Lýsing

Burturkast sum orkukelda

Sum eitt fjarskotið oyggjaland miðskeiðis í Norðuratlantshavinum hava vit serligar avbjóðingar. Eisini á burturkastsøkinum. Nøgdirnar eru ikki stórar og tí kunnu vit ikki bara avrita útlendskar loysnir, sum lønsemi er í, tí tær eru gjørdar til lond við mongum íbúgvum og lond sum liggja millum onnur lond við fleiri milliónum íbúgvum.

Tað er ein grund til, at vit ikki fáa lønsemi í at framleiða egg ella wc-pappír til heimamarknaðin. Sami trupulleiki er tá vit hava notið tað vit nýta í gerandisdegnum. Á burturkastsøkinum er tað  kostnaðarmikið av tí at vit liggja so fjar og nøgdirnar ikki eru til lønsemi. Dreymaverðin er, at vit kunnu skilja burturkastið í alskyns bólkar og senda tað til endurnýtslu. Men veruleikin er, at tað er sera sera kostnaðarmikið og tí hava føroyskir politikkarar skyldu til at hugsa soleiðis, at javnvág er í loysnunum. Vit vilja hava tær skilabestu loysnirnar til okkara samfelag – umhvørvisliga og búskaparliga.

Tí fer Tjóðveldi at arbeiða fyri føroyskum loysnum – eisini á burturkastsøkinum.

Fyri nøkrum árum síðani varð sagt á einum fyrilestri, at eitt tons av burturkasti til brenningar fer at hava eitt virðið á 1000 kr./tons. Løgið, men við tíðini er kanska nakað um tað sjálvt um upphæddin sjálvandi ikki er konstant.

Fyri at seta eitt hugsa roknistykki upp, sum ikki er so fjart frá veruleikanum í løtuni, so sær tað nøkulunda soleiðis út:

Um vit samanlagt hava 30.000 tons av burturkasti til brenningar í øllum Føroyum, so svarar tað til umleið 80 GWh. Eitt sindur av spilli er i orkuframleiðsluni, so veruliga talið er umleið 70 GWh. Umroknað til gassolju er hetta knapt 9000 tons av gassolju um árið. Sparingin í CO2-útlátið er góð 22000 tons um árið og innflutningsvirðið av olju við ongum avgjaldi og ongum mvg er umleið 50 milliónir krónur. Fyrivarni skal takast fyri sveiggi í oljuprísunum. Leggjast kann aftrat, at 10 tons av burturkasti er nokk at hita eini miðal sethús upp við.

Men vit skulu butur frá oljuni og tí eiga vit at hyggja mest eftir umhvørvisliga vinninginum.

Vit eiga ikki at undirmeta samfelagsbúskaparliga og umhvørvisliga týdningin brenning av burturkasti kann fáa í eini framtíðar føroyskari loysn á burturkastsøkinum. Vit hava serfrøðina í landinum og møguliga verður brenning eisini í framtíðini ein partur av føroysku loysnini vit finna fram til í tráð við tøkniligu menningina. Eisini í tilbúgvingini í landbúnaðinum og alivinnuni kann ein brennistøð verða við til at minka um vandan fyri smittuspjaðing.

Ein brennistøð fyri alt Føroyar er loysnin – og hon skal koblast til ein orkudepil, sum framleiðir orku til eitt nútímans samfelag, sum hevur tørv á meiri og meiri orku.

Tjóðveldi fer við viti og skili at leita eftir bestu loysnini. Saman við øllum áhugabólkum. Hetta kunnu vit loysa saman.

Tú situr við atkvøðuni. Far á val og vel skilagott fyrsta september. Vel Tjóðveldi!

 

Blíðar heilsur

Jóannes Guttesen, listi E.

 

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad