbúgvingum

 

Valið er títt!

 

Annita á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad